Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 14. apríl 2010 Sosialurin Kjak Men vit vita øll, at tú fært ongantíð 17 fólk at vera samd um alt, og tí noyðast øll at boyggja seg eitt sindur til frama fyri samgongusamstarvið. Tað ringasta, sum kann henda fyri politisku skip­ anina, er at eingin klárar at mynstra við 17, og fleiri spyrja, um vit ikki eru komin í tað støðuna nú. Misálit, sum bara taldi uppí 11 Fyri góðari viku síðani løgdu allir andstøðuflokkarnir upp­ skot fyri tingið um misálit á løgmann, men hetta ætlaða misálitið gjørdist eitt satt misálit á andstøðuflokkarnar sjálvar, tí tá avtornaði, klár­ aðu teir bert at telja uppí 11. Undir orðaskiftinum um misálitsuppskotið spurdi eg formannin í Tjóðveldi, hvørjum samgonguflokki hann kundi hugsað sær at skipa samgongu saman við, tí andstøðan einsamøll er sera veik. Svarið frá honum var, at hann kundi hugsað sær eina minnilutasamgonu, sum leit­ aði sær stuðul frá máli til mál. Fyri tey sum kenna føroyska parlamentarismu ljóðar hetta sum eitt ævin­ týr. Tað gongur nóg illa at fáa meirilutasamgongur at ganga í takt, nú búskap­ arligu pílarnir venda niður­ eftir. Somikið verri hevði tað verið at fingið eina minnilutasamgongu at virka. Men kanska undir­ strikar hetta bara, at and­ støðuflokkarnir innast inni, ynskja ikki annað, enn at vera í andstøðu, nú støðan er, sum hon er. Uppskotið um misálit staðfesti enn einaferð, at tað finst einki alternativ til verandi ABC­samgongu. So er spurningurin: Er ABC­samgongan til? ­ Klárar hon at telja uppí 17? Fíggjarkarmurin Nógv hevur verið at hoyrt tær seinastu vikurnar um uppskotið til fíggjarkarm fyri 2011. Breið semja tykist vera um, at fleiri sparingar áttu at verið gjørdar. So langt er lætt at finna semjur. Men tá tað kemur til tey ítøkiligu uppskotini um sparingar, tá ivist eg stórliga í undirtøkuni. Onkur sigur, at vit skulu ikki hava trý sjúkrahús í Føroyum. Men taka 17 tinglimir undir við at steingja eitt ella tvey sjúkrahús? Okur sigur, at vit skulu leggja skúlar saman. Er meiriluti fyri tí? Summi vilja hava re­ formar i fiskivinnuni. Men eru 17 atkvøður tøkar, til at seta tað í verk? Onkur sigur, at vit hava ikki brúk fyri einum uttanríkisráði og sendistov­ um úti í heimi o.s.fr. Eg kundi nevnt eina rúgvu av uppskotum um sparingar, men tey hava tað til felags, at undirtøkan er minni enn 17 atkvøður, og tí hendir einki. – Bara ”snakk”. Ov nógvir høvdingar Skal politiska skipanin virka, so er neyðugt at kunna telja uppí 17. Hetta merkir, at vit skulu hava fáar høvdingar og nógvar ”indianarar”. Trupulleikin í løtuni er, at alt ov nógv spæla høvdingar. Floksdissiplin er ilt at fáa eyga á, og tí fæst einki at virka. Semja er um at spara, men tað eru 33 ymiskar meiningar um, hvar sparingarnar skulu gerast, og skulu øll hesi 33 vera høvdingar, so sparir tað almenna ikki eina krónu. Skal nakað virka í føroysk­ um politikki, so mugu vit hava floksdissiplin. Formenninir í samgonguflokkunum mugu hava heimild til at seta polit­ isku kósina út í kortið, og so mugu hini fylgja eftir. Hetta merkir sjálvandi ikki, at eingin ráðførðsla skal vera við baklandið, men teir mugu fáa loyvi til at skera ígjøgnum, annars hava vit onga samgongu. Portalurin við skeivum tíðindum Portalurin skrivaði í farnu viku, at allir tinglimir hjá Sambandsflokkinum høvdu boðað frá, at teir tóku ikki undir við uppskotinum um fíggjarkarm fyri 2011. Tað var beint tvørturímóti tí, sum eg boðaði frá undir tí orðaskiftinum, so eg veit ikki, hvar journalisturin hevur verið og lurtað. Tað snýr seg um at telja uppí 17. Tí skal eingin ivi vera um, at samgongan kann í hvussu so er rokna við mínum stuðli, eisini tá tað