Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 69 · 16. apríl 2010 13 VIKUSKIFTI Herróp: »Guds hjælp, Folkets kærlighed, Danmarks styrke« Føroyavitjan: 2005 Í dag 16. apríl verður hennara hátign Drotning Margretha 70 ár Krýnd: 1972 Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hóast drotningin ber seg væl, er tað ongin loyna, at hon gjøgnum eitt langt og kongaligt lív hevur verið fastur gestur inn og út hjá læknum, sjúkrahúsum og skurðdeildum. Ein feitur lívsstílur, við fáum kropsligum uppgávum, trimum rættum til hvørja máltíð, vín og sigarettum í longum banum, er heldur ikki heimsins besta blanding, um ein ætlar sær at røkka teimum hundrað. Krútsterkar sigarettir Men, tað ætlar drotningin sær helst heldur ikki, hóast tað kortini neyvan verða tær krútsterku griksku Karelia sigarettirnar, sum fara at kosta hennara hátign lívið. Higartil hevur einasta beinleiðis avleiðingin av keturoykingini verið gular tenn og nikotinfingrar, og ikki álvarsligari sjúkur sum bronkitis ella lungnakrabbi. Hetta eru heldur ikki sjúkur, sum liggja til donsku kongafamiljuna. Harafturímóti hava aðrar sjúkur bæði darvað og verið um at taka lívið av hennara hátign. Ein kongalig journal Longu sum smágenta fekk hon tjúkkar brillur vegna tað, at hon er so nærsýnd. Eisini rénur hon annað eygað, so hon skeitir, tá hon verður troytt. Sum ung er drotningin illa rakt av húðsjúkuni akne. Tí sær húðin altíð órein út. Enn í dag ber húðin brá av hesum. Tá Joachim prinsur verður føddur í 1969, verð ur drotningin lívsør, tí eggjaleiðararnir ganga fyri. Ein skurðviðgerð í 1978 skal bøta um skaðan, so hon kann fáa fleiri børn. Men skurð­ vi ð gerðin grøðir ikki drotningina, sum tískil ikki fær fleiri børn. Slitgikt er orsøkin til, at drotningin í 1992 fær nýtt vinstra knæ. Sama knæ kemur undir skurð í 1997 og aftur í 2001. Í 2006 er túrurin komin til høgra knæ, sum tá verður skift út. Tá krabbamein verður staðfest í lívmóðrini í 1994, verður hon enn einaferð løgd undir skurð. Hesaferð verða bæði lívmóðir, eggjaleiðarar og eggrøtur skorin burtur. Á jólum í 2001 dettur drotn­ ingin á slottinum Marselisborg og brýtur tvey riv. Í 2003 verður hon løgd undir skurð á sjúkrahúsi í Århus vegna gikt í rygginum. Hetta hevur mill um annað við sær, at hon sit ur á einum stóli, tá topparnir koma at heilsa upp á til nýggj árs móttøkuna sama ár. Í 2006 fær hon skurð viðgerð fyri tarma lop fyri rør­ unum (brokk í lyskinni). Tá krúnan fær fepur Hennara Hátign kann takka fyri, at Heilsutænastan er ókeypis. tað Hevði skjótt blivið ein dýrur umgangur, um Hon sjálv skuldi rindað allar læknarokningar upprunaligan stand, sum hann sá út í gamlari tíð. Hesa stóru verkætlan hevur grunnurin hjá drotningahjúnunum stuðlað. Drotningin fær helst nakað serligt burtur úr at síggja hesa verkætlan, tí hon hevur sera stóran áhuga, og útbúgving, innan fornfrøði og søgu sum heild. Ein annar øðrvísi steðgur verður í Stóru Dímun, har tey turka danskar skinkur hjá Danish Crown á sama hátt, sum føroyingar hava turkað lambskjøt í øldir. Ongin ivi er um, at tey kongaligu sleppa at smakka skinkurnar frá danska krúnusláturvirkinum. Arbeitt verður eisini við at halda sjálvan tíðindafundin úti í Dímun. Verður so, verður pressan flogin út á oynna við tyrlu. Plan B og C Nógv fólk og stovnar eru uppií fyrireikingunum til vitjanina. Umframt danska hovið, hava vit løgregluna, Vaktar­ og Bjargingartænastuna, Færøernes Kommando, Løgmansskrivstovuna og Uttanríkisráðið. ­ Ein slík vitjan er eitt puslispæl at fáa upp á pláss. Trygdin skal sjálvandi vera í lagi, og so skulu vit samskipa ynskini hjá ymsu pørtunum, so alt hóskar inn skránna, sigur Petur Petersen, serligur ráðgevi. Eisini vísir hann á, at í summum førum er neyðugt við bæði “plan b og plan c” um til dømis veðrið ikki er til vildar. n« U DímUn Víðagitna myndin av Margrethu drotning, tá hon misti hattin undir føroyavitjanini í 2005 MynDiR: Jens KRistian Vang MynD: polfoto