fríggjadagur 16. apríl 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. apríl 2010
vikuskiftisblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard
jaspur@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eg eri
illa við av
Torbjørn
Jacobsen
Jaspur Vang
KJaK síða 11
Heðin
Mortensen
steðgaði
sjálvur
vegagerð
Heini eysturoy í KJaKi
F
ráskild verða framvegis vígd
í Christianskirkjuni í Klak
svík.
Hesum boðskapi kom Magnus
Brahé Jørgensen, sóknarprestur
í Klaksvík, við fyrr í vikuni. Ein
løgin boðskapur frá einum presti,
kundu vit sagt. Men her var kortini
talan um ein prest, sum vildi
sannføra síni sóknarbørn um, at
fráskild veruliga eru vælkomin
til gudstænastu hjá honum og at
hann fegin vil víga tey. Orsøkin til
boðskapin var, at tað í sendingini
»Skannarin« hjá Kringvarpinum,
har sjóneykan varð sett á prestar,
sum ikki vilja víga fráskild, kom
fram, at ein fráskild kona í Klaksvík
mátti úr býnum at finna sær náði
hjá einum presti, sum vildi gifta
hana.
Hin føroyska Fólkakirkjan hev ur
góða undirtøku í fólkinum, og tað er
at fegnast um. Men hon hevur nøkur
lýti. Eitt teirra er, at tað eru prestar,
sum sleppa at hátta sær soleiðis, at
teir beinleiðis særa ávís sóknarbørn
við at taka rætti liga grundleggjandi
rættindi frá teimum. Boðskapurin
til hesi fólk verður púra greiður: Tá
prestur ikki virðir teg so frægt, at
hann vil víga teg, so kanst tú heldur
ikki kenna teg væl komnan í kirkju
hjá hesum presti.
Hetta er ein ørkymlandi støða.
Samfelagið loyvir hjúnaskilnaði
– og tað ger Fólkakirkjan eisini.
Fólkakirkjan góðtekur eisini, at
prest ar skiljast og giftast upp
aftur. Hví kann Fólkakirkjan so
ikki seta upp greiðar reglur fyri
hesi viðurskifti? Hví skal Fólka
kirkjan í summum førum rekast
sum ein stovnur hjá ávísum
privat persónum? Tað eru so nógv
viðurskifti, sum vit øll í okkara
privatu størvum kunnu halda
hetta ella hatta um. Vit kunnu hava
samvitskubit – men tað eru summar
uppgávur, sum skulu loysast.
Signalið, sum kirkjan sendir
við at lata prestar sjálvar gera hesi
viðurskifti av er, at øll eru ikki líka
vælkomin – ella at øll sóknarbørn
ikki eru góð nokk. Tað kann als ikki
góðtakast, at summi mugu leita sær
í aðra kirkjusókn, tí teirra prestur
hevur sín egna máta at gera tingini
uppá.
Eitt er, hvat fólk gera í privatum
samkomum – men í Fólkakirkjuni
skulu øll hava sama rætt – so frægt
av skili má vera. Fólksins kirkja
eigur at geva øllum sóknarbørnum
somu viðferð.
KirKjan fyri øLL
Í Fólkakirkjuni skulu øll
hava sama rætt
Kaj Leo Johannesen, løg
maður, sum hevur verið í
føðingardegi hjá Margrethu
drotning, kemur heim við
Norrønu, nú ólag kom á
flogferðsluna.
Kaj Leo Johannesen og
løgtingsformaðurin
Her
geir Nielsen skuldu eftir
røtt um komið heim við
flog fari í morgun, men tá
ið loftrúmið framhaldandi
er stongt, valdu teir at fáa
sær ferðaseðil við Norrönu
við fráferð úr Esbjerg leyg
ar dagin.
Løgmaður kemur
heim við Norrönu
Setanin av nýggjum organ isti
í Christianskirkjuni í Klaks
vík dregur út, eftir at ein av
umsøkjarunum var lagdur
undir at hava framt herverk
á urgu í Gøtu kirkju. Hetta
skrivar lokalblaðið Norðlýsið.
Nýggjur organistur skal
setast í Christianskirkjuni
eftir Hjørleif Waag Høgnesen,
sum røkti uppgávuna í meira
enn 40 ár. Norðlýsið skrivar,
at minst tveir umsøkjarar
eru til starvið, og tað eru
báð ir
hjálparorganistarnir
í Christianskirkjuni, Petur
Martin Johannesen og Jó
hanna Johannesen.
Blaðið skrivar, at herfyri
vóru eini smsboð send, har
Petur Martin Johannesen
varð lagdur undir at hava
framt herverk á urguna í
Gøtu kirkju, har hann hevur
verið tónleikalærari og kór
leiðari. Bæði Petur Martin
Johannesen og forkvinnan
í Gøtu kirkju avsanna, at
Petur Martin hevur nakað
sum helst at gera við skaðan,
sum varð gjørdur á urguna í
Gøtu kirkju, og tey undrast
á, at hendan søgan er farin
at ganga í Klaksvík.
Formaðurin í kirkju ráð
num í Klaksvík, Øssur Kjøl
bro, vil ikki gera við merk
ingar til málið. Hann sigur við
Norðlýsið, at kirkju ráðið er
ikki liðugt at við gera starvs
set anina, og fyribils røkja teir
báðir
hjálparorganistarnir
í felag uppgávuna í Christ
ians kirkjuni.
eydun@sosialurin.fo
Setanin av nýggjum organisti í Christianskirkjuni er forpurrað av einum sms-boðum
Organistur lagdur
undir at gera herverk
Um
vikuskiftið
skuldu
dansi støð í Havn og Klaksvík
hava vitjan av realitystjør
num úr Danmark, men
ólagið á flogferðsluni ger,
at hesar vitjanir verða av
ongum. Í Deep skuldu lut
takarar í Paradise Hotel
vitjað, og á Rex og í Club
700 í Klaksvík skuldi Sid
ney
Lee
leggja
leiðina
fram. Sidney Lee skuldi
eisini verða gestur í Hvonn
Live sendingini, sum Rás2
skuldi hava leygarkvøldið.
Loftrúmið yvir Danmark
er stong fyribils og letur
í fyrsta lagi upp í náttt.
Vitjaninar
hjá
donsku
realityfólkunum verða tí
av ongum í hesum føri, og
eisini Hvonn Live sendingin
hjá Rás2 er avlýst.
Reality stjørnur
verða heima