fríggjadagur 16. apríl 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. apríl 2010
Sosialurin
22
Kjak
Tórbjørn Jacobsen
Imperialismunnar skutilssveinar
– kveiktir úr greinini: Danin er fanin, ikki so?
Muður mælir tað sum hjartað
er fult av. Hevur ein í politiska
sambandsvirki sínum depo
nerað kropp og høvd upp í
føvninginum á einum fyrr
ver andi reyð gardisti í Unga
Tjóð veldinum (ph), tá kann
tað henda, at hesin í ábygdar
loysi og ovfarakæti gerst so
ovurhugaður í egnum mýtu
maniskum universi, at eldri
dreingjalótir,
óumhugsað
jarg on og tannára villfárilsir
fáa hann at leypa framav
í eini veikari nostalgiskari
løtu.
Tað er ongin nýggjheit,
at fremsta uppgávan hjá
Edmundi
Joensen
leingi
hevur verið, at gera ulti ma
tiva karaktermorðið á tjóð
veldishugsanina og í sein
ast uni hevur Høgni Hoydal
rættiliga staðið fyri skotum.
Fremsti verjin hjá donsku
maktini í Føroyum spyr so
retoriskt og malplaserað í
grein: Danin er fanin, ikki
so? Hetta man vera tað
sum hjartað er fult av hjá
spunasmiðinum, ella rætt
ari var, hetta líkist ikki Ed
mundi, og eg havi satt at
siga ongantíð hoyrt ein
tjóð veldis mann taka hasi
orðini í sín munn. Aftur ein
mýta av mongum, sum tær
mest primitivu sam bands
kreftirnar hava sett í umfar
í serliga heimastýrisuniversi
okkara. Politiska siðloysið
sett í system, sum ein klókur
høvundur tók til á sinni.
Greinin hjá Edmundi er
annars ein verjurøðu fyri
postkoloniala
sáttmálan,
sum Mentamálaráðið í 2007,
undir politiska ræði Jógvans
á Lakjuni, gjørdi við danskar
kenslumyndugleikar um út
búgvingarsamstarv. Helena
Dam á Neystabø praktiserar
nú sáttmálan út á ytstu egg,
og øll tey, sum hava fingið
høvið til at lesa sáttmálan,
kunnu bara staðfesta, at
hann bumbar mentanar og
málstríð føroyinga afturum
tiltikna Jólafundin í ting
húsinum, – fyri meira enn
stórthundrað árum síðani.
Ongin politisk megi er
sterkari enn tjóð veldis hug
sjónin. Tey, sum manna
brodd fylkingar hennara,
hava skyldu til at verja og
menna tjóðskaparmálið í
øll um lutum, at leggja eg
in áhugamál til viks, fyri at
aksla skinn síni við kollek
tiva samleikan og grund
ar lagið undir tjóðini, undir
donskum heimastýri ídag
og í republikkini, táið hon
kemur. Teir, sum viljaleysir
hava lagt seg í favn danska
valdsins í Føroyum, skulu
ikki ivast í, at vit fara at
nýta hvørt høvi og hvønn
pall, eisini á Danatingi, til at
loysa okkum úr aftur teimum
høftum í sáttmálanum, sum
Lakjumaðurin av órann saki
ligum orsøkum hevur leinkjað
føroyingin í. Er hetta tilvitað
gjørt, kann tað endaliga stað
festast, at radikalu stjálv
stýr ararnir eru vorðnir eitt
tjóðskaparpolitiskt paradoks
og ein søgulig parantes, sum
ikki longur kann takast fyri
fult.
Imperialismunnar skutils
sveinar verða í tíð og ótíð
beittir út á hermótið í hesum
døgum. Fyri 5 vikum síðani
legði ein §25 nevnd uppskot
fram um nýggja føroyska
stýris skipanarlóg (grundlóg).
Nevndin var samd – hóast
teir báðir sambandsmenninir,
Helgi Abrahamsen og Jaspur
Vang (danskir apologetar
av rang annars), hava verið
partar av virki hennara
frá byrjan. Í hesi grundlóg
verður staðfest, at: »Føroyar
eru land, føroyingar eru
tjóð og alt vald í landinum
er hjá Føroya fólki.« Táið
ein, sum hevur verið partur
av tjóðskaparstríðnum frá
fyrstu fatan, varnaðist fullu
og heilu semjuna í nevndini
um hesa orðing, kendist
hon sum ein opinbering,
og fyrsta niðurstøðan var,
at eitt rættiligt polit iskt
paradigmuskifti var við ur
farist íhaldna samband inum
á gamalsarldrinum.
Løgtingsskrivstovan
mót mælti hesum raidinum
ímóti donsku grundlógini og
ditto heimastýrislógini, sum
í einum og sama viðbragdi
vóru
desavoueraðar
av
einum felags fronti í Før
oy um. Skrivstovunnar at
vold var tingskipanin, sum
forðar
føroyskum
parla
mentarikarum, í heim sins
elsta tingi, at við gera mál,
sum stríða ímóti fremm and
um valdi í Føroyum. Hetta
hevur
tingið
av
egnum
ávum smoygt niður um sínar
politisku herðar fyri mongum
árum síðani, og enn hevur tað
ikki eydnast okkum at gera
neyðugu broytingina, m.a.
takka verið Fólkaflokkinum,
sum atkvøddi ímóti neyðugu
broytingini fyri fáum døgum
síðani.
