Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. apríl 2010 16 Sosialurin Randi Jacobsen og Rógvi Nybo 25 næmingarnir í 8. A og tríggir lærarar hava verið á námsferð í Prag, og beint áðrenn tey skuldu fara úr Prag hósdagin frættu lærararnir, at flúgvingin í Norðurevropa var órógvað av eldgosinum í Íslandi. Teir vildu einki siga við næmingarnar. - Vit fingu ein frammaná, tá ið vit ringdu til Atlantslog og til tryggingina um at hjálpa okkum, tá ið vit komu til Danmarkar, tí eingin hjálp var at fáa. Tryggingin tekur ikki við, tá ið talan er um nátturuhending, og tí ein almennur myndugleiki hevur stongt loftrúmið, sigur ein av lærarunum og ferðaleiðarin Stig Elttør. Hann ringdi tí beinanvegin til skúlastjóra sín, sum beinanvegin lovaði teimum, at skúlin vildi hjálpa. Ósáskúlin og Klaksvíkar kommuna hava átikið sær at gjalda útreðslurnar av longda steðginum hjá 8. A í Danmark. Ferðalagið fekk Fonnflog at hjálpa við at finna innivist, og tað eydnaðist teimum at finna eitt vallaraheim á Amager. Har hava tey so gist í nátt. Fartelefonirnar gingu kykar hjá næmingunum í gjár. Næmingarnir ringdu og sms-aðu heim, og foreldur ringdu aftur. Nú høvdu næmingarnir glett seg at sleppa heim, men tað sluppu tey ikki, og í morgun var framvegis ógreitt, nær flúgvandi verður aftur millum Føroyar og Danmark. Stig Elttør heldur ikki, at næmingarnir hava tað stóra av peningi eftir, nú tey eru á veg heim. Tey flestu hava brúkt hvørt oyra í Prag. - Ikki høvdu vit væntað, at vit sum lærarar nú skuldu hava ábyrgdina av einum stórum flokki av 14-15 ára gomlum næmingum her í Keypmannahavn, sigur Stig Elttør. Fáa onga hjálp Ferðafólk, sum eru strandaði í Kastrup og aðrastaðni, orsakað av flogforboðnum, og sum skuldu heim við Atlantsflogi, fáa onga hjálp til at fáa sær innivist á hotelli ella annað, hvørki frá Atlantsflogi ella tryggingarfeløgunum. Loftrúmið yvir Danmark er stongt, og nú klokkan 17 verða øll ferðafólk tveitt út úr floghavnini Í Kastrup. Og millum tey, sum verða sett út á gøtuna í hesi løtu, er ein heilt ferðalag upp á 25 næmingar og tríggjar lærarar úr skúlanum við Ósánna í Klaksvík, sum skuldu koma heim til Føroya í dag, eftir at hava verið á námsferð í Prag. Og støðan hjá teimum er einki serlig, viðgongur skúlalærarin og ferðaleiðarin Stig Elttør. Skúla flokkur fekk onga hjálp ØSKUFØST Næmingarnir 8. A í skúlanum við Ósánna í Klaksvík og lærarar teirra stóðu sum kánus hósdagin, tá ið tey komu úr Prag til Kastrup og ikki sluppu heim. Hvørki trygging ella Atlantsflog kundu hjálpa teimum við innivisti, men skúlin og kommunan tóku um endan Inna Tørnroos Enn hava læknarnir ikki fing ið fleiri áheitanir um lung na trupulleikar orsaka av øskuni. Virkandi landslæknin, Tro e ls Thomsen, hevur ringt runt til kommunulæknarnar og sjúkrahúsini í Føroyum. Fyri fólk, ið ikki hava lunga sjúku, er øskan úr ís- lendska gosinum Eyja fjalla - jøk li eingin heilsuvandi. Hó ast at nógv fólk klagaðu um, at tey kendu seg turran í hálsi og góma í gjár, er hetta bara at harka vekk ella at drek ka meira vatn. - Tey, sum skulu verða varin, eru tey, ið hava lunga- sjúku, tí øskan í luftini kann gera, at teirra sjúka versnar, sigur Troels Thomsen. Fyri tey, ið hava frísk lungu, er øskan í luftini at saman bera við ein dag á strond ini, tá ein fær sand í munn in og lungu. - Vit hosta tað upp uttan trupulleikar, sigur hann. Tak smábørn inn Børn undir eitt ár hava lítil og fín lungu, ið skulu verjast. Tí mælir landslæknin frá at lata tey sova úti, meðan so nógv øska er í luftini. Fyri tey, ið nýta linsur, ræður landslæknin til at tey skifta tær út við brillur so leingi sum so nógv øska er í luftini. - Tað er bara eitt praktiskt ráð, tí linsirnar verða skøv að- ar av sandinum, sigur hann. inna@sosialurin.fo gott at tað regnar Í fráboðan kl 10 fríggjamorgunin mælti landslæknin fólki til at: • Persónar, sum hava trupulleikar við andaleiðini (astma og bronkitis), ið ikki hava sjúkueyðkenni, kunnu gott vera uttandura, • Persónar við sjúkueyðkennum frá andaleiðini eiga framvegis at vera innandura, • Tað er ikki hóskandi at lata, børn undir eitt ár, sova úti, • Persónar, sum í nærmastu framtíð fáa sjúkueyðkenni í lungunum, eiga at seta seg í samband við lækna, • Persónar, ið brúka kontaktlinsur, eiga at skifta til brillur, um tað verður turt í veðrinum ØSKUREGN Landslæknin Troels Thomsen gleðist yvir regnið. Tað ger nevnliga, at øskan, ið kemur inn yvir okkum, verður fangað í dropunum og ikki endar í lungunum hjá okkum 8. A í Ósáskúlanum í Klaksvík hevur verið á námsferð í stórsligna býnum Prag, og ein dag vóru tey og vitjaðu týningarleguna Theresienstadt STRaNdaði Gosfjallið Eyjafall tá tað fór at goysa 15 apríl