mikudagur 14. apríl 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
8
Sosialurin
At ummæla miðlarnar síðstu dagarnar er óivað ikki so lætt, sum
tað kanska ljóðar. Tað er sum við spurnarkappingum; tað er lætt
at sita og brúka seg undir lurtitólinum í stovuni, men verri er tá
á stendur, og ein sjálvur er partur av spælinum.
Skuldi eg svara spurninginum um meg og mínar miðlar, sum
ein útvaldur persónur t.d. hvørja viku ger í vikuskiftis Sosialinum,
so hevði svarið verið, at Kringvarpið, tær báðar stóru avísirnar, og
so ymsir portalar, føroyskir og útlendskir, nøkta mína tíðindaviku.
Útboðið er eisini so stórt á netinum, at ein fær vanliga ikki stundir
til stórt meira, enn at vitja kendu síðurnar.
Politikkur hevur í stóran mun merkt tíðindini. Kanska í ov
stóran mun, tí í mongum førum kundi tykjast, sum vóru miðlafólk
á ferð eftir onkrum, sum kortini ikki var har. Og tá kemur bert
ein søga burturúr, hóast beinleiðis av staðnum , sum endar við,
at meira frættist seinni og bíðast má eftir at vita, hvussu leikur
endar.
Eins og mong í mínum aldri, eri eg frá barnsbeini vanur við, at
ta løtuna tíðindasendigin í útvarpinum er, verður lurtað, um enn
tað er loyvt at røra seg hesa løtuna. Løtan er so at siga sett av
til nøkulunda frið og at geva sær stundir at lurta. Kringvarpið er
ein høvuðsmiðil í okkara gerandisdegi. Men tíðin, tá útvarpið var
tað, ið savnaði familjuna, er farin. Yngru ættarliðini kenna helst
lítlar bindingar til Kringvarp Føroya. Hetta er helst partvís ein
samfelagsbroyting, sum onki gerst við. Men við øðrum orðum
verða lurtarar ikki settir við! Tíðin, tá føroyingar sótu við oyrunum
nær lurtitólinum, tá V4 og undirhaldsharkaliðið har var á ferð
kring landið við sangi og skemti, er farin. Men hinvegin hoyra
vit ikki slíkt longur! Tað, ið kemur longst á hesum stiganum, er
kanska Quisturin.
Men rembingarnar í Kringvarpinum seinnu árini tykjast ikki
heilt at megna at betra støðuna. Eftir mangar broytingar, neyðugar
og óneyðugar, eru tó glottar at hóma í kringvarsskránni, tó tað
óivað er langt á mál. Størstu glottarnir eru á dokumentariska
økinum, har vit hava sæð og hoyrt góðar sendingar. Somuleiðis
við sendingum, ið viðgera ávís evni, og har miðlafólk hava fingið
tíð at arbeiða við ávísum evni. Rósast skal, har rós er uppiborið!
Men ikki kemst uttanum, at mangar av teim áhugaverdu eru
endursendingar, t.d. sendingin um The Beatles.
Men eitt er, ið ikki broytist, kanska serliga í loftmiðlum:
føroyska málið. Undantikið tó, at morgunsendingin hevur eina
málløtu – sum eg ov sjáldan havi umstøður at hoyra - á 5-10
minuttir einaferð um vikuna. Eg veit at tað ofta verður tikið
sum grenj at koma við slíkum, men miðleysi málpolitikkurin er
skaðiligur; Tað er hja mongum oyðileggjandi fyri lurtaragleðina, tá
t.d. útvarpið støðugt lýsir við skógvaútsølu frá skógvahandlum-
tað eitur t.d. skóleistur og skómakari, ikki skógvamakari. At tey
t.d. kunnu gleðast um tí løtuna – tá tað er ta løtuna (ta uttan
Ð, tí løta er kvennkyn), og at hús har enn brendu í grund, heldur
enn brunnu. Dømini er mong. Helst eru tey málkønu so smátt
við at fækkast í Kringvarpinum. Ikki at hinir miðlarnir ikki eisini
hava málvillur, men alment Kringvarp eigur at ganga á odda, og
er enn so mikið í oddinum í mentanarligu og málsligu uppalingini,
at her eigur at gerast okkurt. Málsliga málleysu miðlarnir eiga at
fáa hjálp, um tað kann betra málsligu dygdina.
Miðlar
Dagfinn Olsen
Í mikudagsblaðnum ummæla skiftandi fólk fjølmiðlarnar.
Næstu ferð skrivar Birgir Kruse.
Miðlar í
málloysi
Randi Jacobsen
Tað verður mett sum sera
grovt at melda nakran falskt
fyri neyðtøku. Bæði tí tað er
hart fyri tann, sum ldaður
verður, og tí politiið verður
sett í gongd við at gera eitt
størri arbeiði, ið vísir seg ikki
at hava nakað endamál.
