Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. apríl 2010 Sosialurin J. Luðvíksson hevur skrivað um vanlukkuna við Ernestinu. Nógv av tí er tað sama, sum vit longu hava greitt frá. Okkurt er eisini sum ikki samsvarar við føroysku heimildirnar og tí neyvan er rætt. Sagt verður, at á fyrsta túrinum hetta árið vóru 25 mans við, men á hesum túrinum vóru teir 26. Ein pápi hevði fingið loyvi til at taka sín unga son við treytað av, at teir høvdu somu koyggju. Tað fyrsta er neyvan rætt, at Ernestina var á øðrum túrinum á árinum. Men at tað vóru tveir mans um eina koyggju kann saktans vera rætt. Hetta var vanligt tá. Tað skilst á greinini, at her er talan um feðgarnir úr Tjørnuvík. Greitt verður frá, at Ernestina hevði fleiri ferðir trupulleikar við motorinum. Eisini á veg til Íslands hendan túrin., tá motorurin fór at ganga ójavnt. Menn gjørdust varir við, at oljan var skitin. Maskinmaðurin, Poul Joensen, helt, at motorurin fór skjótt at brenna allan skittin av sær. Hetta vísti seg at vera rætt, tí eftir, at teir vóru farnir at fiska, hevði einki ólag verið á motorinum, sjálvt um teir ofta høvdu brúkt hann. Motorurin var jú ikki brúktur alla tíðina. Dávur í Gerðum var undangongumaður Her skal verða greitt eitt sindur frá skiparanum Dáva í Gerðum. Keldan er minningarorð í Norðlýsinum. Dávur var føddur 28. oktober 1889, sonur Ólavur í Gerðum, Óli klokkari nevndur, bóndasonur í Niðristovu. Móðir hansara var Elsa, fødd Heinesen, ættað av Toftum í Eysturoy. Dávur vaks upp í teirri tíðini, tá broytingar vóru at síggja í vinnulívi og samfelagsskipan føroyinga. Tað vísti seg tíðliga, at hugur hansara var til havið. Borðoyavíkin var fyrsti leikvøllur hansara á sjógvi, og legði hon støði undir framtíðararbeiði hansara. 15 ára gamal fór Dávur til skips við sluppini Thorshavn, sum Jákup á Eiðinum førdi. Teir ið mintust Dáva, tá hann fyrstu ferð stóð á skipsdekki søgdu, at hann beinanvegin visti, at hann var borin til hetta starv. Áræði, veiðuhugur og skynsemi vóru longu tá sjónsk sum aðaleyðkenni í skaplyndi hansara. 17 ára gamal fór hann til Íslands at rógva út við motorbátinum Ólavur Jarnheysur. Ferðin til Íslands kom at vera ein av teimum ringastu, men á hesi ferðini fekk Dávur høvi til at sýna bæði dugnaskap og dirvi. 21 ára gamal fór Dávur á skiparaskúla hjá Jens í Dali. 22 ára gamal gjørdist hann bestimaður hjá Kristoffur á Hædd, sum tá í mong ár hevði ført Riddaran, ið hoyrdi heima á Tvøroyri. Væl búgvin til skiparastarvið gjørdist Dávur íognari og skipari á sluppini Solo deo Gloria, ið hann fekk til landa saman við bróður sínum J.F.Kjølbro. Dávur var av hepnastu monnum at fáa fisk og mangt árið mundi hann vera fiskikongur, sum til verður tikið. Í nevnda felagsskapi millum hesar brøður verður grundarsteinurin lagdur til eitt virki, sum kom at skriva søgu í vinnulívinum í heimbygd teirra, ja, í landsins vinnulívi. Dávur var undangongumaður. Hann var millum teir fyrstu her á landi, sum, tá ið grønlandsfiskiskapurin tók seg upp, gjørdi álvara av at fáa størri skip, enn tey vit higartil høvdu verið hjálpnir við. Tí keypti hann – alsamt saman við bróður sínum – Ernestinu og seinri lata hann Skálanes byggja í Fraklandi. Dávur var spaklyntur maður við fáum orðum, men komst tú á tal við hann, merkti tú skjótt, at hann var álvarsmaður við stálsettum vilja. Hann var maður, sum visti av egnum royndum, at havið veldir sorgir og gleði. Honum var lurtað eftir av monnum. Ikki skal verða gloymt her, at Dávur var gudsóttandi maður við sterkari gudstrúgv. Tað var tað, ið bar honum uppi bæði í góðum og ringum tíðum. Tað var í hesi trúgv, at hann nú eftir langa og svára sjúkralegu slóknaði bert 62 ára gamal. Dávur fór altíð tíðliga at búgva skip sítt til várveiðu, og nettup um tað mundið, hann hevði byrjað at gera seg til, fór hann fyri síðstu ferð frá heimi sínum, konu og børnum. Dávur doyði 22. januar 1952. Tað kann verða skoytt uppí hesi minningarorð, at Dávur átti eisini John Bull saman við beiggjanum Kjølbro. Skálanes høvdu teir hjá Dáva fram til 1961, tá ið eldur kom í hana og hon sakk í Grønlandi. Fyri tryggingarendurgjaldið keypti teir Her verður sungin sangurin “Hvør veit tíð ella tíma,” sum funnin var í lummanum á tí deyða Jógvan Thomassen Trý av børnunum hjá Ziska Jacobsen, sum vóru við. F.v. Benrósa, Poulina og Jákup Jákup Ziskason ger seg til reiðar at blaka krans á sjógv til minnis um teir, sum ikki bóru boð í bý við Ernestinu. Undir liðinum á Jákupi stendur Manni Høgnesen, abbasonur bestamannin Jóan Magnus Høgnesen. Manni var føddur uppá tíman 20 ár eftir, at Ernestina fór á land. Hann varð eisini uppkallaður eftir abbanum, sum misti lívið tá Her er kransurin kastaður Minningarhaldið í 2000 á Bjarnavikurberg, har Ernestina fórst. Frá høgru síggjast Thordur Olafsson, sum var formaður i Sjómannafelagnum í Thorleifshøfn, har manningin fór umborð á Verdandi, Heðin Skaale úr Klaksvík, Tórarinn Snorrason, abbasonur hreppstjóran, sum skrivaði almennu frágreiðingina um vanlukkuna, Oskar Vigfusson, fyrrverandi formaður í Sjómannasamband Íslands, tann hálvi skopuningurin Skúli Sigurðsson, Kristian Jensen úr Havn og Ómar Óskarsson, sonur Oskar Vigfusson 17 Framhald á síðu 18