mikudagur 14. apríl 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
10
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
KJ Hydraulik smíðar í løtuni alibát
nummar 25. Flestu av bátunum, sum
felagið hevur bygt, eru umbidnir av
føroyskum alifeløgum, men onkur
einstakur er eisini smíðaður til
Skotlands og Íslands.
Alibátur nummar 25, er sam
stundis sjeyndi báturin, sum KJ
Hydraulik hevur smíðað, síðan før
oyska alivinnan veruliga kom fyri
seg aftur fyri 34 árum síðan.
Tveir eru smíðaðir til Marine
Harvest, tveir til Luna, ein til Viking
Seafood og báturin, sum nú stendur
í gerð, er hin triði í røðini síðan 2008,
sum Bakkafrost hevur umbiðið.
Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá
KJ Hydraulik, sigur, at skrokkarnir
verða teknaðir á Kambsdali, men
sjálvt stálarbeiði verður gjørt í
Letlandi.
– Talan er um HydroCatmo
dell ið, sum hesir bátar verða róptir.
Flestu eru 13 metrar langir og
seks metrar breiðir. Tveir eru tó 15
metrar langir.
KJ eigur konseptið
Sølumaðurin sigur, at samstarvið
millum KJ Hydraulik og felagið í
Letlandi, sum smíðar skrokkarnar,
eftirhondini hevur fleiri ár á baki
og hevur verið gagnligt.
– Skrokkarnir eru úr stáli, tí
neyðugt er, at bátarnir eru sterkir,
leggur Jóannes Mørkøre aftrat.
Teir fyrstu bátarnir, sum KJ
Hydraulik smíðaði, vórðu bygdir
hjá Hydro Tech á Eiði, sum felagið
á Kambsdali átti.
– Hin seinasti varð smíðaður á
Eiði í 2003. Hesin báturin, sum fór
til Íslands, varð eisini sveisaður á
Eiði.
Jóannes Mørkøre sigur, at tá
skrokk arnir koma heim úr Letlandi,
eru tað fólk hjá KJ Hydraulik, sum
gera alt monteringsarbeiði við
motori, krana, spæli og fóðurkanón,
sum KJ Hydraulik eisini framleiðir.
– Síðan hava vit undirveitarar
til eitt nú el, timbur og nautiska
útgerð.
Sølumaðurin sigur, at alibátarnir
við árunum eru vorðnir eitt sindur
longri, breiðari og hava størri motor
og krana.
– Tá vit bygdu fyrstu bátarnar
fyri góðum 10 árum síðan, var
kran in eini 8 tons stórur, og hetta
varð hildið at vera ríkiligt. Í dag
eru kranarnir 23 tons, og teir verða
helst enn størri.
Eftir egnum ynski
Jóannes Mørkøre sigur, at alarar
saktans kunnu biðja um ymiskar
broytingar, soleiðis at bátarnir í
enn størri mun verða eftir egnum
ynski.
– Alibátarnir verða bygdir sum
tvíkiljur. Teir eru ógvuliga stúttir
á sjónum, og arbeiðsdekkið er
sera rúmligt, einar 80 fermetrar.
Bát arnir verða brúktir til at føra
fóður við, til ymiskt viðlíkahald av
ali støðunum, eitt nú til skiftan av
fortoyningum og nótum. Við góðum
krana og spæli við trimum koppum
á stórum arbeiðsdekki kann nógv
gerast, sigur sølumaðurin.
Báturin, sum Bakkafrost nú
letur smíða á Kambsdali, verður
sambært sáttmálanum latin hin 12.
mai í ár.
vilmund@sosialurin.fo
KJ Hydraulik smíðar
alibát nummar 25
kambsdalur – Tá vit bygdu fyrstu alibátarnar, høvdu teir krana, sum var eini 8
tons stórur. Hetta varð hildið at vera ríkiligt. Í dag eru kranarnir 23 tons, og teir verða
helst enn størri, sigur sølumaðurin hjá KJ Hydraulik, Jóannes Mørkøre
Bárður Heinason teknar alibátar
kambsdalur KJ Hydraulik teknar í løtuni ein nýggjan og minni
alibát, sum skal verða væl egnaður til ymiskt eftirlit við alistøðirnar
Vilmund Jacobsen
Tá Sosialurin vitjaði KJ Hydraulik á
Kambsdali seinasta mikudag, segði
sølumaðurin, Jóannes Mørkøre, at
teir í løtuni eru í holt við at tekna
ein nýggjan alibát. Ætlanin er, at
hetta skal verða ein minni bátur
við nýggjum sniði – og til aðrar
uppgávur enn hin stóri báturin,
sum felagið hevur smíðað fleiri av.
Tað er verkfrøðingurin, Bárður
Heinason, sum teknar og tillagar
nýggja bátin, sum er í stoypiskeiðini
hjá KJ Hydraulik.
– Fyrr høvdu alarar smáar glas
trevjabátar, men hesir vóru ov smáir
til stórar og tungar uppgávur. Síðan
keyptu teir nakrar stórar bátar og
kanska spardu onkran minni bát
burtur.
Sølumaðurin sigur, at í dag eru
tað alarar, sum hava stórar bát
ar, men sum eisini ynskja sær
eina minni tvíkilju til ymiskar
eftirlitsuppgávur, eitt nú til at
kekka ringar, nótir, deyðan fisk, ella
hvat tað nú kann verða.
– Hetta verður eisini ein tvíkilja,
tí bátaslagið gevur góðan stabilitet,
lítið rull og gott dekspláss, sigur
sølu maðurin hjá KJ Hydraulik,
Jóannes Mørkøre.
vilmund@sosialurin.fo
sølumaður og teknari
Jóannes Mørkøre, sølumaður og Bárður Heinason, verkfrøðingur
Mynd: Vilmund Jacobsen
veldugt dekspláss
KJ Hydraulik hevur smíðað
fleiri alibátar á Borðoyarvík,
men báturin, sum verður latin
12. mai í ár, verður smíðaður í
stórum »tjaldi« á Kambsdali
Mynd: Jens Kr. Vang
... Alibát
ar nir verða
bygdir sum
tví kilj ur. Teir
eru ógvuliga
stúttir á sjó
num, og ar
beiðs dekk ið
er sera rúm
ligt, einar 80
fer metrar...
Jóannes Mørkøre