mikudagur 9. januar 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
18
Nr. 5 - 9. januar 2002
19
19
Dia Midjord, venjarin
hjá Neistanum, vænt-
ar, at málverjarnir
fara at hava ein
ógvuliga týðandi
leiklut í dystinum
móti VÍF miku-
kvøldið. Tó vil hann
ikki útnevna nakran
favoritt undan
dystinum. Neistin
hevur allar menn
tøkar
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Venjarin hjá Neistanum
heldur eins og venjarin hjá
VÍF ikki, at hesin dysturin
fer at hava altavgerandi
týdning. Hann metir, at
bæði liðini kunnu loyva sær
at tapa dystin uttan at missa
møguleikan fyri at vinna
meistaraheitið. Tó leggur
hann dent á, at Neistin fer
til Vestmanna fyri at vinna
dystin.
Hann væntar harumframt
at hava allar menn tøkar.
Eingin er skaddur, men Áki
Mørk hevur ligið sjúkur í
nakrar dagar. Tó verður
hann við í Vestmanna.
– Eg haldi tó, at eg kann
lova
áskoðarunum
ein
tættan og spennandi dyst í
høllini í Vestmanna, sigur
Dia Midjord.
Málmenn avgera
Í tøttum og spennandi
dystum hava málmenn ofta
meira týðandi leiklut enn til
aðrar, har munurin er størri.
Dia væntar, at málmenninir
fara at avgera oddadystin
millum VÍF og Neistan.
– Málmenninir fara at
hava stóran týdning í hes-
um dystinum, tí hann verð-
ur væntandi sera javnur.
Um annar málverjin tekur
fleiri skot, tá leikarar eru
leysir, so kann hann vinna
dystin fyri sítt lið, sigur Dia
Midjord.
Hann heldur, at bæði VÍF
og Neistin hava ógvuliga
sterkar málverjar. Hjá VÍF
eru Eli Müller og Bárður
Nielsen, og Neistin hevur
íslendingin Petur Magnus-
son og jugoslavan Zeljko
Jotic at verja málið.
– Vit hava tveir góðar
málverjar, men eg vænti, at
Zeljko verður við frá byrjan
móti VÍF. Hann hevur stað-
ið ómetaliga væl í málinum
seinastu dystirnar, og tí
velji eg hann framum hesu-
ferð. Tó er altíð møguleiki
at skifta, sigur Dia Midjord.
Neistin betur fyri
Dia dylur ikki fyri, at
Neistin hevur verið meira
sannførandi enn VÍF sein-
astu dystirnar. Neistin hev-
ur vunnið 47-31 á KÍF og
38-24 á H71 í teimum
seinastu tveimum umførun-
um. VÍF spældi hinvegin
javnt 20-20 móti H71 og
vann tepurt við trimum
málum móti Tjaldri.
Dia sigur, at Neistin
hevur staðið seg væl í
Vestmanna seinastu árini,
og tí kann eingin útnevnast
sum favorittur at vinna.
Hann sigur, at VÍF hevur
havt trupulleikar í verjuni,
ið ikki hevur riggað, sum
hon skal. Hetta sást millum
annað í dystinum móti
H71.
Kanska er hetta lykla-
orðið, um Neistin skal gera
sær vónir um at vinna.
Hann sigur í sama við-
fangi, at VÍF spælir ómeta-
liga góðan álopshondbólt,
har tað gongur skjótt fram-
eftir vøllinum.
Nr. 5 • mikudagur • 9. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Stigatalvan
Støðan hjá monnunum í grundspælinum
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 VÍF
11
9 - 2 - 0
322
260
62
20
2 Neistin 11
9 - 2 - 0
354
292
62
20
3 H71
12
5 - 2 - 5
329
334
-5
12
4 StÍF
12
5 - 1 - 6
326
315
11
11
5 Tjaldur 12
3 - 2 - 7
290
332
-42
8
6 KÍF
12
3 - 1 - 8
314
354
-40
7
7 Kyndil
12
2 - 0 -10
274
322
-48
4
Venjarin hjá besta
mansliðnum hjá VÍF,
Páll Poulsen metir, at
Neistin er favorittur
at vinna oddadystin í
Vestmanna miku-
kvøldið. Orsøkin til
hesa meting er, at
Neistin er væl
koyrandi í løtuni,
meðan VÍF ikki hevur
verið serliga sann-
førandi seinastu
dystirnar
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Mikukvøldið klokkan 20
verður seinasti dysturin í
grundspælinum í 1. deild
hjá monnum spældur. Hann
verður millum VÍF og
Neistan í høllini í Vest-
manna. Hetta er ein útsettur
dystur, sum upprunaliga
skuldi spælast í desember.
