mikudagur 14. apríl 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 14. apríl 2010
Sosialurin
Oyggjablaðið
Teir sansa nærum ikki, at ein
tíðindamaður og myndamaður frá
Sosialinum eru komnir á staðið.
Her ovarlaga í Fugla firði tykjast
teir báðir starvs felagarnir, Árant og
Ólavur at hava úr at gera við at fáa
arbeiðið sítt liðugt, bæði skjótt og
væl.
Teir eru í ferð við at klæða
hesi húsini uttan, eftir at teir
hava rokast innanveggja í vet ur.
Á hesum húsunum hava teir m.a.
skift út vind eygu og tikið onkrar
veggir niður.
Nú er ikki nógv eftir at gera, og
einaferð í næstu viku verða teir
vónandi lidnir við hesi húsini.
– Nei, vit koma ikki at ganga fyri
einki. Tí ein onnur uppgáva bíðar
eftir okkum longu nú, staðfestir
Árant Olsen.
Starvsfelagi hansara hev ur brúk
fyri hjálp í ar beið inum, og vit mugu
steðga prát inum eina løtu.
Árant Olsen, ið er av Toft um,
byrjaði at læra hjá Kari í 2001, og
fór so niður til Danmarkar eitt
skifti. Síðani 2007 hevur hann aftur
arbeitt í fyritøkuni.
Innan og uttan
At hava handverkarar gang andi
í húsinum, ávirkar sjálv andi lívið
innanveggja.
Eigarararnir av húsunum gjørdu
tí ikki mætari, enn at flyta niður í
kjallaran, meðan menninir hjá Karli
Olsen av Saltnesi arbeiddu í erva.
Teir byrjaðu at arbeiða uppá
húsini í september mán aði í fjør,
og arbeiddu so eitt skifti. Men í
januar varð farið undir næsta stig
í arbeiðinum, nevniliga at klæða
sjálva grundina.
Henda dagin í farnu viku, tá vit
vitjaðu í Fuglafirði vóru teir tveir
mans til arbeiðis - Árant sjálvur, og
starvsfelagi hansara Ólavur Olsen,
sum er sonur stjóran í fyritøkuni,
Karl.
– Vit vænta at verða lidnir við
hetta arbeiðið um einar tvær vikur,
segði Árant tá við Oyggjablaðið.
Fýra mans
Summar byggifyritøkur eru stórar,
meðan aðrar eru smærri. Tann hjá
Karli Olsen hoyrir avgjørt til tær
smærru fyritøkurnar.
Teir eru í roynd og veru bert fýra
mans í fyritøkuni. Arbeiðið verður
skipað so leiðis, at stjórin Karl Ol sen
tekur sær mest av tí um sitingarliga
partinum. Ein av hesum uppgávum
er at rokna út og geva tilboð upp á
tey ymisku arbeiðini.
Í Fuglafirði arbeiddu sum nevnt
Árant og Ólavur, meðan tann fjórði
maður beint nú var farin sær ein
einstakan túr til skips.
Beint áðrenn hesa upp gávuna
høvdu teir klætt eini hús á Toftum.
Men annars gera teir onnur smærri
ar beiðir, sum t.d. viðlíkahald, um-
væl ingar og annað.
Og tað verður júst tað, teir
fara í holt við, tá hetta arbeiðið í
Fuglafirði er liðugt.
– Tá fara vit út til Runa víkar, har
vit skulu skifta vindeygu út í einum
húsum, sigur Árant Olsen.
snorri@sosialurin.fo
Frá eini uppgávu til ta næstu
fuglafjørður – Nei, vit hava ikki lýst nakað serligt um arbeiði. Fólk kenna Karl,
og tey vita, at tað arbeiðið, sum hann ger, tað er væl gjørt, sigur timburmaðurin,
Árant Olsen, sum hevur starvast hjá Karl Olsen av Saltnesi í fleiri ár
KlÆðINg
– Vit hava nokk at gera, siga teir báðir Árant Olsen (aftast) og Ólavur Olsen, sum her gera eina altangirðing við eini hús í Fuglafirði
Mynd: Jens Kristian Vang
mest
lokalt
Teir hjá Karli Olsen
hava gjørt nógv ym isk
arbeiði kring landið,
m.a. í Havn, Toftum og
Fugla firði. Men flestu
arbeið ini eru tó gjørd
í Eystur oynni, serliga
kring Skálafjørðin.
Um framt hetta leig ar
hann eisini út for
skallingar og stillads.
Tað vísir seg eisini, at
tá hava øll brúk fyri góðum
timbur monnum
Fylgir árstíðini
Flestu handverkar hava sannað, at í teirri myrku árstíðini er minst
at gera. Men tá tað fer at vára aftur og spíra, kemur eisini gongd á
handverkaravinnuna.
Hetta sama hava teir hjá Karli merkt. Nú vit eru komin væl inn
í apríl mánað, byrja fólk eisini at hugsa um, hvat gerast kann ella
skal við húsini.
– Tað vísir seg eisini, at tá hava øll brúk fyri góðum
timburmonnum, sigur Árant Olsen við einum brosi.