fríggjadagur 16. apríl 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. apríl 2010
18
Sosialurin
Vit søknast eftir ágrítnum, nærlagdum
og álítandi lærlingi til skrivstovu okkara
á Kambsdali. Sum lærlingur hjá okk-
um kemur tú at fáa eitt breitt innlit í
skrivstovuarbeiði, og kemur eisini at
hava ábyrgd av ymiskum uppgávum.
Tú ert um at vera liðug/ur- ella hevur
longu tikið eina miðnámsútbúgving,
og ert opin fyri at útbúgva teg víðari
innan skrivstovu- og fyrisitingarøki.
Tú hevur áhuga í bókhaldsarbeiði,
og ert ikki bangin fyri at læra og
menna teg. Tú hevur telduførleika
og førleika at orða teg í skrift og talu
á føroyskum, donskum og enskum.
Tú hevur góð samstarvsevni, dámar
at arbeiða tætt saman við øðrum og
fýrir ikki fyri at taka ábyrgd, og geva
eitt sindur eyka, tá tørvur er á tí.
KJ Hydraulik er ein spennandi fyritøka
í støðugari menning. Á okkara maskin-
verkstøðum arbeiða uml. 40 hand-
verkarar og lærlingar, og harumframt
hava vit eina vælvirkandi sølu- og
tænastudeild, goymslu og fyrisitingar-
deild. KJ Hydraulik heldur til á Kambs-
dali, Fuglafirði og í Tórshavn.
Umsóknir, við avriti av prógvum og
viðmælum skulu sendast okkum í
seinasta lagi 28. apríl 2010, og kunnu
sendast umvegis teldupost ella til:
KJ Hydraulik
Fagragil 1, Kambsdalur
Postboks 110
FO-530 Fuglafjørður
Um tú hevur spurningar, ert tú
vælkomin at seta teg í samband við
Arna K. Abrahamsen, fíggjarleiðara, á
tlf. 407015 ella teldupost aka@kj.fo
Starvið verður sett eftir nærri avtalu.
KJ Hydraulik søkir
skrivstovulærling
Postsmoga 110 . Kambsdalur . Tel 407000 . Faks 407001 . info@kj.fo . www.kj.fo
reset.fo
Bragdið og Kvinna skipa fyri
Kvinnurenning
í Tórshavn tann 5. juni
Kom í venjing til kvinnurenningina
Bragdið hevur aftur í ár eitt framúr gott venjingartilboð til allar
kvinnur, sum vilja koma í venjing til kvinnurenningina. Tilboðið er
ókeypis og hóskar væl til bæði royndar og óroyndar kvinnur.
Venjing á Tórsbreyt leygarmorgun kl. 8:30 og hósdag kl. 17:00.
Leygarmorgun venja vit lættar túrar har skift verður millum at renna
og ganga. Hósdag venja vit renniteknikk og styrki.
Fyrsta venjing verður á Tórsbreyt leygardagin 10. apríl og vit halda á
fram til hósdagin 3. juni. Tilmelding er ikki neyðug.
Kvinnudeildin hjá Bragdinum