Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 69 · 16. apríl 2010 19 VIKUSKIFTI Soleiðis fært tú succes í arbeiðnum 1. Tosa og tala Evnini at tosa við nógv ymisk fólk eru avgerandi fyri at gera eitt gott inntrykk. Lær teg eisini at halda talur. Tað ber til at leita sær ráðgeving á hesum øki, men tú kanst eisini venja teg við at halda røður í føðingardøgum og til brúdleyp. 2. Sjálvsálit, tá avgerðir skulu takast Um tú hevur sjálvsálit, tá tú tekur eina avgerð, vísur tú leiðaraevni. Um tú alla tíðina óttast at taka eina skeiva avgerð, so skalt tú lata verða við at taka avgerðir. Um tú vilt klatra upp eftir stiganum, so mast tú eisini gera tær greitt, at tað hevur við sær størri ábyrgd og evni til at taka avgerðir og standa við tær. 3. Ábyrgdarkensla Kann mann rokna við, at tú gert tað, sum tú sigur? Um tað ikki ber til, so hendir tað skjótt, at tú ikki kemur úr stað. Fólk rundan um teg meta teg millum annað eftir, um tú ert ábyrgdarfullur, og um tað er samanhangur millum tað, sum tú sigur og gert. 4. Jaligur hugburður Øll elska jalig og glað mennisku. Um tú heilsar og smílist til folk rundan um teg og tekur tær tíð til at práta við folk, so kemur tað tær til góðar seinni. Sosialu evni kunnu sjálvandi venjast, um tú ikki ert eitt natúrtalent. 5. Presentabul útsjónd Tú skalt læra at verða presentabul, tí tað økir um møguleikarnar at fáa størri ábyrgd á arbeiðsplássinum. Hugsa um klæði, hár og útsjónd annars. Tað gevur teimum rundan um teg eina ábending um, at tú hevur stýr upp á tilveruna. Um tú gert eitt innsats fyri tína útsjónd, hjálpir tú eisini tær sjálvum á øðrum økjum. 6. Umsit tíðina væl Tíð er pengar – og tað er umráðandi at fáa tíðina til at arbeiða fyri tær. Seta evstamørk fyri tínum uppgávum og set tínar uppgávur á listar. Brúka kalendara, hald avtalur og hav skil í tí, sum tú skalt gera. Hetta ljóðar einfalt, men tað eru nógv, sum ikki megna at umsita sína tíð og tí spilla tíðina burtur. Mín besta uppskrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. lagt tIl rættIs: Inna Törnroos UppsKrIft: Anna Nielsen Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti tórshavn Niels Finsensgøta 18 tel. 36 30 00 saltangará Heiðavegur 56 tel. 44 76 04 Uml. 10 køkur 1,25 dl av hveitimjøli 1 dl av grahamsmjøli 0,75 dl av sojamjøli 1 krm av kryddarípipari 1 súpsk. av vaniljusukri 1 súpsk. av kaneli 1 tsk av salti 5 dl av mjólk 2 súpsk av smøri 200 g av frystum, hakkaðaðum spinati Spinatpannukøkur lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein Blanda turra tilfarið, og smelta smørið. Lat smør og spinat í. Steik á pannuni. Spinatpannukøkurnar taka eitt sindur longri tíð á pannuni enn vanligar pannukøkur. Hav súltutoy ella siropp afturvið. Tú kansT gera nógv sjálvUr fyri aT vinna fram á arbeiðsplássinUm hjá Tær. her erU nøkUr góð ráð Um, hvaT Tú kansT gera