mikudagur 14. apríl 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 14. apríl 2010
Sosialurin
klokkan
at svimja
Svimjing Frans Johannesen. Í Føroyum eru tað
tey fáu, sum kennast við navnið, men í Danmark
er hálvi funningsmaðurin og hálvi kunoyingurin
kendur sum ein av landsins fremstu svimjarum í
sínum aldursbólki. Tað er ikki av ongum. Tá danska
svimjisambandið í síðstu viku skipaði fyri DM 2010,
var Frans heilsar sjey ferðir uppi á sigurspallinum
Árni Joensen
Tríggjar ferðir stóð hann einsamallur á
ovasta pallinum, eftir at frásøgumaðurin
í teirri glæsiligu svimjihøllini í Esbjerg
hevði rópt hann gullvinnara og danskan
meistara. Í einum føri stóð hann ovast
sum gullvinnari og meistari saman við
trimum feløgum. Hetta heiðursmerkið
var einki minni enn eitt bragd, tí her vann
hann meistaraheitið fyri seniorar, hóast
hann bert er 17 ára gamal og kappaðist
ímóti teimum, sum eru eldri.
Umframt tey fýra donsku meistara
heitini og gullmerkini, vann Frans silvur
í tveimum kapp ingum og bronsu í
tveimum. Og so hoyrir tað við til søguna,
at hann eisini megnaði at kvalifisera seg
til EM í Finnlandi, har hann skal svimja
400 metra frísvimjing. Framman undan er
hann norður lendsk ur meistari í bæði 400
metra og 1500 metra frísvimjing.
Eldri bróðurin, 19 ára Sørin, var eisini
ein av teimum heilt evnaríku svimjar
unum og vann nógv heiðurs m erki. Hann
hevur ikki gjørt so nógv við svimjingina,
men er nú byrjaður aftur, og í kappingini
í páskavikuni eydnaðist honum at koma í
eina hálvfinalu.
Upp klokkan fimm
Frans var fimm ára gamal, tá hann
byrjaði at svimja við tí serliga svimji
skúlanum, sum felagið West Swim í
Esbjerg hevur. Síðani hevur hann hildið
seg til svimjingina, burtursæð frá einum
ári, tá hann valdi fótbóltin framum. Men
skalt tú gera teg galdandi innan svimjing,
er eittans at gera, og tað er venjing.
Frans og Sørin venja nógv, og teir fara
frá húsum klokkan fimm á morgni at
venja. Frans greiðir frá, at hann hevur
28 venjingartímar um vikuna. Tíggju
ferðir venur hann í vatni, og harafturat
eru tríggj ar styrkivenjingar um viku
na. Vikuskiftið fer eisini til venjing. Tá
er svimjing leygar dag og styrkivenjing
sunnu dag. Men er tað ikki stræv ið?
– Nei, tað er stuttligt. Eg keði meg at
sita heima og gleði meg at sleppa aftur at
venja, sigur hann brosandi.
Frans gongur í 10. flokki, men tann
nógva svimji venj ingin órógvar ikki skúla
gongd ina. Skúlin, sum Frans gong ur í,
hevur eina serliga skip an, sum ger tað
møguligt hjá serliga dugnaligum ítróttar
fól k um at samskipa venj ing og skúla.
Skipanin, sum er galdandi frá 7. flokki,
er ætlað at geva ungum úrvals ítróttarfólki
møguleika at ganga í skúla og venja ítrótt
á høgum stigi. Hjá Frans hevur skipan in
tann týdning, at hann kann venja tíðliga
um morgunin, tí skúlagongdin byrjar ikki
fyrr enn klokkan 10.
Málið er OL
Nú hann er 17, er Frans Johannesen bæði
danskur og norðurlendskur meistari, men
mál ið er størri enn so. Sum hjá so mongum
ítrótt ar fólki, hevur hann ein dreym um
at slep pa við til olymp iskar leik ir. Hann
ásann ar, at tíðin til OL í London í 2012
verður heldur knøpp, men so er málið er
sleppa til Ol í Brasil í 2016. Tá verð ur hann
mitt í tjúgunum og í bestu árum sum
svimjari.
Men fyrst verð ur tað EM í Finn
landi í summar, har Frans verður ein av
svimjarunum á danska landsliðnum, sum
hann skal til Portugals á venj ing ar legu
saman við. Fyrst í hesum árinum hevði
hann líka góðar tíðir sum teir bestu í
hansara bólki, men sjúka gjørdi, at hann
misti eitt sindur. Kortini hevur hann
góðar vónir til EM.
– Eg haldi, at eg kann fáa heiðurs merki,
og eg vænti ið hvussu er at koma í onkra
finalu, og so verði eg nøgdur, sigur hann.
Kanska Føroyar seinni
Frans og Sørin hava eina ferð roynt seg
í Føroyum. Tað var í 2007, tá teir svumu
fyri Suðuroyar Svimjifelag. Hetta kom í
lag, tí Jón Bjarnason var venjari hjá Sørini
eitt skifti. Svimj ing in í Føroyum gekk
væl. Sørin vann fleiri heiðursmerki, men
ongantíð meiri enn silvur, tí Pál Joensen
fór við gullinum. Frans fekk minni
burturúr, tí hann var sjúkur, tá kappingin
byrjaði.
Men kundi Frans hugsað sær at svomið
fyri Føroyar? Jú, um tað vóru somu
møguleikar har sum í Danmark, heldur
hann. Hinvegin kundi hann gott hugsað
sær at roynt seg aftur til eina FMkapping.
Men vansin er, at hann fær eina mánað
karantenu frá sínum danska felagi, um
hann svimur fyri eitt føroyskt felag til FM.
Føroyska
landsliðið
kann
Frans
ikki svimja fyri, tí so sleppur hann ikki
aftur á tað danska. Hann ásannar, at
Oyggjaleikirnir høvdu verið áhugaverdir,
men at hann vil ikki missa møguleikarnar
við danska landsliðnum.
– Men kanska velji eg Føroyar framum,
tá eg verði eldri, sigur Frans stillisliga og
og rembir sær. Men nú er klokkan eisini
farin av níggju, so tað er sognartíð hjá
einum toppsvimjara.
arni@sosialurin.fo
Bæði Frans og beiggi hansara, Sørin, hava tey mongu heiðursmerkini hangandi
á vegginum heima. Her sæst Frans undir síni flottu røð av heiðursmerkjum
Mynd: Árni Joensen
gYLTUR vEggUR