Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 5 - 9. januar 2002 Nr. 5 - 9. januar 2002 17 Hesa vikuna verða tríggjar áhugaverdar konsertir kring landið. Bólkar sum Týr, Clickhaze, Hatespeech og Mold fara at spæla á hesum konsertum TÓNLEIKUR Pop.fo Í samband við, at Plátu- felagið Tutl fyllir 25 ár í 2002, verður skipað fyri ymsum tiltøkum gjøgnum alt árið. Longu í hesi viku verða tríggjar fjølbroyttar og áhugaverdar konsertir á skránni. Hesar konsertirnar eru skipaðar í samstarvi millum Tutl, Grót og Norð- urlandahúsið. Tey, sum fara at spæla á hesum konsertum, eru Clickhaze, Týr, Mold, 200, Hatespeech og Pete Tilly & Brian Gillingam. Teir báðir seinast nevndu spæla ljóð- føri úr Australia og Afrika: didgeridoo, bongo, djembe og annað. Ymsa staðni Fyrsta konsertin verður í Støkk-høllini hóskvøldið 10. januar klokkan 20.00. Har fara Clickhaze, Týr, Kári Sverrison og Pete & Brian at spæla. Fríggjakvøldið 11. januar klokkan 22.00 stendur TB- húsið á Tvøroyri fyri tørni. Tá fara Týr, Hatespeech, Clickhaze og Pete & Brian at spæla. Seinasta konsertin verður í Norðurlandahúsinum í Havn leygarkvøldið klokk- an 19.30. Har verða luttak- andi bólkarnir Hatespeech, 200, Clickhaze, Týr og Mold. Bæði Mold og Hate- speech hava ikki spælt alment í fleiri ár. Hinir føroysku bólkarnir hava gjørt nógv vart við seg seinasta árið. Týr Fyrsti sangurin av útgávuni hjá Chase er nú eykalag á 15 teimum bestu. Kosni sangurin er ein av teimum stillu sangunum á fløguni TÓNLEIKUR Pop.fo Vakra balladan Tú og eg skal nú royna seg á hitlist- anum hjá Útvarpinum. Hesa vikuna er sangurin eykalag á listanum, og so er tað upp til tey, sum atkvøða fyri sangunum á listanum, at gera av, um Chase skal inn í hitan. Fløgan hjá Chase, Sum tjóvur á nátt, kom stutt fyri jól, og hon hevur selt væl. Hetta er fyrsti sangurin av hesi útgávu, sum er í upp- skoti til 15 tær bestu. Í løtuni eru tveir sangir á listanum. All That Rain er nummar 3 við I’m Sorry, og gospelbólkurin I AM er nummar 12 við I Believe. Rocktónleikurin hevur góða undirtøku í løtuni, tí Linkin Park og Creed eru ovast á listanum. Chase spæla aftur Chase var ein av bólkunum, sum spældu á nýggjárs- konsertini í ár. Teir spældu sera væl, men onkursvegna høvdu teir trupult við at fanga áhoyrarnar. Hetta hevur tó ikki fingið teir at missa mótið, og á heimasíðuni hjá teimum ber til at lesa, at teir nú fyri- reika seg til at spæla aftur í Føroyum um stutta tíð. Enn er ikki greitt, nær hesar framførslur vera, men tað er ikki sannlíkt, at tær verða í hesum mánaðinum. Føroyski sangarin hevur blandað seg uppí á hitlista við dansitónleiki, sum Kanal 1 í Keyp- mannahavn sendir TÓNLEIKUR Pop.fo Simon von Konoy. Soleiðis rópar Símun Konoy seg, tá hann ger og spælir tónleik í Dan- mark. Og Símun, sum er bú- sitandi á Fjóni, er ikki eiðasørur. Hann skrivar enn tónleik, og ein av sangunum hjá honum er komin á ein minni hit- lista fyri dansitónleik - ella Dansk Top tónleik, sum tað eisini verður rópt niðri. Tað er Kanal 1 í Keyp- mannahavn, sum eina ferð um vikuna sendir eina sending, sum tey rópa DanskTopScenen, og tað er á hesum lista, at sangurin Øl med tårer i hjá Símuni Konoy, heldur seg framat. Sang- urin var í farnu viku nummar 11 á listanum. Listin verður settur saman út frá eini at- kvøðugreiðslu, sum lut- víst fer fram á inter- netinum. Teir sangirnir, sum fólk lata sína at- kvøðu, sleppur við á listanum, meðan restin má verða uttanfyri. Tað eru bara 11 sangir á listanum, og tí náddi Símun Konoy júst inn um í farnu viku. Eru tað onkrir føroy- ingar, sum ynskja at at- kvøða fyri føroyska sangaranum, so ber til at leita sær inn á heima- síðuna www.dansktopscenen.dk Símun Konoy heldur seg framat Føroyskir rockbólkar spæla á stórum konsertum Nú skal Chase royna seg á 15 teimum bestu Vakra balladan "Tú og eg" hjá Chase skal nú royna seg á hitlistanum hjá Útvarpinum Clickhaze Tað fer at kosta 35 míó kr. meira fyri landskassan at gjalda fyri fólkapensjón- irnar, nú