fríggjadagur 16. apríl 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 16. apríl 2010
15
VIKUSKIFTI
Ein av síðvetrardøgunum í
síðstu viku, eg var á mínari
dag ligu sálarbøtandi gonguferð
í hálvvillu nátúrini í Havn, varð
eg við eitt skræddur úr mínum
sál ar bót artonkum. Har vóru tvey
smá lomb, nei, har var eitt aftur at.
Trý smálomb, svørt sum pápin.
Hann helt seg eitt sindur burtur
frá, arrogantur og sýntist ikki at
hava stórvegis áhuga fyri hesum
nýgg ju í fylginum. Hansara ar
beiði var langt síðani gjørt.
Nú er tað her, nú er tað komið,
tað, sum summi kalla vár, segði
eg við meg sjálvan, tí har eingin
ann ar. Eg steðgaði og stóð eina
góða løtu og hugdi eftir hesum
fyrs tu síðvetursboðunum. Ein
nógv størri gleðiboðskapur enn
hasin veruleikafjari ynski dreym
ur in nakrar dagar framm an
undan, á páskum. Ein veruleikans
gleði boð skapur. Og ikki eitt orð
um páskalambið, takk!
Gásarsteggin á stykkinum,
eg gangi framvið tvær ferðir um
dag in, kom aftur í gjáramorgunin
spel andi við nevinum fremst sum
eitt spjót móti mær.
Hann tekur fjórðings kúfóður
upp á fýra sekund sum einki, fis ir
og fylgir mær fram við stiki num
til hann ger eina skjóta strateg
iska meting og vendir gartandi
við og roynir at flúgva aftur
til bøguna. Men veingirnir eru
skerd ir.
Tvær ferðir um dagin sama
ritu alið. Altíð árvakin, steggin,
eisini klokkan hálvgum seks um
morgun in. Hann kemur so nær,
at tú sært ljósabláu ringarnar í
eygu num.
Eg giti, hann hugsar og físir:
pína doyð, kemur hasin dummi
fan in aftur tvætlandi her í
morgun.
Í morgun svav hann, sá eg, tá
eg kom oman eftir vegnum. So
eg fór eina aðra leið fyri ikki at
órógva hann. Hann var einsa
mallur í morgun. Bøgan er far in í
gásarhúsið, giti eg. Skjótt verð ur
gult lív á stykkinum. Hvussu
nógvir verða teir í ár, gásar ungar
nir? Í fjør vóru bara fýra.
Og á trøðni vestanfyri eru
geit ar lomb ini komin út at skatta
helja r dýpið. Enn eru tey ikki
far in at hoppa um allar geilar,
men eru hjá mammuni við húsið.
Verð in er stór, so hon má takast
stig fyri stig.
Dunnuungarnir koma eisini
skjótt, minnist meg rætt. Teir eru
sum samdøgursflugurnar. Fáa
eina stokkuta løtu í ánni, áðrenn
aðr ir fuglar taka teir. Nátúran,
eisi ni tann í stórbýnum, stýrir
sær sjálvari. Hevði dunnan ongan
fígg inda, var ikki livandi her fyri
dunn um, so nógvar høvdu tær
ver ið. Gæsnar missa ongan unga
– fyrr enn á jólum. Eisini tann
reguler ingin virkar.
Sólin kemur upp millum Stong
og Eystnes klokkan sirka hálv
gum sjey og fer sníkjandi vestur
eftir at gera sniðálop á sort an.
Hitin er pluss nøkur fá. Síð vet ur
in er komin.
25. flagga vit fyri øllum
hes um og okkara einasta stigi á
sjálv stýris leið. Sunnudagur er,
tann 25., men tað er fyrigivið
arbeiði at vinda í húnar hátt,
mar sj era og halda røður (bara
røð an er skrivað gerandisdag).
Nú síðvetur er við øllum
sín um halgidøgum og brotum
á halgidagslógina, komi eg
at hugsa um ein felagsskap í
studenta skúlanum á Akureyri,
har eg gekk fyri skjótt hálvari
øld síðani. Latínlærarin og nakr ir
skúladreingir høvdu ein felags
skap, sum teir nevndu Salta to
res, haldi eg tað var. Snobbarí ið
fyri latíni livdi framvegis tá í
studentaskúlunum í Íslandi.
