mikudagur 14. apríl 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 14. apríl 2010
Sosialurin
Oyggjablaðið
n hevur
ra
Ættarlið á ferð
Í sínum drúgva lívi sum “fótbóltsmamma” hevur Hildigarð ferðast nógv runt um landið við
ÍF’arunum.
– Eg havi møtt nógvum fólkum á hesum túrunum og vit hava nógv minnir. Og so má ein
sjálvandi ikki gloyma, at vit eru saman sum familja í hesum prosjektinum, sigur hon við brosi
á kinn.
Hóast hennara dreingir nú er vaksnir, er tað framvegis so, at nógv fólk brúka nógva tíð at
ferðast saman við fótbóltsfeløgunum kring landið.
– Hetta hava verið sera góð ár. Nú er hugaligt at síggja, at ommurnar fylgja við ommubørnum
sínum. Jú, tað er stuttligt, at tær framvegis vilja fylgja við, sigur Hildigarð.
Alt fór upp at geila
Dagin fyri samrøðuni við Hildigarð Eliasen hevði ÍF spælt heimadyst ímóti EB/Streymi.
Meðan spælarar, áskoðarar og onnur hugsa meiri um spæl og dyst, so hevur Hildigarð havt
nógvar ymiskar uppgávur frammanundan dystinum. Summar síggjast. Summar síggjast
ikki. Ein teirra sum sæst - og sum merkist - er kaffisølan.
Út á seinnapartin vóru hon og onnur longu farin undir at gera klárt til sølu av kaffi og
køkum undir dystinum. Tær matgera í skúlakøkinum. Klokkan 4 fór fyrsta kannan útá.
– Aftaná skal alt ruddast av, tí skúlin skal brúka køkin dagin eftir. So eg var faktist ikki
við hús aftur, fyrrenn klokkan gekk til 10.
Men hvat ger tað, tá man fær javnleik ímóti einum av góðu liðunum í deildini. Tað gjørdi
heldur ikki støðuna verri, at javnandi málið varð skotið í allarseinastu sekundunum av
dystinum.
– Tá fór alt um at geila og rópa. Tað var fantastiskt.
Í farnu viku fekk ÍF javnað í allar seinastu sekundunum ímóti
EB/Streymi. Tað skal kortini meiri til enn javnleikir, um ein
skal gera seg galdandi í toppinum í Vodafone-deildini. Her
stríðist Fritleif í Lambanum ímóti einum EB/Streymara
Mynd: Álvur Haraldsen
javnleikur