Skal ikki liggja omaná, at
eg var ikki sørt órógvaður
av støðuni. Onkur mundi
vera farin av leið í málinum,
annaðhvørt Sambandið ella
Tjóðveldi. So frætt helt eg
meg kenna politiska kynið
í báðum høpum, og ongar
almennar fráboðanir vóru
komnar um, at Sambandið
hevði slept megindrift síni, at
verja donsk áhugamál í Før
oyum, at eitthvørt polit iskt
skammlop mátti vera farið
ígjøgnum høvdið á teimum
báðum Helga og Jaspuri.
Teir vardu tó semj una undir
fyrstu viðgerð. Sunnudagin
kom tó fyrsta fráboðanin um,
at danir og før oyskir sam
ríkjamenn longu eru farnir
í hernað ímóti stýris skip
anaruppskotinum, sum nú
liggur í eini víðkaðari rætt ar
nevnd. Útvarpið visti at siga:
»Í einum notati frá Ríkis
umboðnum til for sætis mála
ráðið, dagfest 11. mars, fimm
dagar eftir at uppskotið
varð lagt fyri tingið sæst, at
fleiri føroyskir politikarar
óformliga hava vent sær til
Ríkisumboðið fyri at hoyra
um donsku støðuna til upp
skotið, sum teir óttast er í
stríð við bæði grundlógina
og heimastýrislógina. Ríkis
umboðsmaðurin
sigur
í
notat inum, at tað er hansara
uppfatan, at hesir politikarar
skjótast
gjørligt
ynskja
eitt danskt svar uppá, um
trupulleikar eru til staðar
í uppskotinum, áðrenn teir
velja alment at koma fram
við sínum atfinningum. Somu
politikarar vóru óttafullir um
gongdina higartil í málinum,
har ein nevnd einsamøll
hevði arbeitt og ikki roynt
samstarv og hoyrt aðrar
viðkomandi partar.«
Lagt
varð
afturat,
at
danir fylgja væl við mál
in um, og at teir kanna
málið nærri. M.a. hevur for
sætismálaráðið
kravt
av
danska løgmálaráðnum, at
teir gera eina meting um
stýrisskipanarligu aspektini
í uppskotinum.
Við hesum hevur ambassa
dørurin
hjá
fremmanda
vald inum í Føroyum, Ríkis
umboðsmaðurin, avdúkað,
at bebbaræddir føroyskir
politikarar trýstroyna hurðar
hansara, fyri at vita, hvussu
teir
sum
frægast
skulu
verja donsku áhugamálini
í Føroyum. Í einum landi,
sum framvegis er hjáland,
lagt undir fremmant vald,
er hetta ein hazarderaður
framferðarháttur. Í Føroy
um
stendur
stríðið
um
danskt ella føroyskt vald.
Aðrar staðir høvdu slíkir
ørindasveinar fyri fremmant
vald, sum hesir, ið hava gingið
Dan M. Knudsen niður, síðani
stýrisskipanaruppskotið varð
lagt fyri nationala tingið,
verið róptir landasvíkjarar.
Gitast kann bara um revs
ingina teir høvdu fingið.
Munnu teir báðir, Edmund
Joensen og spunasmiður
hans ara, vita, hvørjir teir
før oysku
politikararnir
eru, sum: »hava vent sær til
Ríkis umboðið fyri at hoyra
um
donsku
støðuna
til
uppskotið, sum teir óttast er
í stríð við bæði grundlógina
og heimastýrislógina.« og
hvørjir hesir politikarar eru,
ið: »skjótast gjørligt ynskja
eitt danskt svar uppá, um
trupulleikar eru til staðar
í uppskotinum, áðrenn teir
velja alment at koma fram
við sínum atfinningum.«
Ríkisumboðsmaðurin
hev ur avdúkað, at nakrir
imperialistiskir
skutils
svein ar sita á Føroya løgtingi.
Kanska í landsstýrinum við.
Ein so íðin greinaskrivari
sum Edmund Joensen eigur,
um enn m.p.p. at siga okkum,
um hann møguliga er ein av
teimum, sum hevur svikið
føroysku tjóðina, soleiðis
sum lagt verður upp til, at
onkur hevur gjørt, sambært
notatinum
hjá
umboði
danska valdsins í Føroyum.
Roykurin frá illgrunanum
um fosturlandssvik stend
ur p.t. ramur út ígjøg
num rimarnar á sam ríkja
hjallinum.
Aðrar staðir høvdu slíkir ørinda svein
ar fyri fremmant vald verið róptir
landa svíkjarar. Gitast kann bara um
revs ingina teir høvdu fingið.