mikudagur 14. apríl 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
Sosialurin
Dávavirkið, sum í nógv ár hevði
stóran týdning fyri virksemið í
Klaksvík.
Aftur á slóðina
Í august í 2000 skipaðu eftirkomarar
hjá Ziska Jacobsen fyri ein ferð til
plássið í Íslandi, har Ernestina fór
á land. Ferðin kom tískil at falla
saman við, at tað vóru liðin 70
ár, síðani vanlukkan hendi, eins
og tað tá vóru 100 ár síðan Ziska
var føddur. Við í ferðalagnum
vóru 57 fólk, og vóru tey nærum
øll eftirkomarar við makum hjá
teimum, sum vóru við “Ernestinu.”
Umfram hetta vóru íslendskir
hjálparar, sum høvdu verið við til
at leggja ferðina til rættis.
Farið varð fyrst í gamla kirkju
garð í Reykjavík at vitja tær
føroysku
fiskimannagravirnar
har. Her liggja manningarnar á
Onnu og Acorn. Aftaná var farið
í Fossvogkirkjugarðin, har tað er
eitt serligt minnismerki fyri allar
teir sjómenn, sum eru farnir undir
Íslandi gjøgnum tíðirnar. Tað sigst,
at har eru 3000 nøvn skrásett.
Út á Bjarnuvíkurberg
Síðan varð farið til Tórleifshøfn,
har arbeiðara og sjómannafelagið
á staðnum bjóðaði ein bita.
Formaðurin
í
hesum
felag,
Thordur Olafson, var við til at skipa
fyri ferðini út á Bjarnvíkurberg, har
Ernestine fór á land. Koyrt var so
langt við bussinum sum slapst,
men síðsta teinin mátti farast við
jeepum. Summi gingu ein part ella
allan tann teinin, sum gingið varð í
1930 undir nógv verri umstøðnum.
Ferðaleiðari út á bergið var Tór
arinn Snorrason, sum er abbasonur
“hreppstjóran” (sýslumannin), sum
tá var. Hann kundi heilt nágreiniliga
vísa á, hvar hesar hendingar fóru
fram í 1930.
Minningarhald
á berginum
Úti á berginum varð hildin ein
minningarløta. Fyrst varð sungin
sangurin “Hvør veit at siga tíð
ella stund,” hjá Jógvan Thomasen.
Greitt varð frá hesum sangi í
seinasta parti.
Síðan bað alt fólkið í felag Faðir
Vár. Aftaná blakaði Jákup Ziskason,
sonur Ziska Jacobsen, ein krans á
sjógv til minnis um teir, sum ikki
komu aftur á lívi. Síðan var sungin
sangurin: “So kenslusom hendan
løtan er,” sum var yrktur til hetta
høvið av Bettu í Dalinum, sum er
gift við abbasoni Ziska Jacobsen.
Heimafturkomin av berginum var
hildin ein onnur minningarløta í
Stranda kirkju, sum er beint við
bóndagarðin, har manningin vann
upp hús. Líkini vóru løgd í hesa
kirkju, til tey kundu flytast víðari
til Reykjavíkar.
Her var fyrst sungin sangurin
“Takk harri fyri hendan dag,” sum er
yrktur av Jóan Magnus Høgnesen,
ið var bestimaður við Ernestine,
og sum var ein av teimum, sum
ikki kom aftur á lívi. Hesin sangur
verður endurgivin í komandi parti
Petur Nolsøe úr Kaldbak, sum tá
arbeiddi á sjómansheiminum Ørkin,
hevði eitt orð og las upp nøvnini á
teimum, sum fórust.
Seinast varð sungin sangurin
“Den store hvide flok vi se,” sum
eisini varð sungin, tá ið Drotningin
á sinni kom á Klaksvík við bæði
livandi og deyðum.
Samkoma á Ørkini
Síðan var farið aftur til Reykja
víkar, og her bjóðaði Føroya Fiski
mannafelag øllum til eina samkomu
við døgurða á sjómansheiminum
Ørkini. Út við 70 fólk mundu vera
til staðar.
Her vóru eisini røður hildnar,
eisini av avvarðandi at teimum,
sum vóru við Ernestine. Millum
hesi vóru Torleif Justinussen og
Hervør Djurhhuus, hvørs frásagnir
eru endurgivnar í hesum og
seinasta partinum. Hervør endaði
sína frásøgn við at siga, at “tað er
mær ein gleði at vera við til hesa
hátíðarløtu, sum eg kenni meg at
vera ein part av. Tøkk fái tit ið fingu
hetta í lag, teimum ið fóru til æru og
okkum sjálvum til spekt og sóma.”
Soleiðis mundu øll kenna tað.
