mikudagur 14. apríl 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 14. apríl 2010
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Hvønn morgun kl. 9 møtast teir á
bókasavninum. Einir 10 mans at
lesa føroysku bløðini og at tosa
saman. Onkutíð eru teir 12 í tali.
– Tað er altíð hugaligt at lesa
bløðini, sigur Arthur, sum næstu
ferð fyllir 70 ár.
Hann er ein av teimum trúføstu
monnunum, sum dag og dagliga
vitja bókasavnið.
Fyri teimum liggja bløðini klár,
og á borðinum stendur altíð ein
heitur og góður kaffimunnur. Og
smákøkur afturvið.
Hesin
munnurin
ger
uttan
iva sítt til, at tað gongst væl hjá
heimum tilkomnu monnunum at
fáa sín egna munn á glið.
– Her er gott at vera, sigur
hann.
Stýra landinum
Sum skilst, gongur prátið bæði lætt
og væl, og evnini eru nógv, tá teir
hittast runt runda kaffiborðið.
Ofta er politikkur á skránni, og
tað er helst so sum Arthur tekur til:
– Tað var kanska hiðani, at landið
átti at verðið stýrt!
Henda morgunin, ið Sosialurin
vitjaði í Fuglafirði prátaðu teir heilt
vist um fótbólt. Kvøldið fyri hevði
ÍF nevniliga fingið javnleik ímóti
EB/Streymi.
Arthur var ikki sjálvur við til
»morgunfundin«, tí hann skuldi til
tannlækna.
– Men nú seinnapartin, fór eg
mestsum bara at vita, um ikki ein
kaffimunnur kortini mundi vera
eftir til mín, sigur hann við einum
brosi.
Bæði Dimmalætting og Sosial
urin vóru á skránni henda miku
dagin í farnu viku. Serliga spenn
andi mundi vera hjá honum at lesa
nýggja Oyggjablaðið, sum lá inni í
Sosialinum.
– Ja, okkurt mugu bløðini skriva.
Tað er líkamikið hvussu tey skriva
– øll verða ikki nøgd kortini. Ein
fær ikki øll í ein part, sigur Arthur
Hansen avgjørdur.
Í dagsins blaði kann hann so,
kanska á fyrsta sinni, lesa eina
grein um seg sjálvan.
snorri@sosialurin.fo
Hvønn morgun kl. 9
FuglaFjørður – Mær dámar sera væl at koma higar
á bókasavnið, sigur fuglfirðingurin, Arthur Hansen, sum
er ein av trúføstu gestunum á Fuglafjarðar bókasavni.
– Eg lesi bara tey føroysku bløðini, slær hann fast
lesari
– Mær dámar best at lesa tey
føroysku bløðini, sigur 69
ára gamli Arthur Hansen
Mynd: Jens Kristian Vang
Eftir at Leirvík og Gøta løgdu saman
til ta nýggju Eysturkommunu, er
spurn ingurin, hvat Fugla fjørður
ætlar, vorðin aktuellur. Býráðið
tykist ikki sinnað fyri nakrari saman
legging. Men hvat siga borgararnir?
Vit spurdu tríggjar fuglfirðingar,
sum vóru til handils hjá Haraldsen
um hetta málið. Spurningurin var:
Skal Fuglafjarðar kommuna leggjast
saman við aðrar kommunu(r), ella
framhaldandi verða egin kommuna?
Trý í
handlinum
– Vit liggja so
nær við Eystur
kommunu, og tí
skulu vit sjálvandi
leggja saman
við teimum.
Margretha Rasmussen,
Fuglafjørður
– Eg havi einki
ímóti hinum
kommunum, men
eg haldi, at vit,
sum er, klára tað
fínt einsamøll.
Finnur Olsen, Fuglafjørður
– Vit skulu sjálv
andi leggja sam an
við Eyst ur komm
unu. Og hví ikki taka
Klaks vík við eisini?
Dagfinnur Danbjørg,
Fuglafjørður
Fróðarmaðurin og 90 ára gamli
Alfred Klein vitjar eisini á bóka
savninum – ikki fyri at lesa, men
fyri at hugna sær saman við hinum.
– Vánaliga sjónin forðar mær
tíverri í at lesa bløðini, sigur hann
Mynd: Jens Kristian Vang
hugni
Okkurt
mugu bløðini
skriva. Tað
er líkamikið
hvussu tey
skriva – øll
verða ikki
nøgd kortini
Bert ein íløga ...
er í gongd í kommununi í løtuni. Tað er tann stóri og nýmótans barnagarðurin sum
verður bygdur á Kambsdali. Her er talan um ein barnagarð, sum er ætlaður til 88
børn. Kostnaðurin er mettur til 25 mió krónur samanlagt.
Tað hevur tikið rættiliga drúgva tíð at fáa barnagarðin lidnan. Men ætlanin er nú,
at hann skal kunna takast í nýtslu eftir summarfrítíðina í 2012.
Kommunan hevur góðar royndir við verandi barnagarði í Fuglafirði, og hetta støðið
ynskir ein at halda fast við í hesum nýggja. Sagt verður, at tá komið er nakað út
á árið, verða ætlandi onkrar smærri og neyðugar íløgur gjørdar ymsastaðni í
kommununi.