Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 69 · 16. apríl 2010 17 VIKUSKIFTI Várið er komið, og blómurnar spretta upp úr jørðini. Tey, sum hava hug til urtagarðsarbeiði, kunnu næstan ikki bíða við at fara út at arbeiða í moldini. Vit kunnu reinsa út eitt sindur av ilgrasi, men ikki gera ov nógv av enn. So leingi, sum moldin er vát, er best at geva moldini frið. Fert tú at grava í moldini, kleimir tú hana ov nógv sam­ an, og tú gerst meira skaða enn gagn, sigur Heini Joensen, gartnari í fyri­ tøkuni Vøxtur. Hann mælir til at geva moldini frið, tí eru maðkar í moldini, gera teir arbeiðið við at gera moldina lættari. Náttúran tekur sær sjálv av tí uppgávuni. Ikki fyrr enn tað verður meira turt, kunnu vit fara út at lætta skorpuni á moldini eitt sindur á. Rættast er at lata deyðar staudir liggja oman á moldini fyri veturin, tí tær halda upp á moldina, men nú kunnu vit fara út og taka alt tað deyða burt ur. Runnar kunnu vit eisini klippa nú, sigur Heini Joensen. Hetta er ársíðin, tá ið vit skjótt kunnu byrja at grundaða við eitt nú nitro foska, men einki við at brúka ov nógv tøð í senn. Best er at taða einar tríggjar ferðir um árið, nú, í juni og um ólavsøkutíð. Betur er at taða fleiri ferðir og lítið hvørja ferð enn at oysa tøð út yvir moldina.Verður taðað ov nógv í senn, er vandi fyri, at tøðini bara regna burtur. Enn er ov tíðliga at gera nakað við gras vallir, tí tað er ov vátt. Tað eigur at hava verið turt í eina ella tvær vik ur, áðrenn vit fara at gera nakað við gras­ vallirnar. Er nógvur mosi í vøllinum, kunnu vit fara við jarnrívuni og fáa mosan burtur. Har hol eru í, kunnu vit koyra grasfræ í, men enn er í so tíðliga at grastaða, sigur Heini Joensen. Hann sigur, at tá ið ein vøllur verður yvirtikin av mosa, er tað ofta tí, at grasið er ov nógv klipt niður. Tað er gott bara at lata grasið vera har, tí um vár ið stríðast mosi og gras móti hvør øðr um, og tí skal grasið bara liggja, til gróðurin kemur. Mosin fæst ikki burtur bara við at kálka. Harfyri ber til at fara út nú at sláa deyðagras. Plantur mugu gjarna setast niður fram til hálvan mai, og eru tær í potti kunnu tær eisini plantast seinni. mynd: istock Far spaKUlIga til verka í haVanUm So leingi Sum moldin enn er vát, eiga vit at vera varin við at grava ov nógv í moldini. tey ráðini gevur Heini Joensen í fyritøkuni vøxtur. Hann kemur Her við nøkrum góðum ráðum lagt tIl rættIs: Randi Jacobsen Nú er skjótt tíð at fara út við hvíslini og spakanum