fríggjadagur 16. apríl 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. apríl 2010
14
Sosialurin
Bæði í Grønlandi og heima
í Føroyum verður í hesum
døgum
nógv
tosað
um
sjálv berandi
búskap
og
sjálvstýri.
Seti mær ofta spurningin,
hvussu tað ber til, at tvey lond,
sum Grønland og Føroyar,
bæði í ríkisfelagsskapi við
Danmark, kunnu hava tveir
so ymiskar leistar at arbeiða
eftir, tá hugsað verður um
alla ta umrøðu, sjálvberandi
búskapur og leiðin móti
sjálvstýri fær.
Grønland
Nógv er broytt síðani mót
mælisgonguna.
Grønland
hev ur nú fingið eina sjálv
stýrislóg.
Málsetningurin í Grøn
landi er, at landið eftir eitt
ávíst áramál skal mennast
til at hava ein sjálvberandi
búskap saman við einum
vestureuropeiskum
stand
ardi á flest øllum økjum. Til
tess at náa hesum krevst
fíggjarligur tryggleiki.
Uppgávan er stór, men
ríkidømið
í
Grønlandi
kann vera øgiligt. Umframt
stór ar kvotur av rækjum,
svart kalva og einum møgu
ligum
toskaævintýri,
eru
útlit fyri stórídna á landi.
Málmframleiðsla, olju fram
leiðsla ella bæði, saman við
bíligari orku, ið útlit eru fyri.
Fyri at náa hesum verður
mett, at ríkisveitingin er ein
mennandi partur.
Tá tilfeingið í undir grund
ini fer at kasta pening av sær
til grønlendska samfelagið,
skal
blokkurin
minka.
Sum dømi fær samfelagið 1
milliard í inntøku, skal blokk
urin minka 500 milliónir.
Føroyar
Í Føroyum hava vit eisini
mót mælisgongur,
men
móti hvørjum? Vit hava
ein standard, ið sam svarar
Vestur europa.
Nú er rok um eina stjórn
arskipan. Hevur nøkur av
hesum skipanum ella lógum
fíggjarligan tryggleika?
Blokkurin er tálmandi
fyri nøkur, og dansað verður
krígsdansur fyri hvørja krónu
blokkurin minkar. Onnur
meta blokkin mennandi og
ávara um grát og tannagrísl,
verður blokkurin minkaður,
og onki kemur ístaðin.
Okkara politiska skipan
má bjóða fíggjarligan trygg
leika. Fer eitt, má annað
koma ístaðin.
Byggivinnan og fiski vinn
an geva nakað, men langt
frá alt. Vælkomnar nýggjar
vinnur.
Brúkið ikki tíð og orku
uppá
spekulatiónsvinnur,
stýrdar av fjølmiðlunum.
Hvør
minnist
ikki
2000
pro blematikkin. Og ikki at
gloyma
hjartaknúsaran
í
Statinum Al Gore, nú situr
hann og spekkar sær – milli
ardirnar rulla, og vit hava
oljurokningina.
Og so hattar vælsignilsið
burðardygg veiða. Hvat fe
lagskapir gera á altjóða hav
økjum, well. Men eigur tað
ikki at vera ein altjóðarættur,
at tilfeingið í føroysku und
irgrundini, sjónum ella á
landi er føroysk ogn og rætt
ur?
Tað man vera strævið at
stýra við ongum pengum.
Verandi samgonga leggur
nógva tíð og orku í nakrar
huldureformar, ið bæði fólk
og flokkar seta spurnartekin
við. Tann lítla fjøldin av
fólki, ið stendur fyri 90% av
okkara útflutningsvirði, skal
eisini áleggjast fleiri byrðar.
Er tað vegurin til tað lovadða
landið?
Skal eitt samfelag vinna
nógvan pening, er neyðugt at
fara har teir stóru pengarnir
finnast. Skal eitt samfelag
spara nógvan pening, er
eisini neyðugt at fara har tær
stóru sparingarnar finnast.
Neyðugt er at hugsa stórt,
skattakvotan er uppbrúkt.
Niðurstøða
Noah fyrireikaði seg væl við
Ørkini. Í stórthundrað ár
smíðaði hann, samstundis
sum hann prædikaði, bæði
um fallið, men eisini bjarg
ingina. Men fólkið fekk hann
ikki við sær.
Tá Føroyska Ørkin skal
leggja frá landi, skulu øll við.
Børn, vaksin, sjúk, gomul,
sambands og loysingarfólk
og fólk við ymiskum orien
teringum. Her krevst eitt
megnar átak. Ein tann mest
týðandi fyrireikingin er fíggj
ar ligur tryggleiki.