Palli Ziskason greiddi frá, at
hann saman við systkinabarninum
Per Jacobsen, báðir abbasynur
Ziska, í fleiri ár høvdu tosað um
at fáa eina slíka ferð í lag. Men
eftir væleydnaða tiltakið, sum FF
skipaði fyri árið frammanundan
í samband við vanlukkurnar við
Onnu og Acorn, vóru teir farnir í
holt við at seta ætlanina í verk.
Palli takkaði teimum, sum høvdu
hjálpt til at fyrireika tiltakið og ikki
minst teimum í Íslandi, sum høvdu
gjørt ein stóran part av tí praktiska
arbeiðinum.
Oskar Vigfusson hevði eisini
orðið. Hann var í nógv ár formaður
i Sjómannasambandi Íslands. Hann
hevði tí eisini nógv samband við
Føroya Fiskimannafelag. Oskar
var rættuligur føroyavinur og var
eisini giftur við føroyskari konu,
Nikolinu, ættað úr Sumba. Hann
doyði í 2006.
Oskar hevði saman við sjó
mannasambandinum
gjørt
eitt
stórt arbeiði at fyririeika hetta
tiltak og eisini tiltakið í 1999. Alt
hevði eisini riggað uppá tað besta.
Oskar tosaði eisini um um tað
góða samstarv hann hevði havt
við Føroya Fiskimannafelag og ikki
minst formannin, sum tá var.
Sum at hava verið við
til jarðarferðina
FFblaðið skrivaði um hesa ferð
ina, at tað var semja millum
allar luttakararnar um, at hetta
tiltakið var sera væl eydnað.
Fiskimannafelagið var fegið um
at hava kunnað medvirka til, at
luttakararnir høvdu havt ein dag,
sum teir komu at minnast fyri tað
góða. Vit mettu tað sjálvsagt hava
týdning, at tey avvarðandi kundu
hava møguleika fyri at markera ein
hending, sum hevur so djúpar røtur
hjá teimum.
Fleiri teirra, sum vóru við
bæði í 2000 og 1999, og sum mistu
pápan, mintust sum so lítið til
hesar hendingar. Men tey góvu til
kennar, at tey nú mestsum føldu
seg hava verið við til jarðarferðina
hjá honum, tey mistu.. Tey kundu
nú sleppa av við tí sakni, sum tey
høvdu følt við ongantíð at hava
kunnað tikið avskeð við pápan.
Felagið metti tá tað eisini hava
týdning at kunna landsmenn okkara
um tey kor, sum okkara forfedrar
máttu stríða seg ígjøgnum. Og vit
vildu eisini vera við til at minnast
bæði teir sum hóraðu undan og teir,
sum ikki gjørdu tað, við at lýsa hesa
søguna so væl, sum hetta letur seg
gera.
Yrking um Ernestinu
Slíkar
hendingar
førdu
eisini
mangan til, at yrkt varð um tær.
Ein slíkur yrkjari var Jákup í
Jógvanstovu úr Lorvík, sum gjørdi
hesa yrkingina:
Og tú Ernestina, har staðið tú fór,
ódnin teg bardi við brotum í sor.
Nakrir sóu Føroyar aftur,
tó gjaldið var svárt, so dýrur ein
skattur!
So reystur maður sagt er mær frá,
í havið leyp Ziska, tá mest stóð á;
væl bant hann togið um stóran stein,
evsta bjarging tað var fyri teir!
Tann djarvi maður hann gjørdi seg til.
Í havið loyp Ziska! Eg royna tað vil.
Hann surraði togið um Íslands
fjørustein,
einasta lívsvón tað var fyri teir!
Um høga bakkan teir klintraðu har,
tað bragdið var gjørt við togenda nær,
á land komu menn av Ziskasa ávum,
ein útstýrdur maður við gudgivnum
gávum!
Aftaná hátíðarhaldið á berginum var andakt í Stranda kirkju
Á hesi andaktini hevði Petur Nolsøe úr Kaldbak frá
føroyska sjómansheiminum í Reykjavík orðið, og hann
las upp nøvnini á manningini á Ernestinu
Um kvøldið bjóðaði fiskimannafelagið til samkoma á
sjómansheiminum Ørkin, har fleiri høvdu orðið. Hetta er
ættin hjá feðgunum í Tjørnuvík, sum var við á ferðini
Komandi partur
Í 5. og seinasta parti av hesi røð fara vit at greiða frá umstøðunum
hjá teimum, sum mistu. Høvuðskeldan er Símun, sonur Jóan Magnus
Høgnesen, sum var ein teirra sum doyði við Ernestinu
Miðvikan
18
Framhald frá síðu 17