fríggjadagur 16. apríl 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 16. apríl 2010
Sosialurin
Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður í fíggjarmálum
Skulu vit gera myndina
uppaftur
fløktari,
so
kunnu vit eisini taka aðrar
búskaparfrøðingar við, sum
hava úttalað seg. Ein, sum
situr í Løgtinginum og ofta
er at hoyra í fjølmiðlunum
um búskap, hevur brúkt alla
sína orku uppá at mála eina
ávísan upp á veggin, og at
vit fara við fullari ferð út av
eggjuni. Onkur annar, sum
eisini hevur sitið í fremsta
ráðgevingarsessinum
hjá
landsstýrinum, bað okkum
hava ís í búkinum og heldur
tøma landskassan enn at
standa á bremsuni, tí tað
vildi bara gera kreppuna enn
verri.
Men aftur til Landsbankan
og Hagstovuna. Lat meg taka
nøkur dømi fram um tað, sum
sagt er seinasta mánaðan ella
gott tað:
3. mars sigur Sigurð Poul
sen (SP), at Landsbankin
metur ein búskaprvøkstur
fram til 2015 uppá 4% árliga
í leypandi prísum ella 2% í
føstum prísum. Dagin eftir
sigur Hermann Oskarsson
(HO), at miðal vøksturin
seinastu 10 árini hevur verið
4,5%. Víðari sigur hann, at tað
er ongin grund til at halda, at
vøksturin verður minni fram
til 2015, men í 2010 verður
eingin vøkstur.
8. mars kemur Búskap
arráðið við síni frágreiðing,
og tá henda byggir á Lands
bankans metingar, so eru
teirra metingar tær somu
sum hjá SP.
Ein mánaða seinni 8. apríl
sigur Landsbankin á heima
síðu síni, at 25 ára miðal
vøksturin hesi seinast 10 árini
hevur verið millum 1 og 2 %
um árið, men 25 ára miðaltalið
fyri vøkstur er mink andi hesi
seinastu árini.
Men sum um hetta ikki
var nóg mikið, so fer SP nú út
sum ein dómadagsprofetur
og sigur m.a.:
• Skuldin veksur alt ov
skjótt
• Uppskotið hjá landsstýri
num er ov lítið ambitiøst
• Vit klára eina skuld uppá 45
% av BTÚ, men váðin gerst
alt ov stórur
• Milt sagt ikki klókt at bera
seg soleiðis at
• Fyri hann ikki avgerandi, um
talan verður um sparing
ella meir inntøkur
• Veljarin má gera vart við seg
og tvinga politikararnar
• Ringt, at vit byrgja okk
um inn í eina fellu, sum
vit ikki klára at arbeiða
okkum úr aftur
Men so kemur HO um júst
somu tíð bara eina tíðinda
sending seinni og slær fast:
• Hetta er git, sum við heilt
stórari vissu er skeiv
• Onkur situr við einum
rokniarki og gitur út frá
fortreytum, hann sjálvur
setur
• Havi lítla respekt fyri
tílíkum
• Git sum er verri enn einki
• Í Fraklandi er 15 stór bú
skaparmodel sum 2000
fólk umsita
•
Sikkurt skeivt
•
Ópassandi
samstarv
mill um bureaukratar og
politikkarar
•
Forsiktigheitssenarium
sum nakrir skuldar fellu
hysterikarar hava stilla
upp
Men fyri líka sum at seta
prikkin yvir i´ið, so kemur
HO út aftur sama dag í einari
seinni
tíðindasending
og
slær fast:
• Stórt uppsving krógvar
seg beint fyri framman
• Treytin er, at vit uppføra
okkum fornuftigt
• Ordiligur brestur av ein
um upptúri
• Toskaprísurin í dag 4 ferð
minni, enn hann eigur at
vera
• Ikki naivt optimistiskur.
Hetta er innan fyri mítt
fak
Skuldarfelluhysterikari
ella óambitøsur
Í síni ætlan fyri árini fram til
2015 hevur landsstýrið sett
upp tey tiltøk, landsstýrið
ætlar at fremja. Hetta eru
ikki git.
Í síni ætlan hevur lands
stýrið eisini gjørt útreiðslu
framskrivingar fram til 2015.
Hetta eru útreiðslur, vit vita
koma. Sum dømi kunnu
nevnast:
ellisog
røktar
heim, ið eru í gerð, øking í
læraraeftirlønum, øking í
fólkapensión orsakað av at
talið av pensionistum økist
og størri tilgongdum í okkara
skúlaverki. Her er talan
heldur ikki um git.
Grundað á upplýsingum
frá búskaparfrøðini hevur
landsstýrið gjørt eina real
ist iska, kanska eitt lítið
sind ur varisliga meting av
búskaparvøkstrinum fram
til 2015. Metingin er, í hvussu
so er, klárt omanfyri miðal
vøksturin seinatu 25 árini.