Páll Poulsen, venjari hjá
VÍF, heldur ikki, at hesin
dysturin fer at hava alt-
avgerandi
týdning
fyri
meistaraheitið. Hetta er ein
dystur í grundspælinum og
fer tí bara at telja eitt stig tá
avtornar. Tó viðgongur
hann, at hesin væl kann
gerast tungan á vágskálini,
tá kappingarárið er at enda
komið.
Neistin favorittur
Hóast VÍF hevur fyrimunin
av heimavølli fer Páll Poul-
sen ikki at útnevna sítt lið
til favoritt at vinna dystin.
– Um hugt verður at
dagsforminum og tveimum
teimum seinastu dystunum,
so má Neistin vera favo-
rittur, tí teir eru væl
koyrandi í løtuni, sigur Páll
Poulsen.
Hann leggur afturat, at
dysturin kann fáa stóran
sálarligan
týdning
fyri
kappingina víðari.
– Neistin hevur vant
nógv í jólafrítíðini, meðan
okkara leikarar als ikki
hava vant. Tí hevði tað
verið ein dyggari sálarligur
smeitur fyri Neistan, um
teir tapa, enn fyri okkum,
sigur venjarin.
– Vit hava lagt tað so-
leiðis til rættis, at vit vandu
ógvuliga nógv í byrjanini
av kappingini og vóru
eisini á venjingarlegu tá. Tí
hava leikararnir fingið ein
steðg nú á jólum, og ætl-
anin er, at teir síðani skulu
vera í sínum besta formi
móti endanum av kapping-
ini, sigur Páll Poulsen.
Johnny ivasamur
Venjarin væntar at hava at
kalla allar spælarar tøkar til
dystin mikukvøldið. Tó er
Johnny Joensen sera iva-
samur. Hann var so óheppin
at detta á arbeiðsplássinum,
og hann hevur ligið á
sjúkrahúsinum
seinastu
dagarnar.
Sámal Joensen hevur eis-
ini drigist við onkran smá-
skaða, og tí er ikki heilt
vist, um tann fjallhøgi
leikarin verður klárur til
dystin.
Annars sigur venjarin, at
leikararnir hava eina ógvu-
liga tætta skrá komandi
vikurnar. Tey liðini, ið
framvegis eru við í steypa-
kappingini, spæla at kalla
tveir dystir um vikuna, og
avleiðingin er, at venjingin
ikki verður eins góð, og
hon skuldi, heldur venjarin.
Málverjar fara at avgera dystin
Dia Midjord, venjari hjá
Neistanum, væntar ein
tættan og spennandi dyst
mikukvøldið móti VÍF. Hann
væntar, at málverjarnir fáa
týðandi leiklutir
Mynd: Álvur Haraldsen
VÍF-venjarin:
Neistin er
favorittur
Seinast liðini hittust, endaði tað við javnleiki 24-24. Páll Poulsen vil hinvegin
vera við, at Neistin er favorittur hesuferð, tí teir hava sýnt betri spæl seinastu
dystirnar
Mynd: Álvur Haraldsen
Henda heiðurin átti
18 ára gamli kollfirð-
ingurin Hans Kristian
Simonsen uttan iva.
Frá byrjan til endan
av árinum hevði hann
bert góð úrslit at vísa
á, og nýggja talvár
hansara hevur
somuleiðis fingið eina
góða byrjan
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Árið 2001 varð eitt sera
hendingarríkt føroyskt talv-
ár. Í vetur endaði liðkapp-
ingin 2000/2001 við Havn-
ar Telvingarfelag sum før-
oyameistara, og eisini fingu
unglingar okkara góð úrslit
í Norðurlandameistaraheit-
inum. Havnar Telvingar-
felag skipaði fyri einari
rataðari várkapping, og
hesa vann Olaf Berg í ser-
klassa. Á páskum John
Rødgaard føroyameistari í
FM-einstaklingakappingini
í harðari kapping við
Eyðun Nolsøe. Olaf Berg
vann almenna bólkin, har
Terji Petersen gav honum
kapping til síðsta talv. Hans
Kristian Simonsen vann
unglingabólkin, meðan Pet-
ur Højgaard vann veteran-
bólkin. FM varð telvað í
Vestmanna, og varð tað ein
sera væleydnað FM-kapp-
ing, har vestmenningar
bæði dugdu fyrimyndarliga
væl at fyrireika kappingina,
samstundis sum blíðskap-
urin var í hásæti.
