Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. apríl 2010 12 Sosialurin Kjak Edmund Joensen løgtings- og fólkatingsmaður Ert tú líka troyttur sum eg av politiska sirkussinum hjá Høgna Hoydal? Tað er ikki so løgið, tí sirkusklovnarnir hava nú í fleiri ár spælt fullveldisleikin. Leikirnir eru í pørtum, og teir enda altíð við sama poengi: danin er fanin. Nýggjasta dømið er søgan um, at næmingar á tekniskum skúlum í Føroyum skulu hava fakið danskt, um teir vilja útbúgva seg víðari í Danmark. Hetta er funnin fressur hjá Hoydal. Deiliga einfalt, og tað hóskar væl til at blíva pumpað upp í fjølmiðlunum. Leikurin byrjar, og propagandan snurrar alt fyri eitt. Besta rúm fæst í Degi og Viku, har garparnir duga at skera yvirskriftirnar til, so tær sita í kramminum hjá Hoydal. Jú, tað frættist víða um land: Føroyar eru spolað­ ar aftur til tíðina áðrenn Jólafundin í 1888, nú næm­ ingar skulu duga danskt, um teir vilja útbúgva seg í Danmark. Nú er bert eitt at gera, sigur dreyðibókin hjá Hoydal. Næsti leikur skal spælast í Keypmannahavn. Har skal nevin sláast í borðið, har skal gartast, og spyrjast skal, hvat tramin danir billa sær inn. Hví skulu imperialistarnir á Christiansborg kúga okkum á henda hátt? Hví eru teir so tramanssettir? Hví? Ja, tað verður spennandi at fáa svarið. Minst til at fylgja við í Degi og Viku, tí longu nú verður næsti leikurin í propaganduni settur upp. Mítt boð er, Hoydal nú fer at skipa fyri, at danski undirvísingarráðharrin skal kallast í samráð, har Hoydal skal sleppa at eymíkja hann. Síðani kann Messias koma heim aftur til lærusveinar sínar og mikrofonstativ í Føroyum og greiða frá, hvussu hann hevur sprongt fjøtrandi leinkjurnar. Eg giti, at ráðharrin fer at siga, at hann fer at práta við Menta­ málaráðið í Føroyum um at broyta treytirnar, ið settar verða næmingum í teknisk­ um skúlum her heima. Soleiðis fer málið at koyra komandi vikurnar. Hetta skal pumpast upp í miðlunum. Sjónvarpið fer at spæla við. Møguliga aðrir miðlar eisini. Hoydal og hansara fólk fara eisini at skriva stólpa upp og stólpa niður um danskt hjálandaveldi, og at Heimastýrisskipanin ger, at málið við donskum í teknisk­ um skúlum er íkomið. Og alt hevði jú verið so frálíka super­ gott, um vit høvdu fullveldi. Hevði nakar áhuga fyri sannleikanum? Neyvan. Um onkur kortini hevur hug at fáa rætta saman­ heingin, so man hann vera einfaldur. Sum eg havi skilt málið, hevur Mentamálaráðið í Føroyum vent sær til Undir­ vísingarmálaráðið í Keyp­ mannahavn. Partarnir hava so gjørt eina avtalu um, hvussu næmingar á teknisk­ um skúlum í Føroyum skulu fáa møguleika at útbúgva seg víðari á donskum læru­ stovnum. Henda avtala skal sjálv­ andi virðast, so leingi hon er galdandi.. Um vit frá føroyskari síðu ynskja avtal­ una broytta, ja so finst ein máti at gera tað uppá. Ein siviliseraður máti. Mentamálaráðið í Føroy­ um setur seg í samband við Undirvísingarmálaráðið í Danmark, og so tosa part­ arnir seg til rættis, til ein loysn er funnin, og báðir partar eru nøgdir. So einfalt er tað. Men tann mátan hevur Høgni Hoydal ikki áhuga fyri. Tað passar betri inn í fullveldispolitisku dreyði­ bókina at trampa og mana eina fíggindamynd upp úr jørðini, sum prógvar, at danin er fanin. Tí tað er hann jú. Ikki so? Danin er fanin, ikki so? Tá okkurt er galið í Føroyum, hava danir ella Heimastýrisskipanin skyldina. Tað er myndin, ið Høgni Hoydal trampar og manar upp úr jørðini við eitt og hvørt givið høvi Vegna limir okkara í Miðla­ húsinum krevja Føroysk Miðlafólk, at Kringvarp Før­ oya í stundini annaðhvørt alment dokumenterar hetta uppáhald ella avsannar tað. Talan er um eina sera grova skuldseting, sum skaðar trúvirðið hjá øllum tíðindafólkunum í Miðla­ húsinum. Tí undrar tað okkum eisini sera nógv, at arbeiðsgevarin – leiðslan í Miðlahúsinum – ikki beinanvegin fór út alment fyri at verja síni starvsfólk. Vit skulu gera vart við, at limaskapur í Føroyskum Miðlafólki er treytaður av, at leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið verða fylgdar. Tað merkir millum annað, at limir okkara ikki mugu lata seg keypa ella á annan hátt ávirkast til at bera ávís tíðindi. Tí taka vit tað sum eina sjálvfylgju, at limir okkara í Miðlahúsinum lúka hesar treytir. Undir øllum umstøðum heldur nevndin í Føroyskum Miðlafólki, at tað er óetiskt og ikki í samsvar við góðan fjølmiðlasið at framseta slíkar grovar skuldsetingar sum tær í sendingini Álvaratos uttan at skjalprógva uppáhaldið í somu sending. Vinarliga Føroysk Miðlafólk 12. apríl 2010 Opið bræv til leiðsluna í Kringvarpi Føroya Í sendingini Álvaratos fríggjadagin 9. apríl leggur verturin Jákup Magnussen Rás 2/starvsfólk á Rás 2 undir at hava tikið móti pengum fyri at bera fram ávís tíðindi Í hesum døgum stríðast fakfeløg fyri skipaðum viðurskiftum á Faroe Pelagic í Kollafirði. Vit í SU halda, at tað er út um alt mark, at leiðslan í Faroe Pelagic ikki virðir tey rættindi, sum einstaka arbeiðsfólkið hevur krav uppá, tá ið tað er limur í einum fakfelagi. At nøkur arbeiðsfólk á virkinum haraftrat ikki hava fingið setanarskriv er beinleiðis lógarbrot, og tekur SU harðliga frástøðu frá slíkari framferð. Vit liva í 2010, og tað eigur í roynd og veru als ikki at vera neyðugt at minna leiðsluna um tey rættindi og tær skyldur, hon eigur at taka atlit til. Vónandi fer hesin eini bardagin at minna arbeiðsgevarar kring alt landið á, at tað er fólkið, ið veruliga hevur valdið. Sosialistiskt Ungmannafelag Sosialistisk Ung stuðla fakfeløgunum Nú er bert eitt at gera, sigur dreyðibókin hjá Hoydal. Næsti leikur skal spælast í Keypmannahavn. Har skal nevin sláast í borðið, har skal gartast, og spyrjast skal, hvat tramin danir billa sær inn