fríggjadagur 16. apríl 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 16. apríl 2010
Sosialurin
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Nú legði Karl árarnar inn fyri síðstu ferð
eftir ein mangan langan og harðan róður.
Karl Jespersen er nú farin um sýnina.
Eftir hann standa tey tøk, hann hevur tikið,
og tey eru nógv. Tað er ikki møguligt í einari
minnisgrein at umrøða alt, men tá ið søgan
um Tvøroyri verður skrivað, verða Karl og
konan Gigan at fáa eitt serligt pláss, tí tit
løgdu støðið.
Karl var javnaðarmaður um ein háls, og
saman við P. M. Dam sála bygdu teir upp eina
sterka javnaðarrørslu her á Tvøroyri, sum
seinni kom øllum samfelagnum til góðar. Tí
eingin hevur kastað aftur teir ágóðar, sum
P. M. Dam sum politikari skapti, stuðlaður
av Karl Jespersen og viðhaldsfólki.
Tað kravdi dirvi at vera leiðari, men
tað dirvið hevði Karl, sjálvt um tað til
tíðir kostaði nógv. Karl var formaður
í
arbeiðsmannafelagnum
Fylking,
og
soleiðis kom hann at standa á odda fyri
tí uppbyggingararbeiði, sum fór fram ta
tíðina. Sum formaður í Fylking var hann
leiðari av tí nevnd, sum stýrdi A. T., sum tá
var størsta og sterkasta arbeiðarafyritøka
her á landi. Hvønn týding, ið A. T. hevði, fer
søgan seinni at umrøða.
Karl var eisini formaður í Suðuroyar
Fiskimannafelag. Jú, har vóru eisini boð
eftir Karl, tí hann var ein álitismaður, har
hann var. Men hesi álitisstørv høvdu eisini
sín prís. Tað stóð mangan nógv á og gekk
familjuni nær, men tey stuðlaðu honum, og
tað var sterkasta styrkin í tí ágangi, ið var.
Men Karl stóð stinnur sum fjallið, tí hann
visti, at baklandið var í lagi.
Suðuroyar
Fiskimannafelag
við
Karl á odda varð lagt saman við Føroya
Fiskimannafelag, fyri at standa sterkari,
og
gjørdist
Karl
næstformaður.
Í
fimmtiárunum var stórt arbeiðsloysi í
Føroyum, bæði á sjógvi og landi, og fóru
føroyingar í stórum tali til Íslands, bæði
verkafólk og sjófólk. Karl flutti eisini til
Íslands við familjuni. Sum næstformaður
í Føroya Fiskimannafelag kom Karl at vera
álitismaður føroyinga í Íslandi, og eigur
Karl stóra tøkk fyri, at tað gekk felstu
føroyingum væl í Íslandi.
Karl var eisini býráðslimur á Tvøroyri og
eitt skifti var hann varaborgarstjóri.
Boð komu frá Føroya Landsstýri, at
umboð fyri kommunurnar í Føroyum
skuldu á norðurlendskan fund í Íslandi.
Umboðini vóru frá Tvøroyri, Tórshavn
og Klaksvík. Sum borgarstjóri á Tvøroyri
avgjørdi eg, at Karl og konan Gigan skuldu
umboða Tvøroyri. Til fráfaringarveitsluna
í Íslandi varð avgjørt, at eitt av teimum
norðurlendsku umboðunum skuldi flyta
fram røðu, og tað bleiv Karl. Og flutti
Karl røðu sína fyrst á føroyskum, síðan á
donskum og til seinast á íslendskum. Og
varð tað stórliga fagnað.
Karl var eisini útróðrarmaður, og bygdi
hann størsta útróðrarbát, ið bygdur var tá
í Føroyum, og fekk báturin navnið Gigan
eftir konuni. Karl og synirnir róðu í nógv ár
út í Grønlandi.
Ein virkin maður er farin um sýnina.
At lýsa lívið hjá Karl í einari grein er
ikki gjørligt, men lat meg brúka eitt brot úr
einum ørindi hjá Poul F. »– hann, sum lyftir
tín tunga arv, hann skal fjøll kunna flyta«.
Við deyða Karl Jespersens er ein tann
síðsti hornasteinurin hjá javnaðarrørsluni
á Tvøroyri farin.
