Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 69 · 16. apríl 2010 14 VIKUSKIFTI Til arbeiðis Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Henda dagin vit hitta Brynhild Joensen í blómuhandinum Árstíðunum, arbeiðir hon har sjálv. Tær eru vanliga fýra, men henda dagin hava tvær forfall, so nógv er at gera. Tær hava júst latið seinastu kransarnar og blómutyssini til eina jarðarferð, og ein jarðarferð stendur fyri. Telefonin kimar, og samstundis koma fólk inn at keypa blómur. Handilin er á tremur við blómum, sum anga væl. Brynhild Joensen arbeiddi sum sjúkrahjálpari, tá ið hon fyri 28 árum síðan gjørdi frítíðarítriv sítt til starv og læt upp blómuhandilin Árstíðirnar í J. C. Svabosgøtu í Havn. – Tað er eitt spennandi arbeiði, tí vit vita ongantið, hvat dagurin hevur at bjóða. Tað er eisini spennandi at skapa, og serliga stuttligt er at fáa positivar viðmerkingar, tá ið vit hava gjørt okkurt vakurt, sigur Brynhild, sum heldur tað vera eina serliga stóra avbjóðing at gera blómutyssi til brúðarpør og pynta við blómum til brúdleyp. Tá má einki ganga galið. Hinvegin er arbeiði eisini strævið, tí tær hava ongantíð frí, og tað eru serliga ávísar hendingar, sum geva arbeiði. – Vit hava mest at gera, tá ið tað eru merkisdagar, fyritøkur hava móttøku, og so tá ið jarðarferðir eru, sigur Brynhild Joensen. Fleiri broytingar Nógv er broytt, síðan hon byrjaði fyri 28 árum síðan, tí tá komu ofta tey somu fólkini og keyptu sær blómur til vikuskiftið. So er ikki meira. Ein orsøk kann vera, at fólk spara, men fleiri og fleiri fólk hava fingið sær urtagarð við nógvum blómum. Ein onnur stór broyting er, at áður vóru páskirnar tann stóra hátíðin hjá blómuhandlunum. – Veðurlagsbroytingarnar hava havt við sær, at páskaliljurnar nú blóma ein mánað fyrr, enn fyri nøkrum árum síðan. Tí hava fólk, sum hava urtagarð, egnar páskaliljur at taka inn á páskum, sigur Brynhild Joensen. Tá ið tær skulu bileggja blómur, fylgja tær væl við i útvarpi og í bløð­ unum, nær merkisdagar eru, og nær jarðarferðir eru. Tað tekur tveir dagar at fáa avskornu blómurnar, sum allar koma úr Hollandi, til Føroya. Blóm urnar koma allar við flogfari, planturnar við skipi. Tað ber ikki til at keypa niðurfyri, tí avskornu blómurnar hava kki so langa livitíð. – Fólk ilskast inn á, at blómurnar eru so dýrar, men tað má vera so, tí kostnaðurin fyri flogfrakt er so høgur, sigur Brynhild Joensen. Fyri tveimum árum síðani umhugsaði hon at gevast við handlinum, men gjørdi tað ikki kortini. Hon hevur nú ongar ætlanir um at gevast, tí hon trívist so væl millum allar blómurnar. Áður vóru pÁskirnar tann hÁtiðin, tÁ ið blómuhandlaRniR seldu mest. veður lags broyt ing ar nar gera, at páska lilJuR naR spretta nógv fyrr, so fólk hava sínar egnu blomur Á pÁskum. nú er mest hjÁ blómu­ handl unum at gera, tÁ ið meRkis dagaR og móttøkuR eru, sigur bRynhild Joensen, leiðari í blómuhandlinum áRstíðunum í havn Merkisdagar og jarðar­ ferðir geva mest arbeiði mynd: álvur haraldsen til arbeIðIs Navn: Brynhild Joensen starv: Eigari av blómuhandli besta við starvinum: At skapa ringasta við starvinum: Alt tað ivasama starvstíð: 28 ár lívsstarv: So avgjørt starvsfólk: Fýra staður: J. C. Svabosg. 10, Tórshavn stjóri: Eg sjálv fakta brynhild