Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. apríl 2010 24 Sosialurin Bjørt Samuelsen løgtingskvinna Sandsvatn kódnar – hvar er myndugleikin? Ein kann ikki annað enn standa spyrjandi, hví av­ varð andi myndugleikar ikki fyri langari tíð síðani hava gjørt tað, sum ger ast má, fyri at steðga ógvus­ ligu dálkingini av Sands­ vatni. Kommunurnar eiga lokalu ábyrgdina, men tað má vera ovasti um hvørv­ ismyndugleikin – sum er Innlendismálaráðið/Um­ hvørv isstovan – ið hevur evstu og yvirskipaðu ábyrgd­ ina at tryggja, at okkara náttúra ikki sleppur at verða niðurbrotin á henda hátt. Neyðug stig beinanvegin Í løtuni renna framvegis kloakk, spillivatn og tøð í Sandsvatn. Fyri fleiri ár­ um síðani vórðu rør løgd at leiða kloakkvatnið frá Meginskúlanum út á sjógv, men eingin íbinding hevur verið gjørd. Sambært lokalu myndugleikunum kemur íbind ingin nú loksins, og vit kunnu vónandi fegnast um, at hesin partur av trupul­ leikanum verður loystur. Men spillivatn frá húsarhaldum fer framvegis í vatnið, um­ framt at landbúnaðurin kring vatnið stendur fyri stórum parti at dálkingini. Undirritaða setti fyri nøkr­ um vikum síðani munnligan fyrispurning um evnið, og tá vísti landsstýriskvinnan til kunngerðina um spillivatn, sum setur kommununum freist at fáa ¬viðurskiftini uppá pláss í seinasta lagið ár 2015. Landsstýriskvinnan hevur sjálvandi rætt í, at henda kunngerð átti av und anfarnum lands stýr is­ fólkum, at verið sett í gildi fyri árum síðani. Men hví kommunurnar fáa heili fimm ár at fáa hesi neyðugu viðurskifti í rættlag, er ringt at skilja. Tær hava vitað, at kunngerðin varð ávegis, og havt møguleika at taka hædd fyri hesum. Tí átti freistin at verið nógv styttri. Og 2015 er sjálvandi ikki ein freist, sum Sandsvatn kann bíða eftir, til tess er støðan alt ov álvarsom. Til áðurnevnda munnliga fyrispurning upplýsti lands ­ stýris kvinnan eisini, at Um hvørvis stov an í vik uni eftir skuldi fara á fund við kommunalu myndug leik­ arnar í Sandoynni. Vónandi hava kommunalu­ og lands­ myndugleikarnir nú lagt ítøkiliga heildarætlan fyri, hvussu Sandsvatn kann fáast reint aftur innan rímiliga stutta tíð. Tørva náttúru­ verndarlóg Føroyar hava tíverri onga veruliga náttúruverndarlóg. Nakað, sum er óskiljandi fyri eitt land við so stórum og ríkum náttúrutilfeingi. Ein væl virkandi náttúru­ verndarlóggáva hevði væn t ­ andi betur kunnað fyri byrgt, at støðan slapp at gerast so ring, sum hon er í Sandsvatni. Í øllum føri tykist galdandi um hvørvislóggáva, umframt lóggávan sum skipar land­ búnað kring áir og vøtn, ikki vera nóg mikið til at steðga sjónligari og grovari dálking av okkara náttúruperlum. Støðan á Sandsvatni hev­ ur staðið við og versnað í fleiri áratíggju. Og ein kann bera ein ávísan ótta fyri, at støðan heldur ikki er góð í øðrum vøtnum og áum aðra­ staðni í landinum. Sum uppfylging til munn ­ ligu spurningarnar hev ur undirritaða tí sett skriv lig an fyrispurn ing um dálk ing av Sands vatni, øðr um vøtnum og áum, og um myndug leik­ ans ábyrgd í hesum sam bandi (skrivl fyrisp nr 53 logting.fo). Mál ið er at fáa greitt fram, hvussu støðan yvirhøvur kann gerast so ring, sum dømið við Sands vatni, og hvussu bindast kann fyri, at tað hendur í framtíðini. Lands stýriskvinnan fer at svara fyrispurninginum í næstum. Í áravís, ja eftirhondini áratíggju, hevur tað verið kent, at eitt av okkara størstu og náttúruvakrastu vøtnunum í landinum er sera illa dálkað. Støðan hevur verið væl dokumenterað millum annað við kanning, sum bygdarráðið á Sandi tók stig til í 2002. Nú vit skriva 2010 sær loksins út til at stig verða tikin rætta vegin – spurningurin er so, um tað hendir nóg mikið og nóg skjótt til at bjarga vatninum. Í løtuni renna framvegis kloakk, spillivatn og tøð í Sandsvatn. Sjúrður Skaale Greinin er, øll sum hon er, eitt tekin um politiska sektarismu, tá hon er mest destruktiv. Tórbjørn skrivar m.a. at »Aðrar staðir høvdu slíkir ørindasveinar fyri fremm ant vald, sum hes­ i r, ið hava gingið Dan M. Knudsen niður, síðani stýr­ isskipanaruppskotið varð lagt fyri nationala tingið, verið róptir landasvíkjarar. Gitast kann bara um revsingina teir høvdu fing­ ið.« Hann sigur at »Ríkis­ um boðsmaðurin hev ur av­ dúkað, at nakrir im perial­ istiskir skutilssveinar sita á Føroya løgtingi. Kanska í landsstýrinum við. Ein so íðin greinaskrivari sum Edmund Joensen eigur, um enn m.p.p. at siga okkum, um hann møguliga er ein av teimum, sum hevur svikið føroysku tjóðina...« Hann sigur at »Roykurin frá illgrunanum um fostur­ landssvik stendur p.t. ramur út ígjøgnum rimarnar á samríkjahjallinum.« Upp ímóti hesum tos ar hann um, at »Ongin polit­ isk megi er sterkari enn tjóðveldishugsjónin.« Eg kenni meg noyddan at boða frá, at vit eru mong, sum ikki hava somu fatan sum Tobbi av, hvat tjóðveldishugsjónin skal standa fyri. Tann politiska sektar­ isma, sum Tobbi stundum ger seg til talsmann fyri, fer aldrin at byggja land! Sektarisman hjá Tobba Tórbjørn Jacobsen hevur í dag eina grein í miðlunum undir yvirskriftini »Imperialismunnar skutilssveinar«. Tann polit iska sektar isma, sum Tobbi stund um ger seg til tals­ mann fyri, fer aldrin at byggja land! Kjak