fríggjadagur 16. apríl 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 16. apríl 2010
2
VIKUSKIFTI
The Dreams
í 12 londum
Hvør vil
verða í
Depli?
Redaktørur: Inna Törnroos
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Drotning Margrethe / Polfoto
4 BakgrunD: Fuski við maTinum
6 HEIlSa: smooThies
7 TIPS: LuTir TiL biLin
8 90 SEkunD: sigrún brenD
10 FErðaFráSøgn: rás2 á seyðisFirði
12 rEPorTaSJa: margreTa DroTning, 70 ár
14 TIl arBEIðIS: brynhiLD Joensen
15 uMaFTuraFTuruM: høgni DJurhuus
16 rEPorTaSJa: Føroyskir sniðgevar í Topp
17 rEPorTaSJa: urTagarðsFyrireiking
18 SPyrST So lIvST: rigmor svarar
19 Mín BESTa uPPSkrIFT: spinaTpannukøkur
23 Tað HEnDur: konserTir, bøkur, senDingar osFr.
24 vIkuMynDIn: besTa mynDin í vikuni
Her er so steindeytt í Føroyum, her hendir
einki. Arbeidsloysið er í topp og politik ar ar
nir bara tosa, heldur enn at fáa fingurin úr
einum ávísum stað.
Nú tosa teir um, hvønn veg man skal fara,
antin at spara seg burtúr kreppuni ella at
leggja avgjøld á vinnuna, so inntøkur koma
tann vegin. Møguliga koma teir til eina mill
um loysn.
Politikarar kunnu saktans vera samdir, ja,
píkarill kunnu teir tað.
Teir eru samdir um, at Magni Laksafoss
stendur uttan fyri samgonguna, men er í
samgonguni.
Herfyri vóru teir samdir um ikki at fara
niður í løn, um ikki at gera Sandoyartunnilin,
um ikki gera tunlarnar nordur um Fjall, og
teir eru samdir um ikki at slíta samgonguna.
Í aðrar mátar kunnu teir eisini saktans
verða samdir.
Teir eru samdir um, at Uttanríkisráðið
er óneyðugt, og at tað burdi bara verið seks
aðalráð. Sig so tad!
Fyri nøkrum áðrum síðan vóru teir sera
samdir um, at alt skuldi leggjast í deplar
og toymir. Vit minnast øll byrjanina til
Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum,
Depilin fyri Minnisveik, Skúladepilin á
Kambsdali, Skúladepilin í Hovi og Skúla
depilin í Marknadgilið, alt deplar sum eru
komnir ella eru á veg.
Tad var ein hurlivasi, tá ið allir hesir
deplarnir skuldu byggjast. Ongin vildi av
við sítt til nevndu deplar. Hvør minnist
góðu argumentini um ikki at flyta skúlan av
Tvør oyri til depilin í Hovi. Hvør minnist ikki
mót mælini um at flyta HF úr Gøtugjógv til
Kambsdal.
Tað er helst gott at ganga í depli, sum
hevur postnummar 735. Tað eiga tey bæði
fólkini, sum búgva í Depli helst at siga.
Tey hava gott útsýni yvir á sunnastu
hús ini í Hvannasundi og síggja í norðara
enda á Svínoynni. Tá ið mjólkarbáturin fer
damlandi til Fugloyar og Svínoyar ein gódan
summardag er gott at búgva í Depli. Har
hoyrist einki um nakran, sum ikki vil vera í
Depli.
INNIHALD
tónleikUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Føroyski rockbólkurin The Dreams er
rættiliga við at koma fyri seg í londum
uttanfyri Føroyar.
Í tvey ár hevur bólkurin veruliga
havt undanvind í Danmark, har teir
hava havt eitt hitt fyri og annað eftir.
Ser liga á sonevnda Boogie listanum hjá
DR hava teir verið populerir, og í fjør
áttu teir tann sangin, sum stóð seg best
á listanum.
Nú royna The Dreams at vinna fram
uttanfyri Danmark, og har eru frambrot
at fegnast um.
Útgivnir í 12 londum
The Dreams skriva í komandi viku
undir enn ein sáttmála, og eru teir so
statt fløguaktuellir í 12 londum.
Hvønn týdning hetta kemur at hava
fyri víðari ferðina hjá The Dreams mill
um tónleikastjørnurnar er ilt at siga,
men tað tykist ganga rætta vegin.
Nýggj asti sáttmálin um utgávu er í
Týsk landi.
Hinvegin er greitt, at The Dreams
koma til Føroya at spæla í næstum. Teir
spæla í Deep í Havn tann 23. apríl og
í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann
24. apríl.
THe DreAms skriva í komandi viku undir eNN ein
sáttmála, og eru teir sostatt fLøguAkTueLLIr
í 12 londum. í næstum vITjA teir í Føroyum
klumman
Birgir Waag
Høgnesen
The Dreams hava frambrot at
fegnast um í hesum døgum
Depil