Heimsins besti í
Føroyum
Stórhendingin
í
farna
árinum varð sjálvsagt í juni
mánaða tá heimsins besti
telvari Garry Kasparov
vitjaði Føroyar í fýra dagar.
Vitjanin kom í lag eftir
drúgvt og væl fyrireikaðum
arbeiði frá Talvsambandi
Føroyum. Stutt sagt ein
ótrúlig hending, serliga fyri
talváhugaði í Føroyum,
men eisini fyri føroyingar
yvirhøvur
eftirsum
øll
kenna heimskenda navnið.
Kasparov telvaði simultan-
telving í Klaksvík, og vann
24-1 har áður nevndi Hans
Kristian Simonsen sensa-
tionelt vann á talvkongin-
um. Talvið og tíðindini um
úrslit Hans Kristians fór
víða um allan heimin.
Síðani vann Kasparov 5-1 á
landsliðnum í simultantelv-
ing í Norðurlandahúsinum.
John Arni Nilssen og Heini
Olsen megnaðu óvæntað at
leika javnleik. Sjálvur segði
Kasparov seg vera væl
móttiknan í Føroyum og fór
av landinum sum ein fegin
maður.
Í summar varð FM í snar-
talvi leikt í Havnini, og
vinnari bleiv IM John Rød-
gaard meðan Jóan Hendrik
Andreasen og Flóvin Tór
Næs endaðu næstfremstir í
vælmannaðu
og
sterku
snarkappingini. Í August
vitjaðu
íslendingar
frá
norður- og eysturlandinum.
Føroyan vunnu hendan
landsdyst við heili 14,5-
5,5. John Arni Nilssen lut-
tók í august mánaða í NM
við góðum úrslitum.
Heystið
Ólavur Simonsen vann
árligu Íslandssúlukapping-
ina framanfyri Hans Krist-
ian í september. Vestmenn-
ingar skipaðu fyri jubi-
leumskapping somuleiðis í
september, tá teir í fjør
høvdu 50 ára stovningsdag.
Klaksvíkingar vunnu hesa
vælmannaðu liðkapping.
FM-Liðkappingin byrj-
aði í oktober, og eftir at
komin er í helvt eru
klaksvíkingar fremstir við
havnarmonnum og vest-
menningum í hølunum. 6.
Umfar verður komandi
leygardag. Í oktober um-
boðaði Hans Kristian Før-
oyar í HM kappingini fyri
ungdómar. Hann fekk eitt
megnarúrslit, sum viðførdi
eitt altjóða ratingtal áljóð-
andi 2234, samstundis sum
føroyska talið fekk eitt stórt
lop.
Havnar
Telvingarfelag
skipaði fyri HT-open í
november,
og
vinnarar
blivu Olaf Berg og Ólavur
Simonsen. Martin Poulsen,
Herluf Hansen og Hans
Kristian vóru eisini væl við
í toppstríðnum.
Aktiviteturin í føroyum
varð tískil rúgvismikil í
2001.
Talvútisetarnir
í
Keypmannahavn
vóru
somuleiðis sera aktivir í
farna árinum. Í donsku 2.
deild liggja teir trifremstir
nú kappingin er komin í
helvt. Útisetar okkara eru
oftani í kapping á flatlond-
um, har nógvar eru at velja
ímlillum.
2002 er talvolympiadu ár.
OL verður í Slovenia
komandi heyst. Telvarar
plaga at stríðast eyka nógv
tá Olympiada er, við vón
um at blíva úttiknir, og tí
kann bert væntast at ak-
tiviteturin í hesum árinum
ikki verður minni enn í fjør.
Hans Kristian og
Martin í Svøriki
Rilton Cup er kend kapp-
ing. Telvarar víða um lut-
taka í hesari siðvandu
kapping og harímillum
onkuntíð eisini føroyingar.
Kappingin varð í døgunum
27. des — 05. jan.
Hans Kristian fekk eitt
gott úrslit við sínum hálv-
um fimta stigi av níggju
møguligum, meðan Martin
Poulsen hevði eina minni
góða kapping við hálvum
fjórða stigi. Hans Kristian
vinnur sær nøkur ratingstig,
meðan Martin helst missur
nøkur fá. Vinnari bleiv
sviin GM Agrest.