Fantaseraðu, at tey gingu í
latínskúla.
Felagsskapurin, ella klikan,
Saltatores, helti seg til eina
staðfesting hjá Cicero, á latíni
sjálvandi:
»Nemo enim fere saltat
sobrius, nisi forte insanit.«
Íslendska umsetingin var so
leiðis:
»Einginn dansar ófullur, nema
hann sé vitlaus.«
Tað merkir, leysliga týtt, at
eing in dansar ódrukkin, uttan tey
eru óð í høvdinum.
So tey, sum dansa edrú páska
nátt, eru óð í høvdinum.
Síðvetur
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Farið endiliga og rennið!
stóra Kvinnurenningin verður
hildin á sjálvum pápadegnum
5. juni. Og so hugsaðu nógv, at
tað var løgið, at meira enn 2000
kvinnur skulu rýma av húsum
sjálvan pápadagin. Men í grundini
er tað ein fín loysn. hvussu kann
ein pápadagur haldast betur,
enn við at mamman er úti og
rennur. deiligur friður at hyggja
eftir fótbólti í sjónvarpi, drekka
eina øl og hava beinini uppi á
sofaborðinum. jú, kvinnur, farið
endiliga út og rennið pápadagin
– tað er ein góð gáva til mannin!
Kunnu tit bara líka minnast til
at seta øl í køliskápið og keypa
chips, áðrenn tit fara út?
Bjargingarbátar – nú við
navni og kvinnum
Í gjárkvøldið var Tjaldrið á
Havnar vág og kannaði tveir
bjarg ing arbátar.Tað vísti seg, at
Lóm ur mannaður við kvinnum
ongan radarreflektor hevði.
Hin báturin var Gongurólvur,
eisini mannaður við kvinnum.
Tíðindi á Rás2
Hvør er bilførari?
Sex and the City-
treylarin er á gøtuni
Planet.fo
Tað var løgið
Steinar eru kastaðir inn gjøgnum
rútar nar, sum nú eru knústir
Dimma
Heitur jøkul
Eyjafjallajøkull hevur
goyst tvær ferðir
Portal.fo
Ja, men tíbetur var tað
bara blámusoppur
Hevur tú fremmandar
gestir við hús?
Sosialurin
Sjálvandi! Skuldi tað
kanska verið menn?
2033 kvinnur til Kvinnurenningina
Portal.fo
Bara tað ikki bleiv pínlig luft
Løgmaður fær sviskur
frá drotningini
Olivant
Gera vit ikki øll tað?
Badmintonfelagið satsar
uppá framtíðina
Norðlýsið
Einki meira enn vanligt!
Serfrøðin talar í eyst og vest
Jóannes Eidesgaard í viðmerking
Altjóða rák!
Jóhanna Sigurðardóttir
vil hyggja frameftir
Olivant
Ein mánaður størri
enn alt 2009
Sands kommuna fekk góðar 174.00
krónur meira inn í skatti í mars
mánað í ár samanborið við í fjør.
Kringvarp.fo
ranga
í
strúpan
Ári leitar eftir kavbátum
roysningurin Ári, sum vitjaði í Føroyum herfyri, er farin til havs.
Ein sendari á roysninginum ger, at tað ber til at fylgja hansara
ferð. Ári setti kós í ein norðan, men so suður eftir aftur, og hevur
nú svomið í ein landsynning í eina tíð. herfyri skrivaði sosialurin,
at russiskir kavbátar hava kannað havbotnin norðanfyri Føroyar.
Og tað sær út til, at Ári hevur fingið frænir av onkrum norðanfyri.
sær næstan út, sum um hann jagstrar russiskar kavbátar.
Ein maður, sum sendi
skitin klæði hjá sær
á eitt vaskarí, setti
ein pappírslepa á
skjúrtuflippuna,
har hann skrivaði
“brúka meira sápu
her”. Tá hann fekk
klæðini aftur, var ein
pappírslepi í nývaskaðu
undirbuksunum.
har stóð “brúka
meira pappír her”.
Maðurin
og vaski-
klæði
Kvinnurenning á pápadegnum: