Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 5 - 9. januar 2002 Nr. 5 - 9. januar 2002 21 Kunngerð um framløgu av serstakari byggisamtykt fyri Kvívíkar Kommunu Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broyt- ingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at upp- skot til broyting av byggisamtykt/býarskipan fyri Kvívíkar Kommunu, samtykt á fundi tann 27. august 2001, verður lagt fram til almenna eftir- skoðan á kommunuskrivstovuni frá 9. januar 2002 til 30. januar 2002, báðir dagar íroknaðir. Uppskotið fevnir um øki Úti á Brúnum, ið verður lagt út til vinnu- og ídnaðarøki, og øki matr. nr. 132b, ið verður lagt av til sethús. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, mugu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 9. apríl 2002. Skrivstovan er opið soleiðis: Mána-, miku- og fríggjadag frá kl. 11.00 til 13.00 og mikudag frá kl. 18.00 til 20.00. Kunngerð um framløgu av broytingaruppskoti til byggisamtykt fyri Leirvíkar Kommunu Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt 13. mai 1997, verður við hesum boðað frá, at bygdarráðið á fundi 22. november 2001 hevur samtykt at gera broytingar í Byggi- samtyktini og at hesar verða lagdar fram til al- menna eftirskoðan á Kommunuskrivstovuni frá 04. januar 2002 til 25. januar 2002, báðir dagar íroknaðir. Uppskotið umfatar at: Broyta økið,sum umfatar grótbrotið og nakað av økinum uttanum til ídnaðarøki, nevnt C4. Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broyt- ingaruppskot skulu skrivliga vera bygdarráðnum í hendi í seinasta lagi 04. apríl 2002. Leirvíkar Kommuna FO 520 Leirvík Skúlin á Fossánesi Lærarastarv Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir lær- ara 19t/v.(frá 1.8 .2002 27 t/v) Starvið er tíðaravmarkað: frá 2.2 til 31.12.2002. Lærugreinir: Føroyskt 1., 2. flokki , Danskt 5., 6. flokki, Landalæra í 7. flokki , Hondarbeiði og Bókasavn. Nærri upplýsingar fáast vit at venda sær til skúlan 45 21 20 Starvið verður lønt sambart avtalu millum Føroya Lærararfelag og Fíggjarmálastýrið. Umsóknir við ljósrit av prógvi og møguligum við- mælum skulu verða skúlastýrinum í hendi sein- ast fríggjadagin 18. januar 2002. Skúlastýrið fyri Skúlan á Fossánesi v/ John Kára Jacobsen 740 Hvannasund Adventistaskúlin Børn, sum skulu í 1. fl. í Adventistaskúlan eftir summarfrítíðina, verða innskrivað hósdagin 10. jan. frá kl. 16-17. Havið dóps- ella navnaseðil við.Vegna serligar um- støður eru nøkur fá pláss eftir. Adventistaskúlin tlf. 313260 Ognirnar hjá Fjallbrúður til sølu Matr. nr. 216a, Vágur Grundøkið: 316 m2 Húsavídd: 118,09 m2 Bygningur í 3 hæddum. Kjallarahæddin: 1. Skrivstovuhølir við tilhoyrandi kantinu, goymslu- rúm, wc. 2. Skrivstovuhølið við tilhoyrandi wc. Miðhæddin: Skrivstovuhølið, gangur, køk, wc, stórur salur. Loftshæddin: Goymslurúm. Matr. nr. 216b,Vágur Grundøkið: 496 m2. Skrivlig boð uppá ognirnar skulu sendast til: Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður Postboks 56 FO-900 Vágur Felagið tilskilar sær rætt til ikki at taka av teimum innkomnu boðunum, um hesi ikki eru nøktandi. Vit takka fyri tey klæðir vit hava fingið í 2001,sum alt er sent víðari. Serlig tøkk til fólkini í Vági, ið hjálpt hava og til SKIPAFELAGIð FØROYAR fyri teirra beinasemi. Vit byrja aftur at taka móti klæðum mikudag kl. 1900-2100 – ein hjálpandi hond afturat, er eisini vælkomin. Reyði Krossur Føroya Skeið í taluteknikki og fundarleiðslu verður í hølunum hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag í Bøgøtu 3, Klaksvík, leygardagin 19. jan. 2002, kl. 09.00–18.00. Luttøkugjaldið er 100 kr. fyri hvønn, íroknað mat fyri dagin. Tilmelding á tlf. 456774, 224473 ella 455420 í seinasta lagi hósdagin 17. jan. (Sí tíðindabræv okkara). Kvinna søkist til handil Vit sóknast eftir tilkomnari