Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 14. apríl 2010 Sosialurin Randi Jacobsen Hvønn týsmorgun er sangur á skránni í Tilhaldinum í Havn, og tá møta ungir og eldri pensjonistar í stórum tali. Tað veldst eitt sindur um veður og vind, hvussu nógv fólk møta. Týsdagin skein sólin, og tað var lýtt, og nógv fólk leit aðu sær henda dagin í Tilhaldið at syngja. Millum 60 og 70 fólk vóru har. Ymisk fólk skiftast at spæla undir, og ein teirra hevur verið Benny Sam­ uelsen, men beint nú fær hann ikki so væl spælt, og við tað at bróðirin Stanley Samuelsen var staddur í Føroyum, játtaði hann at avloysa. – Benny, Flemming og eg vóru allir og sungu við, meðan Stanley spældi. Tað var heilt hugnaligt, sigur Eilif Samuelsen. Hann var fegin um, at bróð irin Flemming, sum fyri tveimum árum síðan gjørdist sjúkur, nú er komin so væl fyri aftur, at hann aftur kann koma í Tilhaldið at syngja. Hugurin at syngja er tann sami sum áður. Eilif Samuelsen sigur, at týsdagin vóru fleiri fólk við og sungu, sum hann ikki áður hevur møtt í Tilhaldinum, og har vóru eisini yngri fólk. Tað kemur helst av, at fólk verða meira og meira tilvitandi um, at um ræður at hava okkurt at fáast við í eftirlønaraldrinum. Fólk, sum alt sítt lív, hava havt eina rútmu við arbeiði, kunnu ikki bara seta seg niður, tá ið tey fyri aldur gevast at arbeiða, sigur Eilif Samuelsen, sum sjálvur er ein av virknu pensionistunum í Havn. randi@sosialurin.fo Randi Jacobsen Tað er hent í fleiri kirkj um í landinum undir kon firma­ sjónum, at konfirmantar eru dánaðir. Sunnudagin hendi tað í Norðskála kirkju. Ein drong­ ur fór um koll, og ein annar náddi at seta seg niður, áðr­ enn tað endaði galið. Báðir vóru konifermeraðir, áðrenn tað hendi. Fólk, sum vóru í Norðskála krikju henda dagin siga, at tað var í heitara lagi í kirkjuni henda dagin, tí tað vóru so nógv fólk í kirkju. Men hví svíma konfir­ mant ar? Hendir av og á – Hatta var ikki nakað serligt fyri Norðskála kirkju, tí eg veit, at tað er hent í øðrum kirkj um eisini, sigur Emil Olsen, sóknarpestur, sum hevði konfirmasjónina. Hann minnist, at tá ið hann á sinni varð kon fir mer aður, var eisini ein, sum svímaði. Hann heldur orsøk ina meira vera, at konfir mant­ arnir eru so spentir henda stóra dagin. Tey ungu hava verið tíðliga á fótum, summi hava ikki fingið ein bita niður um, áðrenn tey komu í kirkju, tey eru pyntað, og øll eygu eru vend móti teimum. Emil Olsen heldur ikki, at hann er ov drúgvur, tá ið hann hevur konfirmasjón, og nú avhoyrir hann tey altíð øll saman í flokk i boðunum og øðrum. Tey sleppa eisini at seta seg, áðrenn tey fara upp til altarið. Emil Olsen sigur tað vera hent nakrar ferðir hjá sær sum hjá øðrum prestum. Annars hevur hann eisini upplivað, at eldri fólk eru svimað, tá ið hann hevur havt messu á Eiði. – Haraftrat er tað ikki ókent, at brúðarpør svíma, sigur Emil Olsen. Konfirmantar svíma SPENNINGUR Sunnudagin svímaðu tveir konfirmantar í Norðskála kirkju. Tað er nakað, sum hendir av og á og kemur av, at konfirmantarnir eru so spentir, sigur Emil Olsen, sóknarprestur Brøðurnir sungu fyri TÓNLEIKUR Stanley Samuelsen spældi, og tríggir brøður hansara vóru millum tey 60-70 fólkini, sum sundu í Tilhaldinum í Havn týsdagin Løtan við sangi í Tilhaldinum týsdagin var hugnalig, og tað gjørdi tað ikki verri, at Stanley Samuelsen spældi. Aftanfyri síggjast teir tríggir brøðurnir Mynd: Jens Kristian Vang TILhaLdIð fERmING Seinasta sunnudag hendi tað í Norðskála kirkju, at konfirmantar svímaðu. Tað er eisini hent í øðrum kirkjum tilvildarlig mynd Skuld- settir fyri at pína fugl Randi Jacobsen Beint fyri middag týsdagin fekk poli­ tiið í Havn fráboðan um, at tveir menn í einum báti skutu havhest eystan fyri Nólsoynna, og fleiri fuglar lógu særdir og flagsaðu í sjónum. Fólk av vakt ar­ skip inum Tjaldr in­ um fóru við skjótt­ gangandi bátinum Lív út, og myndir vórðu tiknar á stað­ num. Politiið stóð fyri teimum Báturin við teim um báðum tilkomnu monnunum var tá farin. Hann fór inn í bátahylin á Argjum. Har stóð politiið fyri monnunum og skuldsetti teir. Málið hevur einki við lógina um fuglaveiðu at gera. Tað er loyvt at skjóta havhest alt árið, men tað er brot á djóraverndarlógina, um farið verður frá særdum fugli. Tað skal hava eitt endamál at skjóta fugl. randi@sosialurin.fo Autisma, utbúgving og arbeiðsmarknaður Í kvøld klokkan 19 verður fundur í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn um »Autismu, útbúgving og arbeiðsmarknaður«. Ætlanin hjá Autismufelagnum, sum skipar fyri fundinum, er at fáa lýst týdningin av at útbúgva okkara ungu við brekinum og styrkja tey til eitt meiningsfult, virðiligt lív við skúlagongd og starvstilboðum á jøvnum føti við teirra javnaldrar. Við pallborðið sita: Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni hevur uppá fyrispurning frá felagnum savnað tilfar um útbúgvingar úti um heim fyri fólk við brekinum autisma. Holger fer m.a. at siga frá hesum. Óli Wolles, formaður í Javna, var uppií arbeiðnum at skipa føroysku orðingina av ST­sáttmálanum um rættindi teirra ið bera brek. Hann fer at leggja fram um sáttmálan. Rannvá Biskopstø frá Psykiatriska Deplinum møtir í sínum arbeiði m.a. tannáringum, ið bera brekið autisma og fer at siga stutt frá støðu teirra og neiligu framtíðarvánunum, tá ið tað snýr seg um útbúgving og starvsmøguleikar. Jón Brian Hvidtfeldt verður orðstýrari.