Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 14. apríl 2010 Sosialurin Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hjørdis Christiansen av Tvøroyri hevur 11. januar í ár tikid útbúgving sum cand. merc. í Strategic Market Creation frá Copenhagen Business School. Maria Schantz Johnsson hevur 6. apríl tikið prógv sum djóralækni (cand.med. vet.) á Det biovidenskabelige Fakultet við Københavns Universitet. Diamantbrúdleyp Hósdagin 15. apríl hava Alexandra og Niclas Bech í Vági diamantbrúdleyp. Tey eru ikki heima. 75 ára føðingardagur Fríggjadagin hin 16. apríl fyllir Helena í Hoyvík, Tórshavn, 75 ár. Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin saman við henni, eru vælkomin í Losjuna á Tinghúsvegi frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. Andlát Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaða mamma okkara Anna Kathrina Vang Kaldbak fødd Hansen, ættað úr Gøtu, andaðist sunnudagin 11. apríl 2010 á lágargarði 86 ára gomul. Kistan fer av lágargarði mikudagin kl. 18.00 Jarðarferðin verður úr nazaret í Kaldbak hósdagin kl. 14.00 Fyri tey avvarðandi Haldur, Eyðun, Hjørleif, Annfinn, Karin, Hanna, Arna og Karstin Í staðin fyri blómur, kann ein gáva latast til Zarepta, konta í peningastovnunum. Andlát Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum, at góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Ellen Lützen, Tórshavn, andaðist á lágargarði sunnudagin 100 ára gomul. Bønarhald verður á lágargarði mikudagin kl. 16.00 Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju hósdagin kl.12.00 tey, ið ynskja at minnast Ellen, kunnu lata lágargarði eina gávu. Konta í peningastovnunum. Familjunar vegna, Valdemar, Anni, Kim, Eydna og Ellindur Andlát Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at góði pápi, abbi og beiggi okkara Kári Mikkjalsson Helmsdal, Tórshavn, andaðist á landssjúkrahúsinum sunnudagin 11. apríl 64 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum mikudagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju hósdagin kl. 14.00 Familjurnar vegna, Mikkjal Andlát Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara góða mamma, vermamma, omma, og langomma Elisabeth F. Eliasen leirvík andaðist á landssjúkrahúsinum mánanáttina 85 ára gomul. Bønarhald verður á landssjúkrahús­ kapellinum hóskvøldið kl.18.00 Jarðarferðin verður úr Hebron í leirvík fríggjadagin kl.14.00. tey, íð ynskja at minnast mammu okkara við blómum ella kransi, kunnu senda eina gávu til Akurin. Familjurnar vegna Jón, Korinta, Tummas, Sigrun og Eydna. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndi samkenslu tá kæra mamma, vermamma og omma okkara Marin Sofie Birgitte Thomsen (f. Midjord). Sumba andaðist og fór til gravar. Tøkk til tykkum, íð fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir. Familjunnar vegna Torri, Gunnbjørg, Viktoria, Laura, Jannie, Morten, Jonas, Rebecca og Oliver.