Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. apríl 2010 10 Sosialurin Rógvi Nybo Í gjár lat Landsverk nýtt bensin á »bálið« um framtíðar flogvøll í Før­ oy um. Kanningin av hvar ein framtíðar flogvøllur í Før oyum liggur best, sum summ ir løgtingsmenn kravdu at kenna úrslitið av, áðr enn teir tóku støðu til, um út byggjast skuldi í Vágum, varð løgd fram. Hetta er ein kanning, sum kundi hava avgerandi týdn­ ing fyri, hvussu raðfestast skuldi við framtíðar út bygg­ ing av infrakervinum í Før­ oyum. Tá kanningin varð løgd fram, var eingin ivi um niður­ støðuna. Glyvursnes er nógv best egnaða stað í Føroyum at leggja ein flogvøll. Í kanningini verður stað­ fest, at tá tað kemur til lendi rundanum og til veðurlagið á staðnum, er Glyvursnes eitt rættiliga vælegnað flog vall­ ar pláss. Frítt er til veggja, og einki bendir á, at veður er ein trupulleiki á staðnum. Gamaní er javnan mjørki á Glyvursnesi, men hesum er eisini tikin hædd fyri. Tí á Glyvursnesi er nevniliga gjørl igt at byggja ein kategori 2­flogvøll, um hetta er ynskið, og saman við nýmótans út­ gerð ini, sum setast skal upp í samband við eina slíka nýggja flogvallarbygging, verð ur ikki ein avlýsing á Glyvursnesi orsaka av mjørka. Hetta staðfesti ein roynd­ ur flogskipari, Olaf Poul sen, sum var til staðar tá kann­ ingin varð løgd fram, eisini. Tilsamans kann ein fram­ tíðar flogvøllur á Glyvurs­ nesi betra um reglusemið á flogferðsluni við í minsta lagi fýra prosentum er niður­ støðan, í mun til flogvøllin í Vágum, sum hevur 83 pro­ sent reglusemi, sambært kanningini hjá Landsverki. Verð ur ein sokallaður kategori 2­flogvøllur bygdur á Glyvursnesi, er talan helst um eina betring á nógv meira enn hesi fýra prosentini. Kostnaðarmetingin hjá Lands verki, sum er frá 2006, sigur, at ein vøllur upp á 2700 metrar kann gerast á Glyvurs nesi fyri umleið 1,7 milliard krónur. Einki nýtt undir sólini Maðurin við valdinum á øki­ num, landsstýrismaðurin í flogvallarmálum, Johan Dahl, var tó lítið áhugaður í kanningini, tá hon í gjár varð løgd fram. Í øllum førum ómakaði hann sær ikki eingong at møta upp, tá kann ingin varð løgd fram. Tá Rás2 í gjár hevði fatur á honum kundi hann bert stað festa, at meginparturin av tí, sum stóð í kanningini – og sum bíðað hevur verið eftir í spenningi til í gjár, og sum hevur verið dult sum mansmorð – visti hann longu frammanundan. Uttan veður kanningarnar, sum hann fekk bagatelliserað til einki at hava uppá seg. Hann hevði longu í januar í fjør fingið hesar upp­ lýsingar frá Landsverki, við kostnaðarmetingum og øllum. ­ Her er einki nýtt undir sól ini, staðfesti Johan Dahl, landsstýrismaður í flog vall­ ar málum. Stóri spurningurn er so, hví fleiri tingmenn, eitt nú Sjúrður Skaale úr Tjóð­ veldi, John Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen úr Fólka­ flokki num, sum saman við Bjarna Djurholm hava verið hart ímóti at byggja fult út Poul Michelsen krevur nú, at teir politikarar, sum trumf aðu Løgtingið til at longja ein óbrúkiligan flog vøll í Vágum, nú eisini gera eina miðvísa raðfesting, so at vit fáa nýggjan flogvøll á Glyvurs nesi um 10-12 ár - Vit skulu hava ein nýggjan flogvøll á Glyvur - s nesi um 10-12 ár. Tað er ein málsetningur, sum Poul Michelsen, løg tings maður, nú krevur, at Løg tingið setir sær. Tí krevur hann, at Løg- tingið nú beinanvegin fer undir at fyrireika bygg- ing ina av einum nýggjum flog vølli á Glyvursnesi. Hann sigur, úrslitið av tí, sum er hent í flog- vall ar málinum síðstu vikurnar, kann ikki vera øðrvísi. - Teir politikarar, sum trumf aðu Løgtingið til at brúka 365 milliónir til at lap pa upp á ein óbrúkiligan vøll í Vágum, skylda nú Før oyska samfelagnum, at teir beinanvegin bøta um skaðan og beinanvegin fara undir arbeiðið at gera nýggj an vøll á Glyvursnesi. - Nú hava teir fingið sítt og nú krevja vit eisini av teimum, at teir eisini bein an vegin fara í holt við arbeiðið at gera ein al tjóða flog vøll, sum eitt oyggja sam felag, sum okkara, krevur. Poul Michelsen heldur, at hetta eigur ikki at vera eitt krav til sjálva sam gongu na, men til allar flokk ar á tingið, sum trumf aðu útbyggingina í Vágum ígjøgnum. Hann sigur, at tí er neyðugt at gera eina íløgu æt lan, sum raðfestir flog vøll in á Glyvursnesi fremst og so mugu vit finna útav, hvussu hann skal fíggjast. -aki Nýggjur flogvøllur á Glyvurnesi um 10 ár Eingin ivi um glyvursnEs Flogvøllur Fleiri høvdu longu gitt tað. Teir sakkønu hava longu sagt tað. Johan Dahl, landsstýrismaður í flogvallarmálum, visti tað. Og nú hevur ein kanning staðfest tað. Glyvursnes er best egnaða stað til framtíðar flogvøll. Men løgtingið hevur kortini skotið henda møguleikan langt út í framtíðina