Presturin
umrøddi
í
jarðarferðar
prædikuni skaldskapin hjá Karl Jespersen,
og serliga umrøddi hann sangin »Hallo, hallo,
tit heima í A.T«. Søgan um sangin er í stuttum
hendan: Skonnartin Marité, ið A.T. átti, var
fyri tí óhappi í Grønlandi tá teir skuldu fara
at sigla heim, at motorurin gekk fyri. Her
lá skipið fullfermt og hjálparleyst. Hvat var
at gera? Stjórin í A.T., Hjalgrím á Heygum,
sendi boð eftir Magnus Joensen, skipara, og
spurdi hann, um tað var møguligt at sleipa
Marité heim, og til tað skuldu teir brúka
sluppina Vestmanna, ið A.T. eisini átti, og
sum hevði stóra maskinmegi. Hetta var eitt
váðavek at fara til Grønlands á heystartíð,
og so at fara at sleipa eitt fullfermt skip um
Kappan og heim. Magnus Joensen, vanliga
nevndur Magnus Norðing, var ein virdur
og royndur sjómaður, men kravdi Magnus,
at hann vildi velja fólkið, hann skuldi hava
við sær, og tað varð eftirlíkað. Hetta var eitt
váðaverk, ið eisini sangurin hjá Karl sigur
frá, eitt sjómansbragd, sum eigur at verða
mint og til æru fyri teir, ið framdu tað.
Skipsmanningin á Vestmanna var henda
Magnus Joensen, skipari, Anker Petersen,
stýrmaður, Poul Einarsson, motorpassari,
Karl Jespersen og Eskild Jespersen.
Áðrenn teir løgdu frá landi í Grønlandi,
kom Valdemar Joensen, ið var við Marité,
umborð á Vestmanna at vera teimum til
hjálpar. Valdemar var royndur sjómaður.
Trygdin umborð á Marité var í lagi, ta
ábyrgdina hevði Óla Johan Wiberg, havets
helt, royndur sjógarpur, og honum undir
lið Johan Hermansen. Men at sleipa eitt
fullfermt skip við manning upp á 40 fólk
á heystardegi er ikki bara sum at siga tað.
Her vísti tann føroyski sjómaðurin sum ikki
einaferð sína styrki. Vit lata yrkingina hjá
Karl siga frá.
Hallo – hallo tit heima í A.T.
Hallo – hallo tit heima í A.T.
her koma vit við Marité.
Vit fylgjast rætt sum systrar skulu,
hin eldra við trossanum vísir veg,
so gerið tykkum klarar, koyr Merkið
høgt á stong,
her koma »Havets sønner«, teir gista
vilja kong.
Tungt var at dragsa í alduvási,
hin gamla gekk um miðjan sjógv,
hon av og á kom upp at blása,
men burtur bleiv í næstu gjógv,
tvær mastrar og ein trossi, bert skúm
brot í brot,
her kemur aftur gossið, hin gamla
hevur flot.
Og tosað varð tá skipanna millum,
hvønn fjórða tíma í telefon,
í »Trøllabotni« teir gingu á illum,
teir høvdu allir samlir gron,
ja, soleiðis kann tað ganga, tá Havets
helt er við,
av øllum alvi gera at sýna sjómanssið.
Krumtappur brotin – skipið á tremur,
vit longjast eftir heimaferð,
so hoyrdist gamla systir kemur,
tá lætti alt ein dreymaverð,
so lagt alt farið verða, um tíðin fellur long,
um 14–15 dagar vit koma í heima song.
At hetta bragd og henda ferðin,
ein enda fekk, ei ilt er skett,
var leiðslan góð – tað stóð á herðum,
og manningin so samanflett,
vit hóma nú heimafjørðin, og syngja av
frøi í sinn.
vit heilsa kvinnum og øðrum, av gleði er
tár á kinn.
Tann seinasta heilsanin til vinmannin og
partamannin verður við orðum Poul F.:
Tað er sum eitt skýggj sum fyri sólina
dregur
tá reystmenni fer av garði
sum hevur so stórt lívsverk framt
at tað verður hansara minnisvarði.
Sverre Midjord
Karl Jespersen til minningar
føddur 7.10.1915 – deyður 20.3.2010