Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. apríl 2010 8 Sosialurin Oyggjablaðið ÍF-mamman nokk at ge Snorri Brend – Tað var faktist púra natúrligt at eg fekk áhuga fyri fótbólti, greiðir ÍF-mamman frá. Henda ítróttargreinini hevði stóran áhuga í bygdini. Og tá so ein av hennara egnu, miðlingurin Símun Eliasen fór at spæla fót- bólt, visti hon hvør hennara upp- gáva var. Og varð. – Hann vildi bara hava meg við, allastaðni har sum teir fóru at spæla dyst - óansæð um tað var á plenuni her í bygdini ella vit fóru av bygdini. – Og tað bleiv so heldur ikki »betri«, tá tann yngri beiggin, Han us fór at spæla fótbólt. Men eg havi havt nógvar góðar løtur í hesum arbeiðinum, sig ur Hildigarð Eliasen, sum upp runa- liga er ættað úr Lamba. Nú eru teir báðir vaksnir menn, men áhugan fyri fótbólti hevur hon ikki slept. Hennara arbeiði er nú meiri handan leiktjøldini, sum peningarøkil og samskipari hjá ÍF. Millum mongu uppgávur henn- ara er hon, at fáa dómaraseðlar frá teimum yngru deildunum send ar til Fótbóltssambandið, fáa skjølini til bókhaldaran í fe - lagnum og gjalda rokningarnar rætt stundis. – Mær dámar hetta arbeiðið, sigur Hildigarð Eliasen, sum drív- ur á, hóast hon er farin nakað um tey seksti árini. Ein nevnd í fýra Fyri 14 árum síðani fór Hildigarð sjálv virkin upp í fótbólt. Hetta árið gjørdist hon partur av nevnd- ini í ÍF. Um hetta mundið var arbeiðið í nevndini rættiliga umfatandi, tí ein skuldi hugsa um ymiskan ítrótt: Her var í fyrsta lagi tal- an um fótbóltin, men tey skuldu samstundis taka sær av so ym isk- um ítróttargreinum sum flog bólti, kappróðuri og bad min ton. Men fyri tveimum árum síðani varð nevndin umskipað í fleiri deildir. Og her var heilt natúrligt, at Hildigarð gjørdist partur av fót- bóltsdeildini, sum ikki óvæntað fekk navnið ÍF-fótbóltur. – Arbeiðið varð so nógv, at tað var hildið rættast at skipa tær ymisku greinarnar í hvør sína deild. Samstundis var tað eisini eitt krav frá FIFA (heims­ felags skapurin hjá fótbóltinum, blaðm.) um at hava ein serstakan roknskap fyri fótbóltsdeildina, greiðir Hildigarð frá. Formaður í hesi deildini er kendi ÍF’arin Ólavur Larsen, með - an Hildigarð er peningarøkil og annars samskipari hjá felag num, við hundraðtals ymiskum upp - gávum. Góðir stuðlar Vodafone-liðið hjá ÍF hevur fingið eina hampiliga byrjan í ársins kapping. Teir liggja nú við fýra stigum á 6. plássi, eftir at teir mánakvøldið taptu 0-1 ímóti B68 á Toftum. Liðið hevur fingið sær góðan styrk til hetta kappingarárið, við m.a. Jákupi Mikkelsen í málinum og Rógva Jacobsen í álopinum. Hóast úrslitini á vøllinum kunnu skifta, so er kortini greitt, at pen- ingur skal í kassan hvønn einasta dag fyri at kunna reka eitt slíkt umfatandi felag. Ein av mongu uppgávunum hjá Hildigarð er júst at gjalda rokningar, og gera sítt til at fáa stuðlar til felagið. Sjálv sigur hon seg onga orsøk hava at klaga um stuðulin til felagið: – Nei, eg kann ikki lata illa at. Tað er sjáldan at tú fært eitt nei. Men sjálvandi - onkutíð vænta vit at fáa góðan stuðul frá onkrum, men fáa kanska eina minni upp hædd enn vónað. – Soleiðis sum tíð- ir nar hava verið, er tað einki at siga til. Hetta mugu vit bara liva við, sigur bjart skygdi pen- inga røkilin í ÍF-fót bólti. snorri@sosialurin.fo FUGLAFJØRÐUR: - Eg róði eitt sindur kapp við Tjaldrinum á yngri árum, men nú er tað fótbólturin sum fyllir næstan alt í mínum lívi. Tja, eg geri faktist bara tað sum eg havi áhuga fyri, sigur Hildigarð Eliasen úr Fuglafirði. Hennara partur sum samskipari liggur ikki eftir í virkna felagnum. Hon er av sonnum ÍF-mamman Hann vildi bara hava meg við, allastaðni har sum teir fóru at spæla dyst - óansæð um tað var á plenuni her í bygdini ella vit fóru av bygdini.