Hans Kristian er sum
sagt ársins telvari 2001.
Framgongdin tykist í løtuni
ongan enda at taka, og
heldur hann fram á sama
hátt er Olympiadu-luttøka
ikki ógjørlig. Aðrir telvarar
sum høvdu eitt framúr gott
talvvár í fjør, vóru eitt nú
unglingarnir Olaf Berg og
Rúni Dragaberg. Eyðun
Nolsøe, Finnbjørn Vang
(nr. 2 í FM í útisetu saman
við Heina Olsen, aftanfyri
vinnaran Terja Petersen),
Jóan H. Andreasen og und-
irritaði høvdu somuleiðis
góða framgongd at vísa á.
Í Keypmannahavn royndi
Heini Olsen seg í Øbro
Nytår, og væl gekst í hond
hjá klaksvíkinginum. Eftir
eina heldur slaka byrjan
reistist hann og vann síni
seinastu trý talv og gav
hetta honum eitt pent annað
pláss við hálvum sætta stigi
av sjey møguligum. Vinnari
bleiv Esben Lund. Heini
tykist at hava vent talvligu
afturgongdini.
Styrkislistar
Føroyski ratinglistin 1. januar 2002
(Toppurin)
1
John Arni Nilssen
HT
2360
2
John Rødgaard, IM
VT
2315
3
Heini Olsen
KTF
2240
4
Flóvin þór Næs
HT
2235
5
Eyðun Nolsøe
KTF
2220
6
Ólavur Simonsen
KTF
2215
7
Torbjørn Thomsen
KT
2210
8
Rani Nolsøe
KTF
2185
9
Jens Christian Hansen
TT
2165
-
Bogi Ziska
TF
2165
11
Rógvi W. Rasmussen
HT
2155
12
Jóan Hendrik Andreasen
HT
2125
13
Carl Eli N. Samuelsen
HT
2105
-
Terji Petersen
KTF
2105
15
Heini Danielsen
HT
2095
16
Martin Poulsen
HT
2090
-
Steintór Rasmussen
KTF
2090
18
Torkil Nielsen
ST
2080
19
Hans Kristian Simonsen
KT
2070
20
Martin Brekká
TFS
2060
21
Olaf Berg
HT
2055
22
Finnbjørn Zachariasen
TFS
2050
23
Herluf Hansen
HT
2035
24
Bernhard Thomsen
KT
1980
25
Wille Olsen
KTF
1975
26
Finnbjørn Vang
KTF
1965
-
Haldur Suni Johansen
HT
1965
-
Tummas M. Anthoniussen
KTF
1965
Altjóða ratinglistin 1. januar 2002
1
Gary Kasparov
(Russland)2838
2
Vladimir Kramnik
(Russland)2809
3
Viswanathan Anand
(India)
2757
4
Alexander Morozevich
(Russland)2742
5
Michael Adams
(England) 2742
6
Veselin Topalov
(Bulgaria)2739
7
Ruslan Ponomariov
(Ukreina) 2727
8
Vasily Ivanchuk
(Ukreina) 2717
9
Alxey Shirov
(Spania)
2715
10
Peter Leko
(Ungarn) 2713
Føroyingar á altjóða ratinglistanum:
1
John Rødgaard
2365
2
John Arni Nilssen
2357
3
Heini Olsen
2256
4
Jens Chr. Hansen
2235
5-6 Hans Kr. Simonsen
2234
5-6 Eyðun Nolsøe
2234
7
Flóvin Tór Næs
2232
8
Torbjørn Thomsen
2212
9
Bogi Ziska
2205
10
Ólavur Simonsen
2202
11
Rani Nolsøe
2169
12
Carl Eli N. Samuelsen
2155
13
Rógvi W. Rasmussen
2149
14
Heini Danielsen
2133
15
Terji Petersen
2128
16
Steintór Rasmussen
2121
17
Jóan H. Andreasen
2111
18
Martin Brekká
2105
19
Martin Poulsen
2101
20
Herluf Hansen
2067
21
Olaf Berg
2049
Hans Kristian ársins telvari 2001
Einasti føroyski telvarin, sum
fekk kongin at leggja kongin,
var Hans Kristian Simonsen
úr Kollafirði, og yvir høvur
gjørdist 2001 eitt sera gott ár
hjá unga kollfirðinginum
Stórhendingin á árinum var uttan iva, tá Gary Kasparov í juni mánaði kom á vitjan í Føroym