Tað ber ikki til at loysa
Ørkina ein dag, so binda
hana aftur dagin eftir.
Skilagóð hugskot kunnu
føra til succes. Allir flokkar
á tingi seta seg saman fyri
at gera eina høvuðsrammu,
hvussu vit fíggja føroyska
samfelagið tey næstu 40 árini.
Onki skal eita minnilutaálit.
Hevdi verið gevandi bæði
fyri fólk og vinnu.
Spurningurin er so, gong
ur Grønland móti einum
sjálvberandi
búskapi
tey
kom andi 50 árini í klædningi?
Ella er tann føroyski leisturin
rættari, at skulu vit finna
hugskot til nýggjar vinnur,
er treytin fyrst at doyggja í
raki í føroyskari húgvu.
Ørkin var sjóklár, er før
oyska samfelagið tað?
Nógvir av tykkum taka
und ir við, at kommunurnar
skulu umsita og fíggja alt
fólkaskúlaøkið og tykk
ara grundgeving er, at
kommunurnar hava klára
at yvirtikið barna ans ing
ar økið, so kunnu tær eisini
klára fólkaskúlaøkið. Ein
má undrast yvir, hvat vitan
tit hava, tí veruleikin er,
at eftir 10 árum eru tað
nógvar
kommunur,
ið
ikki hava nøktandi barna
ansingartilboð grunda á
manglandi fígging.
Síðani siga tit, at land
sins partur av fíggingini
skal fylgja við, tá ið skúla
økið verður lagt út til
komm unurnar, men har
er
veruleikin
eisini,
at
fíggj arkarmurin í dag til
skúla økið er alt ov lágur,
klassarnir eru ov stórir,
lærarar eru ov fáir, teir
sleppa ikki á skeið grunda
á fígging o.a. So sjálvt um
landsins partur av fíggingini
fylgir við, so er tað eingin ivi
um, at kommunurnar koma
at nýta nógva eyka fígging
fyri at fáa umstøðurnar hjá
næmingum og lærarum
betri enn nú og hvar skal
hendan eyka fíggingin koma
frá, hækkaðum skatt um?
Nógvir skúlar eru gamlir
og í vánaligum standi, og
kommunurnar hava ikki
fígging til at byggja nýtt,
ella betra um verandi um
støður. Støðan er, at skúlar
kunnu steingjast fyrsta
dagin av vánaligari bygging,
so at soppavøkstur blómar
og brunatrygdin ikki er í
ordan. Skulu kommunurnar
hækka skattin enn meira
fyri at umvæla hesar skúl
ar?
Tit siga, at við komm
unu samanlegging so kunnu
kommunurnar klára at um
sita og fíggja fólka skúlan, tí
tað skal ein, aftur beringar
skip an, javningarskipan, og
regu ler ing í skatta býtin um
fremjast, hvussu hetta skal
fremjast er ein opin spurn
ingur. Vilja tit eisini senda
stuðul til kommunurnar
tá ið lønarhækkingar eru,
tá ið størri krøv koma til
lærarar,
skúlabygging,
skeiðvirksemi, undirvísing
ar krøv o.a.?
Mín einfaldi spurningur
er, hvussu skal Suðuroyar
kommuna
fremja
hesa
yvirtøku av fólkaskúlanum
í 2011 ella 2012, tí sum tit
vita, so er skuldin stór, og
her og nú skulu brúkast
nógvar milliónir krónur ið
ikki finnast, til kloakkir,
vegir, vatn, skúlabygningar
og barnagarðar, sum eru í
eftirstøðu?
Vónandi er tað løg
tings limir í megna at svara
hesum einfalda spurningi.
p.s. Eg havi við vilja ikki
tikið eldraøki við.
Kjak
Finnleif Guttesen
Suðuroy
Ein einfaldur
spurningur
til løgtings
politikarar
– um at leggja fólkaskúlan
út til kommunurnar
Noah smíðaði Ørkina,
áðrenn tað fór at regna
Linjohn Christiansen
Ein fitt søga, sum lýsir eina av fyrstu mótmælisgongunum í Grønlandi
ímóti landsins leiðslu. Móti dystarloki byrjar ein at rópa: »Vit vilja hava
meira skatt«. Fleiri tóku undir, tey flestu kendu onkran, ið fekk nógv
meira í skatti enn tey, so meira skattur, var ein sjálvsagdur rættur.
Komm
un ur nar
hava ikki
fígg ing til
at byggja
nýtt, ella
betra um
verandi
um støður.
Okkara politiska skipan
má bjóða fíggjarligan
trygg leika. Fer eitt, má
annað koma ístaðin.