Landsstýrið
hevur
í
uppskotinum sett sær fyri
at gera tiltøk í 2011, ið eru
munandi størri enn tað
Búskaparráðið og Lands
bankin mæla til, sjálvt um
SP nú sigur, at tey eru ov lítið
ambitiøs.
PS: Ikki er tað lætt at
siga, um vit eru skuldarfellu
hysterikarar, sum Hermann
Oskarsson vil gera okkum
til, ella um vit eru ov lítið
ambitiøs,
sum
Sigurð
Poulsen vil gera okkum til.
Eri faktisk sera glaður fyri,
at inni í Fíggjarmálaráðnum
eru fakfólk, sum ikki fara í
flog ella grava seg niður. Fólk
við beinunum á jørðini.
Búskaparfrøðingar
ráðgeva í hvør sína ætt
Seinastu dagarnar hava tveir av fremstu búskaparfrøðingum
landsins, stjórin í Landsbankanum og stjórin á Hagstovuni, verið
frammi við teirra metingum av framtíðini. Tað er ikki at taka
munnin ov fullan at siga, at hesir tosa hvør sítt mál - ein í eyst
og hin í vest. Eingin sigur, at teir skulu vera heilt samdir, men tað
skal valdast, hvussu langt frá hvørjum øðrum, teir kunnu liggja.
Stakkals vit, sum skulu brúka teirra ráðgeving til nakað skilagott
Úrslitið er fullkomuliga
greitt.
Veðurfrøðiliga sæð er
Kirkjubøur besta stað, vit
kunnu fáa í Føroyum til
flogvøll.
Harumframt er tað eisini
bert her, ein flogvøllur
kann gerast, sum er so
mikið langur og breiður, at
hann kann nýtast av øllum
heimsins flogførum.
Landsverk
er
ein
almennur myndugleiki, og
tað hesin stovnur sigur, er
av allarstørsta týdningi, tá
avgerðir skulu takast.
Tíbetur er einki, ið forðar
fyri, at tey ráð, Landsverk
her gevur, verða fylgd.
Jarðareigarin er Føroya
Jarðarráð, og tað er bert
ein formligur spurningur
at fáa jørðina til eitt so gott
endamál sum hetta.
Tann myndugleiki, sum
fæst við flogvøllin í Før
oy um er eitt partafelag,
sum hevur navnið Vága
Floghavn.
Nevndin í hesum felag
hevur sjálvandi sum allar
aðrar partafelagsnevndir
skyldu til at taka tær røttu
avgerðirnar í einum og
hvørjum føri.
Higartil hevur ivi verið
um, hvørt tað er rætt at
gera flogvøll Føroya aðra
staðni enn í Sørvági. Tí
hevur nevndin í hesum
felag gjørt sáttmála við
eina fyritøku um at leingja
verandi flogvøll.
Men nú vísir tað seg, at
grundarlagið fyri avgerðini
er skeivt. Partafelagið fær
ov lítið burtur úr íløguni,
sum talan er um at gera, og
tí er bert ein leið, og tað er
at broyta avgerðina um at
útbyggja á skeivum stað.
Tað hevur verið ført
fram, at tann umhugsaða
útbyggingin er bíligari enn
tann rætta loysnin.
Landsverk vísir á, at
ein flogvøllur í Kirkjubø
kostar 900 milliónir. Hetta
var ein meting í 2006, tá
allir prísir vóru nógv hægri
enn í dag. Tann áhugaverdi
spurningurin nú er: Hvat
kann byggifyritøkan, sum
vil byggja út í Sørvági
fyri 132 milliónir, gera ein
samsvarandi 1799 metra
vøll í Kirkjubø fyri? So
skal meirupphæddin fáast
til vega, og tað verður
ikki torført, tí tað er altíð
lættari at fíggja eina góða
verkætlan enn eina sum
almennir
myndugleikar
siga vera verri.
At taka slíkar avgerðir
er nakað sum nevndir
í
partafeløgum
hava
skyldu til, og neyvan er
nøkur orsøk til at halda,
at
nevndarlimirnir
fara
at sníkja seg undan síni
ábyrgd.
Zakarias Wang
Nevndar
ábyrgd
Á sjútiáradegnum fyri bretsku
hersetingina av Føroyum
hevði Landsverk framløgu
av úrslitunum av teimum
veðurfrøðiligu kanningum, sum
teir hava gjørt av hvar best er at
gera ein altjóða flogvøll í Føroyum
Eri faktisk sera glaður
fyri, at inni í Fíggjar
málaráðnum eru fakfólk,
sum ikki fara í flog ella
grava seg niður. Fólk við
beinunum á jørðini
Tíbetur er
einki, ið
forðar fyri,
at tey ráð,
Landsverk
her gevur,
verða fylgd.