mikudagur 14. apríl 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
12
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
– Mínar royndir eru, at hevur ein
eitt breitt úrval, so koma fólk altíð
aftur, sigur Kaja.
Mótahandil
hennara
liggur
mitt í býnum, og tað er ikki frítt, at
hetta er eitt stað har kvinnur í og úr
býnum vitja regluliga.
Onkur vildi kanska undrast á,
hvussu ein mótahandil í einum
býi, sum ikki beinleiðis liggur við
alfaraveg, hevur møguleika at bera
seg í dag.
Fyri Kaju hevur hetta sína frá
greiðing – og helst eisini sín fyri mun:
– Tað kann væl vera, at vegurin
end ar her. Men eg síggi fólk alla
staðni frá, tí tað er so skjótt at
koyra higar.
– Nei, eg haldi ikki at vit liggja
avskorin uppá nakran sum helst
máta, sigur fryntliga hand ils kvinn
an í Fuglafirði.
Uttan steðg
Mikudagur 3. mai 1978 var ein
van ligur dagur hjá teimum flestu
fólkunum í Fuglafirði. Men ikki hjá
einum teirra.
Í eina tíð hevði Kaja gingið við
ætlanini um at lata upp ein móta
handil í heimbygdini. Og eftir
drúgva fyrireiking var dagurin
umsíðir komin, tá mótahandilin
KATO kundi lata dyrnar upp á
fyrsta sinni.
– Ja, hví eg byrjaði? Tað var nokk
bara áhugin fyri klæðum og móta.
Eg veit ikki, eg byrjaði bara, tí eg
helt tað vera spennandi, sigur Kaja
Toftegaard við einum brosi.
Hetta var eisini ein spennandi
ætlan, tí Kaja hevði ikki áður arbeitt
innan hetta økið. Hon hevði arbeitt
í mathandli, men ikki selt klæðir.
Um hetta mundið vóru onkir
aðrir handlir í somu bransju í bygd
ini, men teir eru ikki til longur.
– Eg fór bara í gongd, og eg haldi
sjálv at tað hevur gingið fínt. Tað
hevur so eingin steðgur verið í.
Kaja legði seg frá fyrsta degi eftir
at selja klæði til kvinnur. Onkutíð
hevði hon klæðir til menn, men
hetta er nú ein farin tíð.
Nú eru tað serliga tær ungu
kvinnurnar sum finna síni klæði
her.
Laga seg
Hesi 32 árini, ið KATO hevur havt
opið, hevur gingið upp og niður
fíggjarliga í Føroyum. Hvussu ber
tað til, at ein slíkur handil hevur
kunnað yvirlivað?
– Ein má sjálvandi laga seg eftir
tíðunum, og laga innkeypið eftir
umstøðunum. Og so er ein eisini
heppin onkutíð við innkeypinum,
sigur Kaja brosandi.
Góða vegasambandið norður
eftir og suðureftir hevur gjørt
tað lættari hjá fuglfirðingum at
fara aðrar staðir. Men tað hevur
so sanniliga eisini gjørt sítt til, at
fólk aðrastaðni frá vitja í handli
hennara.
Tað er ikki óvanligt at fólk úr
støðum í Eysturoynni koma higar.
Og tað kemur eisini meiri enn so
fyri, at klaksvíkingar koma á gátt
at hyggja eftir og keypa seinasta
mótan úr Fuglafirði.
– Og tað er heldur ikki óvanligt at
síggja fólk úr Havn her í handlinum.
Jú, eg haldi, at fólki dámar væl
at fara aðrar staðir at keypa sær
klæðir, greiðir Kaja Toftegaard frá.
snorri@sosialurin.fo
– Eg byrjaði bara
fuglafjørður Mangar munnu tær kvinnur vera, sum millum ár og dag hava keypt
sær okkurt plaggið hjá Kaju í Fuglafirði. – Eg royni bara at hava eitt gott úrval av
klæðum, sigur Kaja Toftegaard, ið eigur og rekur mótahandilin KATO.
Eg haldi,
at fólki dámar
væl at fara
aðrar staðir
at keypa sær
klæðir
koma aftur
– Eg royni at hava eitt gott úrval av vørum. Fólk skulu helst koma aftur, sigur Kaja Toftegaard, sum rekur mótahandilin KATO í Fuglafirði, sum her er avmyndað saman við ommusoninum, Silasi
Mynd: Jens Kristian Vang