kvinnu til handilin at byrja skjótast tilber Arbeiðtíðirnar eru hesar: kl. 05.30 - 13.15 kl. 13.00 - 19.00 allar dagar í vikuni Frants Restorff Tórsgøta 13 Tlf. 311060 Postmoga 41 110 Tórshavn -har tað hendir Læruplássið Lærupláss sum skrivstovulærlingur er leyst at søkja í Mentamálastýrinum við høvuðsstarvi í Yrkisdepl- inum. Talan er um eitt áhugavert og fjølbroytt arbeiði við møguleikum fyri persónligari og fakligari menning og skiftandi uppgávum á undirvísingar- og ment- anarøkinum. Upplæringin Í upplæringini hevur lærlingurin skrivligt og munn- ligt samskifti við lærupláss, lærlingar, yrkisskúlar og onnur við serligum atliti at starvsøkinum hjá Yrkis- deplinum, umframt at arbeiða við øllum vanligum fyrisitingarligum uppgávum. Førleikakrøv Vit vænta okkum, at umsøkjari hevur HH, HT, HIF, HF, students- ella aðra javnsetta miðnámsútbúgving, umframt at hava góðan kunnleika til føroyskt mál og góð samstarvsevni. Setanar- og lønartreytir Viðkomandi verður settur eftir reglunum um skriv- stovulærlingar í lønarsáttmálanum millum Fíggjar- málastýrið og Starvsmannafelagið. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um alt aðalstýrið. Umsókn Umsóknin skal vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi 31. januar 2002. Lærlingurin kann byrja skjótast til ber. Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til: Yrkisdepilin Postrúm 3279 110 Tórshavn Upplýsingar um virksemið hjá Mentamálastýrinum og Yrkisdeplinum eru at finna á heimasíðunum: www.mms.fo og www.yrkisdepilin.fo. Ynskjast fleiri upplýsingar, ber til at ringja til Petur Oluf Hansen, fyrisitingarleiðara, tlf. 355050. Lærlingur Mentamálastýrið Yrkisdepilin Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Yrkisdepilin, sum er sjálvstøðug fyrisiting í Mentamálastýrinum, hevur ta yvirskipaðu umsitingina av arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingarmálum, herímillum at vera fyrisiting hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og yrkisnevndunum.Yrkisdepilin umsitur eisini ávís málsøki hjá stýrinum. Lærlingur til verkstaðið Á verkstaðnum, sum er undir Farmaleiðum, er eitt starv sum lærlingur leyst at seta. Starvið fevnir um Viðlíkahaldsarbeiði uppá lastbilar, bussar o.a. útbúnað. Førleikakrøv • Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva • Góðan røkjuskap Setanartreytir Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjar- málastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Áhugaði skulu senda umsókn til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 1. februar 2002, kl. 10:00. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú venda tær til Heina á Borg, farmaflutningsleiðara, á tlf. 343060 ella e-post: hab@ssl.fo Starv Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innan- landa fólka- og farma- flutningi, og skal fyri- tøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði.Fólka- og farmaflutningurin set- ir stór krøv um eina góða kundatænastu, herundir trygd, reglusemi og skjót- leika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Land- sins javnvigar við yvir 150 mió. kr. Talið á starvs- fólkum svarar til 180 full- tíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanleggum er 11 skip, 40 bussar og 15 l a s t b i l a r . Flutningsuppgávurnar fevna um alt landið. Nú klippur Marjun eisini á Salong Bronx J. Broncksgøta 34 FO-100 Tórshavn tel 313090 Vit ynskja henni vælkomna Lærlingur til Saab-verkstaðið Pláss er fyri lærlingi til mekaniska verkstaðið hjá Saab. Koyrikort krevst. Vendið tykkum til Heðin Weihe ella Klaus Dahl. P/f Meinhardt Arge tlf. 345400 Tavan Søkt verður eftir reinskerarum at byrja beinan- vegin. Arbeitt verður í tveimum vaktum. Tavan 520 Leirvík Tlf. 213155 · Fax 443377 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað? C M Y K 21 20