Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 69 · 16. apríl 2010 23 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein nSÍ Skal reiSa Seg Í gundadali nSÍ hevur fingið vánaliga byrjan upp á fótbóltsárið. liðið er úti av steypakappingini og hevur bert fingið eitt stig eftir tríggjar dystir í landskappingini. Teir gulu úr runavík eru svangir eftir stigum, og sunnudagin skulu teir royna seg ímóti føroyameistarunum hB. Verður tað nSÍ, sum reisir seg í gundadali, ella verða teir sendir avstað við ongum? HB-NSÍ Vodafonedeildin gundadalur sunnudagin 18/4 kl. 15.00 Í føðingardag hjá droTningini fríggjadagin fyllir Margretha drotning 70 ár. um middagsleitið verður føðingardagurin markeraður á ráðhúsplássinum í keypmannahavn, og fríggjakvøldið verður galladøgurði á fredensborg slotti. har fara tey fínu at eta ein góðan bita, og røður verða hildnar fyri drotningini. Tey føroysk umboð eru boðin til føðindagardag – tað eru løgtingsformaðurin og løgmaður. MargretHa DrotNiNg 70 ár dr1 frá kl. 11.00 og frá kl. 17.00 Sangkapping á kaSpar leygarkvøldið byrjar singer/songwriter kappingini, sum komandi vikurnar verður hildin á kafe kaspar í havn. Trý innleiðandi umfør verða komandi leygarkvøldini, og finalan verður tann 8. mai. SiNger/SoNgwriter kappiNg kafe kaspar í havn leygarkvøldið 17/4 STanley Í SpaniaSToVu leygarkvøldið fer vísusangarin Stanley Samuelsen at hava konsert í klaksvík. konsertin er partur av røðini Mentanarrák 2010, sum leikalund skipar fyri. fleiri kendir føroyskir tónleikarar hava havt framførslur í leikalund, og nú stendur Stanley fyri tørni. konsertin verður í Spaniastovu í gamla einahandlinum úti í klaksvík. StaNley SaMuelSeN Spaniastova í klaksvík leygarkvøldið 17/4 kl. 20.30 DESpEraTar húSmøður Nú sendir Sjónvarp Føroya enn eitt umfar við desperatum húsmøðrum. Søgurnar um kvinnurnar á Wisteria Lane eru ikki fyri sartar sálar, men tær eru undirhaldandi og stuttligar. Og hevur tú hug til eitt sindur av óskikkiligum amerikanskum skemti komandi leygarkvøldið, so er at fylgja røðini Deperatar húsmøður DeSperatar HúSMøður SvF leygarkvøldið 17/4 kl. 21.10 jørðin gongur undir Stórfilmurin 2012 fæst nú á dvd. filmurin snýr seg um, at vísundafólk koma í 2009 fram til, at jørðin, sum vit kenna hana, gongur undir í 2012. ein ætlan verður løgd fyri at bjarga so nógvum fólkum sum gjørligt, men tað er ógjørligt at bjarga øllum. jackson Curtis og hansara børn finna fram til, hvat er á vási, og tey byrja eina kapprenning við tíðina fyri at bjarga sær sjálvum og familjuni. 2012 dvd-filmur COuNTry­ KONgurIN í VágI hann hevur ferðast land og ríki runt við sínum countrytónleiki, og hetta vikuskifti ber til at hoyra føroyska countrykongin spæla í Suðuroynni. hallur Joensen fer at spæla til dans í VB húsinum leygarkvøldið, og tá verður høvi at hoyra sangir sum Smíl, Kyss Ein Eingil og aðrar live. Hallur JoeNSeN VB­húsið í Vági Leygarkvøldið 17/4 kl. 23.30