fer eitt sindur útum tað, sum smakkar mær væl í munninum. Tað snýr seg um at telja upp í 17 Helgi Abrahamsen løgtingsmaður Føroyskur politikkur snýr seg um at telja uppí 17. Tann sum klárar at samla eina samgongu við í minsta lagið 17 tinglimum, hevur valdið í Føroyum, og so leingi sum hesi 17 ganga í takt, er samgonguni lív lagað Verturin í sendingini, Jákup Magnussen, førdi fram, at tað ber til at keypa sær atgongd til tíðindini á Rás2. Hetta vil eg avsanna. Tað ber ikki til, tí tað er greiður skilnaður ímillum tíðindi og lýsingar. Um Jákup Magnussen heldur seg hava onkur prógv um hetta, fari eg at biðja hann leggja tey fram, so eg sum stjóri fyri Rás2 kann fyrihalda meg til tey. Í sendingini varð eisini ført fram, at Rás2 vildi ikki nevna norðoyastevnuteitið hjá Klaksvíkar Sjónleikar­ felag í fjør, tí Klaksvíkar Sjónleikarfelag vildi ikki gjalda fyri tað. Hetta passar ikki. Morgunsendingin á Rás2 hevði innslag um Rukkur í Lakkinum í vikuni fyri norðoyastevnu. Ein av luttakarunum segði eisini, at Rás2 er einasta rás, sum tekur tíðindi frá Føroya Tele upp, tí partarnir hava eina lýsingaavtalu. Rás2 hevur onga lýsingaavtalu við Føroya Tele. Partarnir hava havt eina avtalu, men tá tryggjaði stjórin í FT Samskifti sær sjálvur í avtaluni, at hon skuldi ikki merkja, at Rás2 ikki kundi føra kritiskan journalistik ímóti Føroya Tele. Tað er ódámligt, at Útvarpið við øllum sínum almennu milliónum skal føra eina hetz ímóti ein lítlari, privatari útvarpsstøð. Og eg skal lata verða við at siga mína hugsa um, hvørt Kringvarpið er kommeriselt ella ikki. Starvsfólkini á Rás2 hava ikki uppiborið slíka umrøðu, sum tey fingu í Útvarpinum fríggjadagin. Okkara fáu starvsfólk hava megnað at givið Kringvarpinum veruliga kapping, og javnan verið frammanfyri Kringvarpið. Tað má verða eindømi í heiminum, at ein lítil útvarpsstøð megnar hetta ímóti almenna risanum. Tað skulu okkara røsku og dugnaligu starvsfólk hava stóra takk fyri, og vit ætla okkum ikki at missa mótið av ódámligu viðferðini frá Kringvarpinum. Jonhard Hammer stjóri á Rás2 Kringvarpið lýgur um Rás2 Har kom fram, at eitt par varð avvíst av presti í Norðoya vestara prestagjaldi, tí tey ikki kundu vera vígd í Christianskirkjuni, tí annar parturin var fráskildur, og harvið vanvird av presti. Eg vil hervið vísa á, at í Norðoya vestara prestagjaldi eru tveir prestar. Annar presturin í prestagjaldinum er Hanus á Gørðum. Og hin prestur er: Magnus Brahé Jørgensen. Og hann vil fegin víga fráskild í Christianskirkjuni út frá orðum Bíbliunar: Vígsla av fráskildum Jesus verður av farisearunum drigin upp í kjakið um strang­ ari ella linari reglur fyri hjúnarskilna. Hjá Markusi og Lukasi noktar hann fyri hjúnarskilna út frá Skapanini (Mk 10,1; Lk 16,18). Uppafturgifta verður hildið at vera brot á hjúnarlagið. Men hjá Matteusi er eitt undantak, nevnilig, tá talan er um ótrúskap (Mt 5,32; Mt 19,9). Samsvarandi hetta, sigur Matteus frá, at Jósef umhugsar at lata seg skilja frá Mariu (Mt 1,19). Paulus skrivar, at bert deyðin kann gera skilna millum tvey (1 Kor 7,10). Men Paulus loyvir tó skilna, tá talan er um eitt blandað hjúnarlag, har tann ikki­trúgvandi parturin tekur hetta stig (1 Kor 7,12­16). Tí vil eg víga fráskild og doypa og konfirmera børn teirra. Eg vil ikki hava sitandi á mær, at fráskild verða avvíst og ikki kunnu vígast í Christianskirkjuni ella hinum kirkjunum í Norðoya vestara prestagjaldi. Magnus Brahé Jørgensen sóknarprestur Fráskild verða framvegis vígd í Christianskirkjuni Vísandi til sendingina um at víga fráskild í Útvarpinum hin 12. apríl kl. 17 Í sendingini Álvaratos í Útvarpinum fríggjadagin vóru Rás2 og Miðlahúsið til viðgerðar