fríggjadagur 16. apríl 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. apríl 2010
20
Sosialurin
Nøvn
19. mars fingu Evelinita og
Páll Olsen, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 50 cm long
og vigaði 2800 gr.
24. mars fingu Birgit og
Janus Thomsen, Klaksvík,
eina dóttur. Hon var 50 cm
long og vigaði 3100 gr.
24. mars fingu Maikin
Isholm Simonsen, Keyp
mannahavn, og Per Høj
gaard, Tórshavn, ein son.
Hann vigaði 3970 gr og var
53 cm langur.
28. mars fingu Natasha
Schantz
Johnsson
og
Michael Johnsson í Sig í
Danmark eina dóttur. Hon
eitur Josefine.
3. apríl fingu Ann og Adrian
Stauss,
Klaksvík,
eina
dóttur. Hon var 50 cm long
og vigaði 3200 gr.
8. apríl fingu Petra Juul
Johannesen og Dánial G.
Nolsøe,
Tórshavn,
eina
dóttur. Hon var 55 cm long
og vigaði 4100 gr.
10.
apríl
fingu
Vanja
Bjarnadóttir og Leif Olsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 51 cm long og vigaði
3320 gr.
12. apríl fingu Erla og Dánjal
í Húsinum, Kollafirði, eina
dóttur. Hon var 58 cm long
og vigaði 5310 gr.
70 ára føðingardagur
Leygardagin 24. apríl verður Solveig Nolsøe Johansen
70 ár. Opið hús verður leygardagin 24. apríl í Jómsborg
frá kl. 14 til kl 18. Øll eru vælkomin.
75 ára føðingardagur
Fríggjadagin hin 16. apríl fyllir Helena í Hoyvík,
Tórshavn, 75 ár. Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin saman
við henni, eru vælkomin í Losjuna á Tinghúsvegi frá kl.
17. Øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Tann 19. apríl fyllir Merry Bertholdsen í Vági, 80 ár.
Tey sum vilja hátíðarhalda dagin saman við henni, eru
vælkomin í Billiardhúsið, har dagurin verður hildin
leygarkvøldið 24. apríl kl. 19
95 ára føðingardagur
Leygardagin 17. apríl fyllir Amanda Joensen, Vatnsoyrar
95 ár. Tey ið ynskja at gleða hana eru vælkomin á Hotel
Vágar millum kl. 15.30 og kl. 18. Um kvøldið verður hon
saman við familjuni.
Merkisdagar
9. apríl fekk Villiam Marius ein lítlan beiggja, sum eitur
Jónatan. Hann vigaði 4000 gram og var 56 cm langur.
Foreldrini eru Sóley og Tór Arni Samuelsen, Tórshavn
Føðingar
Tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini.
Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er
avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð
skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Nýtt starv sum deildarleiðari á
stjórnarskrivstovuni í Tórshavnar
kommunu er leyst at søkja.
Stjórnarskrivstovan
Stjórnarskrivstovan er bygnaðarliga undir
kommunustjóranum. Á stjórnarskrivstovuni
starvast, umframt leiðaran, 7 fólk.
Virkisøkið hjá stjórnarskrivstovuni
er í tveimum:
Stjórnarskrivstovan samskipar virksemið hjá
borgarstjóranum, kommunustjóranum og fyri-
sitingarstjórum kommununar mótvegis politiska
myndugleikanum, viðskiftafólki og umsitingini.
Stjórnarskrivstovan er í hesum sambandi móttøkan
í ráðhúsinum og skrivstova hjá stjórunum, og fyri-
reikar fundir, vitjanir, hátíðarhald og tiltøk, sum
kommunan skipar fyri ella er partur av.
Stjórnarskrivstovan hevur eisini kunningarvirksemi
kommununnar um hendi, herundir ábyrgd av
heimasíðu, intraneti og útgávu- og lýsingavirksemi
kommununar. Stjórnarskrivstovan hevur ráðgevandi
leiklut í mun til samskifti við viðskiftafólk og
fjølmiðlar.
Útbúgving og royndir
Vit ímynda okkum ein persón við hóskandi útbúgving
innan tænastuvinnu, fyriskipan ella samskiftisøkið.
Umsøkjari við royndum innan eitt ella fleiri av hesum
økjum hevur fyrimun. Umsøkjari skal harumframt
duga føroykst, norðurlendskt og enskt mál í skrift
og talu.
Høvuðsuppgávur
Deildarleiðarin á stjórnarskrivstovuni fær ábyrgd
av at leiða stjórnarskrivstovuna, so hon virkar á
høgum tænastustøði mótvegis borgarum, politiska
myndugleikanum og stjórum kommununar. Í hesum
sambandi hevur deildarleiðarin ábyrgd av at menna
starvsfólk og fyrisiting til støðugt broyttar tíðir og
avbjóðingar og tryggja, at stjórnarskrivstovan virkar
sum ein eind.
Deildarleiðarin skal fyrisita og fyrireika samstarv
og samskifti við vinar- og samstarvsbýir, fyrireika
luttøku á ráðstevnum og messum, og fyriskipa
kommununar leiklut í sambandi við tey tiltøk sum
kommunan stendur fyri.
Deildarleiðarin skal skipa fyri kunningarvirksemi
kommununar og tryggja, at heimasíða, intranet
og útgávu- og lýsingarvirksemi kommununar eru
fakliga og fíggjarliga dygg, umframt at øll kunning
um kommununa er neyv og á høgum støði.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulla tíð og lønt sambært tænastumanna-
sáttmálanum í 35. lønarflokki, uttan tó at vera
tænastumannastarv. Ella sambært samsvarandi
áseting í avvarðandi sáttmála.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýs-
ingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar
kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í sein-
asta lagi 4. mai 2010 kl. 12.00. Merkið umsóknina
„Deildarleiðari til stjórnarskrivstovuna“.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Ingibjørg Berg, kommunustjóra á telefon 302010.
Deildarleiðari til stjórnarskrivstovuna