broytingar verða settar í verk. Serliga ringast staddu pensjónistarnir fara at merkja ein mun- andi bata. Skipanin gevur eisini ein møguleika fyri hjálp til sjálvhjálp, ljóðar tað úr landsstýrinum PENSJÓNIR Heri á Rógvi Tey, sum eru fylt 67 ella fara at fylla 67 í næstum, kunnu so smátt byrja at gleða seg, tí landsstýrið ætlar at geva teimum meiri pengar millum fingrarnar. Landsstýrið, einamest Al- manna- og heilsumálastýr- ið, hevur í longri tíð arbeitt við einari nýggjari skipan, sum skal gera tað betri at vera pensjónistur í Føroy- um, samstundis sum skip- anin skal gerast meira hóskandi til framtíðina. Broytingarnar ella ábøt- urnar, sum tær eisini verða kallaðar, fara at kosta landskassanum umleið 35 milliónir krónur, men hetta er samstundis hjálp til sjálvhjálp. Ábøtur Í Føroyum í dag eru tað 5.372 fólkapensjónistar. Nógv tann størsti parturin av hesum vinnur sær mest- sum ongar pengar útyvir fólkapensjónina. 60% vinna undir tíggju túsund krónur um árið, og 80% vinna undir hálvtrýs túsund krónur um árið, um vit taka fólkapensjónina frá. Afturat sjálvari pensjón- ini kemur eisini ein viðbót, sum er og eisini í framtíðini fer at vera ymisk, alt eftir hvussu nógv tann einstaki vinnur. Munur er eisini gjørdur á, um tann einstaki pensjón- isturin er giftur ella er stak- ur. Tey staku fáa meira í grundupphæddini og meira í viðbótini. Hetta verður eisini óbroytt eftir tí nýggja uppskotinum. Størstu broytingarnar eru at finna viðvíkjandi, at grundupphæddin til pensj- ónistarnar verður skattafrí, bæði støk og gift. Harum- framt verður pensjónsfrá- drátturin tikin av. Viðbótin hjá øllum fer at veksa, so- leiðis ein stakur kann fáa 28.244 krónur í viðbót, og ein giftur fær 21.840. Sum heild eru tað allir pensjónistar, ið fáa ágóðan av hesum. Størsta munin, bæði lutfalsliga fara tey, ið vinna um 50.000 umframt pensjónina, at merkja. Fyri ein, ið ongan inntøka hevur umframt fólkapensjónina fer nýggja uppskotið at bera við sær, at 81.880 krónur ella 3.604 krónur fleiri enn áðrenn koma í kassan hjá tí einstaka. Dynamikkur Á tíðindafundi týsmorgun- in kundu teir tríggir, Anfinn Kallsber, Sámal Petur í Grund og Karsten Hanser, ernir leggja hetta nýggja uppskotið fram fyri umboð- um fyri fjølmiðlarnar. Allir vóru teir á einum máli um, at hetta var eitt rættiliga gott uppskot. Fleiri onnur kend nøvn í føroyskum pol- itikki høvdu eisini lovað sær við á fundin, og ein teirra, Óli Breckman, hevði á orðið, at talan her var um góðan borgarligan búskap- arpolitikk. Hóast útreiðslurnar verða fleiri til landskassan, so merkja hetta ikki bert, at landskassan missir upp á hetta. Teir 35 mió. eru við mistari skattainntøku. Teir tríggir landsstýris- menninir dugdu allir at síggja, at hetta nýggja skip- anin var rættiliga dynam- isk, og landskassan eisini vildi vinna upp á hesa skipanina, men ætlanin var ikki at mjólka pensjónist- arnar, sum tikið var til. Løgmaður, Anfinn Kalls- berg, helt fyri, at hetta vil eggja til hjálp til sjálvhjálp, soleiðis at fleiri fara at ar- beiða longri og hugurin at arbeiða vil eisini veksa. Karsten helt ikki tað vera nakað undarligt við tí, at uppskotið sá dagsins ljós júst, tá ið tað hevði ligið á borðinum hjá landsstýrin- um í longri tíð. Og hetta hevur als einki við valið at gera, legði hann serliga stóran dent á. Skipanin kemur at virka frá 1. januar 2002, t.e. fyri 9 døgum síðani. Bæði Anfinn Kallsberg og Sámal Petur í Grund undirstrikaðu, at tað var al- neyðugt at flyta fleiri pensj- ónistar úr niðaru bólkunum fyri tey, sum mestsum einki vinna uttan fólkapensjón- ina, um ráð skuldi verið fyri einari tílíkari skipan í fram- tíðini, tá ið munandi fleiri pensjónistar fara at vera í Føroyum. Broytingar í pensjónslógini: Hjálp til sjálvhjálp Anfinn Kallsberg er glaður fyri nýggju skipanini, sum hann heldur kemur samfelagnum til góðar upp á nógvar mátar Karsten Hansen vildi ikki hoyra talan um, at hetta uppskotið hevði nakað við valstríð at gera C M Y K 17 16