Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 16. apríl 2010 Sosialurin Árni Joensen Tað er synd at siga, at Eric Moody, flogskipari á British Airways-flogfarinum frá London til Auckland í Ný Sælandi, gjørdi ov nógv av, tá hann tók mikrofonina: - Ladies and Gentlemen, this is your Captain speak- ing. We have a small prob- lem. All four engines have stopped. We are doing our dam nedest to get them und er control. I trust you are not in too much distress. Ferðafólkini í BA-flog- fari num mundu ána ilt, longu áðrenn tey hoyrdu boð ini frá flogskiparanum. Luft in í ferðafólkarúminum var farin av lukta av svávuli, og uttanfyri sóu tey eitt sjáld samt ljós, sum fór ígjøg num motorarnar. Sannleikin var, at flog farið var júst komið inn í eitt øskuskýggj frá indones iska gosfjallinum Gunung Galunggung, uttan at flogskiparin ella hini av manningini vistu tað. Av- leið ing in var, at flogfarið bleiv sandblást, samstundis sum øskan setti seg fasta inni í motorunum. Eric Moody, flogskipari, visti, at tað stóra Jumbojet- flog farið fall ein kilometur nið ur fyri hvørjar 15 kilo- metrar, tá gleið ígjøgnum luft ina. Hann og hevði so- statt 23 minuttir til at fáa motor arnar aftur í gongd. Eydn aðist tað ikki, var einki at gera. Tá hæddarmátarin um- borð á BA-flogfarinum vísti, at tað var 4.100 metrar uppi, gav Eric Moody manningini boð um at royna at seta motor arnar í gongd. Tann fyrsti fór í gongd, eisini tann næsti, og lítla løtu seinni gingu allir fýra. Moody gjør- di av at neyðlenda í Jakarta, og alt gekk eftir ætlan. Søgan um hendingina við BA-flight 9 er frá 1982 og er tann best kenda frásøgnin frá einum flogfari, sum fekk trupul leikar av gosøsku. Søgan er millum annað kend av, at sjónvarpsstøðin Dis covery hevur gjørt eina sera sannførandi sending um tilburðin. Fall 4.000 metrar Eric Moody er minni enn so tann einasti flogskiparin, sum hevur havt trupul- leik ar av gosøsku. Í 1989 fleyg eitt Jumbojet-flog far hjá niðurlendska felag- num KLM beint inn í eitt øskuskýggj, sum sta v- aði frá frá einum gosi úr gosfjallinum Mount Re- doubt í Alaska. KLM-flight 867, sum var á veg úr Am- s ter dam til Tomyo, var bara seks mánaðir gamalt, og eisini hesaferð var av- leið ingin, at allir teir fýra motor arnir sløknaðu. Ta næstu løtuna fall flog- farið næstan 4.000 metrar. men tá eydnaðist tað Karl van de Elst, flogskipara og mann ing hansara at fáa allar fýra motorarnar aftur í gongd og at neyðlenda í Anchorage í Alaska. Tað kostaði 80 milliónir dollar- ar at umvæla skaðan av gos- øskuni. Men flogfarið bleiv um vælt og flýgur enn tann dag í dag fyri KLM. Tað finnast fleiri onnur dømi um, at flogfør hava fing ið trupulleikar av gos- øsku. Eitt nú sigst, at umleið 40 flogfør fingu smærri trupul leikar av øsku frá gos fjallinum Pinatubo í juni í 1991. Sera sjáldsamt Tað kann eisini vera hættis- ligt í dag, um flogfør koma í øsku frá einum eldgosi, men ávaringarskipaninar eru munandi betri nú, sigur Eivind Bjurstrøm hjá SAS við norsku tíðindastovuna NTB. Hann vísir tó á, at øskan kann órógva tólini í flogfarinum, eitt nú tað tól ið, sum mátar, hvussu skjótt flogfarið flýgur, og at tað kann fáa flogskiparan at taka skrivar avgerðir. Harafturat kemur, at nøk ur tól í flogførunum brúka luft til køling, og vil illa til, kann øskan typpa skipan ina. Eisini er vandi fyri, at øskan kann koma inn í sjálvt ferðafólkarúmið, soleiðis at feráfólkini fáa brúk fyri meiri súrevni, sum frammanundan er av mark- að, sigur Eivind Bjurstrøm. Men tann størsti vandin við gosøsku er avgjørt, at motor arnir kunnu steðga. -Øskan kann sleppa inn í brennikamarið í motor- inum. Har verður hon hit- að upp, so hon bráðnar og kann typpa motorin. Motor- urin missir orku og steðgar. Men hetta hendir bara, um flogfarið kemur í nógva øsku, og tað hendir sera, sera sjáldan, sigur Eivind Bjur strøm við NTB. arni@sosialurin.fo Allir motor­ Arnir eru sløknAðir Eldgos Tað stóra Jumbojet-flogfarið hjá British Aliways var á veg úr London til Auckland í Ný Sælandi, tá allir teir fýra motorarnir brádliga steðgaðu. Orsøkin var, at flogfarið var komið inn í eitt øskuskýggj frá einum gosfjalli – Vit hava ein lítlan trupulleika: Í 1982 fleyg eitt flogfar hjá British Airways inn í eitt øskuskýggj, sum stavaði frá einum gosi í Indonesia. Allir teir fýra motorarnir steðgaðu, men tað eydnaðist manningini at fáa teir aftur í gongd og at neyðlenda øskurok