Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 69 · 16. apríl 2010 16 VIKUSKIFTI Føroysk sniðgeving At føroyskir sniðgevar stAndA seg væl uttanlands er einki nýtt. Men í hesuM døguM verður tAð enn einAferð prógvAð. nú eru tilnevningarnar til dAnsk Fashion AwArds nevniligA klárAr, og BarBara í gongini er sloppin ígjøgnuM trongA nálAreygAð. guðrun&guðrun vóru eisini við á upprunAligA listanum, Men gjørdust Akkurát ov stuttAr í seinAstA atkvøðuumFarinum sniðgeving eydna skaale eydnaskaale@hotmail.com 12. mai verður eitt stórsligið gallakvøld í Keypmannahavn. Heiðurslønir verða lætnar bæði sniðgevum og yms um øðrum aktørum í donsku móta vinnuni. Heilar 15 heiðurslønir verða lætnar í ymsum bólkum. Til dømis verða heiðurslønir givnar besta sniðgeva, besta merki, besta móta fotografi, og so er eisini ársins etn iska heiðursløn. Bæði Barbara í Gongini og Guðrun&Guðrun vóru at finna á listanum yvir tey, ið upprunaliga vóru útvald til tilnevningarnar. Tað var skipað soleiðis, at umleið seks nøvn vóru í uppskoti til hvørja heiðursløn. Síðani kundu fólk at kvøða á netinum fyri teimum, ið skuldu sleppa víðari til endaligu til nevn­ ingina. Nú eru atkvøðurnar taldar upp, og trý merki ella fólk eru til­ nevnd til hvønn prís. Fyrstafloks føroyskt Bæði Barbara í Gongini og Guðrun&Guðrun høvdu sera flott show á mótavikuni, sum var hildin í Keyp mannahavn fyrst í februar, og bæði merkini fingu eisini nógv rós og góð um mæli fyri mótasýningarnar tá. Og nú gongur enn einaferð sjón fyri søgn, at føroysku merkini ikki smæðast burtur ímillum tey størstu donsku. Av teimum 15 heiðurslønunum var Barbara í Gongini nevniliga upp­ runaliga í uppskoti til tríggjar. Hon var bæði tilnevnd til Danish Design Talent of the Year, Danish Brand of the Year og Ethnical Award of the Year. Guðrun&Guðrun vóru í uppskoti til Ethnical Award of the Year. At koma so langt má sigast at vera eitt bragd í sjálvum sær, tí danska mótavinnan er á sera høgum støði, og kappingin er hørð. Bara tað, at tær verða nevndar í sambandi við heiðurs­ lønirnar, og at tær eru í uppskoti til at teljast millum ársins bestu, er sera flott og prógvar, at føroysk sniðgeving av álvara verður viðurkend í toppinum á danska mótaheiminum. Barbara slapp við Fyri Guðrun&Guðrun merkti at­ kvøðu greiðslan, sum júst hevur verið á www.danskfashionawards.com, at tær tíverri gjørdust ov stuttar til endaligu tilnevningarnar. Barbara í Gongini slapp heldur ikki við til endaligu tilnevningarnar í bólkunum Danish Design Talent of the Year og Danish Brand of the Year. Hinvegin fekk hon nóg nógvar at­ kvøður til, at hon nú skal kappast við tvey onnur merki um Ethnical Award of the Year. Merkini, hon kappast ímóti, eru Designers Remix Collection og Noir, sum bæði eru sera kend og væl umtókt donsk merki. Nú fólkið hevur sagt sína hugsan um, hvørji trý skulu vera í uppskoti til hvørja heiðursløn, skal ein dóms­ nevnd við tjúgu fólkum, sum í høv­ uðs heitum eru mótajournalistar, gera av, hvørji av teimum tilnevndu hava klárað seg allarbest og tí skulu kjósast til tey bestu anno 2010. í topp Guðrun&Guðrun rukku akkurát ikki einum endaligum tilnevningarplássi. Tær vóru tó upprunaliga í uppskoti til Ethnical Award of the Year, men seinasta atkvøðugreiðslan á netinum setti fót fyri teirra møguleikum at koma víðari í kappingini. Barbara í Gongini er í uppskoti til Ethnical Award of the year í sambandi við Dansk Fashion Awards, sum verða handaðir á stórum gallakvøldi 12. mai. Hon var upprunaliga eisini í uppskoti til Danish Design Talent of the Year og Danish Brand of the Year. Fakta: Danish Fashion awarDs • Tiltakið Dansk Fashion Awards hevur verið hildið tvær ferðir áður. • Heiðurslønahandanin verður 12. mai á Glyptotekinum í Keypmannahavn. • Endamálið er at heiðra og seta fokus á donsku mótavinnuna. • Ein dómsnevnd við 20 fólkum úr donsku mótavinnuni, serliga journalistar, tekur endaliga avgerð um, hvør skal vinna. • Tiltakið plagar at savna eina rúgvu av kendum dønum, og millum annað handaði Mary krúnprinsessa eina heiðursløn í fjør. • Í ár er Barbara í Gongini ein av teimum trimum tilnevndu til Ársins Etniska Sniðgevi heiðurslønirnar Heiðurslønir verða lætnar í 15 bólkum • Ársins danska merki • Ársins danska sniðgevaratalent • Ársins danski sniðgevi av tilhoyri • Ársins danska klædnaketa (Retail) • Ársins danski mótafotografur • Ársins danska lýsingarherferð • Ársins danski stylistur • Ársins danski makeup artistur • Ársins danski hárstylistur • Ársins danska mannliga modell • Ársins danska kvinnuliga modell • Ársins etniski sniðgevi • Ársins danski sniðgevi Les meir á www.danskfashionawards.com mynd: BeInTa HaraldSen mynd: Beinta Haraldsen