Men kortini slapp ein 19
ára gomul við einum linum
dómi fyri at hava meldað ein
mann falskt fyri neyðtøku.
Politiið arbeiddi í nakrar
dagar við málinum, og tað
kom so langt sum, at maðurin
varð skuldsettur. Men tá ið
hann varð avhoyrdur, hingu
forkláringarnar ikki saman.
Og tá ið kvinnan fekk at
vita, hvat hann hevði sagt,
viðgekk hon, at talan var
ikki um neyðtøku. Hon hevði
meldað neyðtøku í vón ini
um at fáa loyst aðr ar trupul
leikar, sum hon hevði. Tað
var sostatt eitt neyðarróp, og
júrt við atliti til persónligu
viðurskifti hennara var dóm
urin linari, enn hann annars
hevði verið.
Dómurin var 20 daga
treyt aða fongsulsrevsing við
royndartíð í tvey ár. Tað vil
siga, at hon skal ikki inn at
sita, ger hon einki revsivert
næstu tvey árini.
Haraftrat skal hon vera
undir eftirliti hjá Kriminal
forsorgini í eitt ár.
Tað var í fjør summar,
at kvinnan falskt meldaði
neyðtøkuna.
randi@sosialurin.fo
Randi Jacobsen
Í mai eru tvey ár liðin, síðan
ákæruvaldið legði hald á
russiska trolaran Ros fyri
ólógligan fiskiskap, og síðan
hevur Ros ligið við bryggju í
Kollafirði.
Ta fyrstu tíðina var øll
manningin umbor, men sum
frá leið, fór meginparturin
av manningini heim, og bara
tríggir menn vóru eftir. Teir
hava livað av náði frá felags
skapinum Hjálpini.
Í seinastuni hava bara
ver ið tveir menn eftir, og nú
mistu teir tolið.
Mánadagin læstu teir fyri
seinastu ferð Ros, góvu Árna
Dam, umboðsmanni lykl ar
nar og fóru so umborð á skip ið
Atlantic Lady, ið játt aði teim
um fart heim til Russ lands.
Eftir í Kollafirði liggur Ros
nú mannleysur.
Hesi bæði árini hevur fút
in rinda havnagjald fyri Ros,
og fútaembætið vildi helst
fingið skipið selt, men enn er
einki nýtt at frætta um nakra
sølu, sigur Finn Ougaard,
varafúti.
Fund við reiðarafelagið
Í seinastu viku vóru Árni
Dam og Karl Erik Reymheim
bodnir til Murmansk at há
tíðarhaldið hjá stóra reið ara
felagnum, sum umboðar um
100 feløg á sjógvi og landi.
Teir nýttu tá høvi at hava
ein fund við Nikitin, stjora
í tí felagnm og við Kazatlin,
stjóra í felagnum, sum keypti
Norðborg.
Fundurin endaði við, at
teir báðir játtaðu at fara at
kanna hjá fíggjarstovnunum,
hvat gerast kann við Ros.
Árni Dam sigur, at teir
fingu at vita, at í Kirkenes í
Noregi hava leingi ligið tveir
russiskir trolarar, sum norska
ákæruvaldið legði hald á. Teir
trolararnir vóru í sama standi
sum Ros, og endin var, at teir
vórðu seldir sum gamalt jarn
fyri vánaligan prís.
Annars hava reiðaríini,
hvørs skip fiska í russiskum
sjógvi boðið sær til at hjálpa
til við at fáa Ros úr Føroyum.
Reiðaríini eru P/F Enniberg,
P/F Vesturvón og JFK Trol.
Reiðararnir boðaðu ákæru
valdinum frá, at tey trý reiða
rí i ni vóru til reiðar at býta
sína millum útreiðslurnar av
at gera Ros siglingarkláran,
tí ein áhugaður keypari var
í Litava.
– Men vit hava einki
frætt aftur, sigur Mortan Jo
hannesen.
randi@sosialurin.fo
Eitt neyðarróp
dómur Ein 19 ára gomul kvinna fekk í Føroya rætti mánadagin 30
daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri falska fráboðan um neyðtøku.
Persónligu viðurskiftini gjørdu, at dómurin ikki var harðari
Teir seinastu stongdu
rOS Russiski trolarin Ros, sum í næstan tvey ár hevur ligið í
Kollafirði, er nú mannleysur. Tveir teir seinastu menninir umborð
fóru heim mánadagin við russiska skipinum Atlantic Lady
Fríggjadagin, Stanislav (t.v) og maskinmaðurin, Igor (uttanst til høgru) av Kollafirði.
Maðurin í miðjuni er skiparin á Atlantic Lady. Tá ið teir fóru avstað, stóð Leif Erik Niclasen
frá felagsskapinum Hjálpini á bryggjuni og heilsaði teimum farvæl við fýrverki
Mynd: Leif Erik Niclasen
farnir heim
Tað er álvarsligt at leggja fólk undir neyðtøku
følSk frábOðan