fríggjadagur 16. apríl 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 16. apríl 2010
Sosialurin
Heimsins fyrsti rúmdarmaður Juri Gararin (vinstrumegin) og sovjettiski rakett-
serfrøðingurin Sergei Korolev.
Sputnik (Сцутник) 1, sum varð sendur í ringrás um jørðina 4. oktober í 1957. Aluminiumskúlan var 58 cm í tvørmál
og vigaði 83,6 kg. Radioljóðini frá Sputnik 1 vóru eisini at hoyra í Útvarpi Føroya, sum fór at senda hetta árið. Helst
hava tey á Bryggjubakka tikið ljóðini upp hjá BBC ella aðrari útvarpsstøð.
Týski rakettserfrøðingurin Wernher von Braun, sum eftir seinna heimsbardaga stóð á odda fyri amerikonsku rakettroyndunum.
Fýra av teimum fimm ovurstóru rakettmotorunum á Saturn V rakettini daga undan. Tað var Saturn V rakettin, sum
árini 1969-1972 gjørdi tað møguligt at flyta seks manningar (tólv rúmdarmenn) upp á mánan og aftur á jørðina.
Russar taka heimin á bóli
Russar eru ikki blíðir, tá ið teir koma
til Peenemünde og síggja, at USA
er farið við tí mesta, bæði rakettum,
serfrøðingum og skjølum. Heilt tóm-
hentir fara russar tó ikki úr Týsklandi.
Og teir eiga eisini sjálvir dugnaligar
rakettserfrøðingar, Korolev, Glushko
og fleiri aðrar.
Sergey Pavlovich Korolyov, 1907-
1966, var verkfrøðingur ættaður úr
Ukreina. Í lestarartíðini í Moskva hittir
hann fleiri rakettserfrøðingar og 22
ára gamal vitjar hann Tsiolkovski.
Undir útreinskingunum í 30-árunum
verður hann sendur til Sibiria. Kendi
flogmaðurin Topulev roynir at hjálpa
honum hesa truplu tíðina, og seinni
verður Korolev maðurin, sum kemur
at standa á odda fyri sovjettisku rakett-
royndunum í kappingini við USA.
17. september í 1957 er 100 ára dagur
fyri føðing Tsiolkovskis. Tá hevur
ætlanin verið at senda ein fylgisvein
út í rúmdina og í ringrás um jørðina,
men tað hevur so ikki eydnast. Dagurin
varð hátíðarhildin í Sovjet. Ein eldugaður
Korolev helt røðu og greiddi frá, at
nú var fylgisveinurin Sputnik næstan
liðugur.
Ein onnur orsøk, at gera vart við
seg um hetta mundið, var, at 1957-58
var lýst at vera altjóða geofysiskt ár.
Um kvøldið 4. oktober í 1957 vóru
Korolev og hansara fólk til reiðar at
snara startlykilin.
Sputnik 1 var ein aluminiumskúla,
58 cm í tvørmál, sum vigaði 83,6 kg.
Tað var ein R-7 rakett, sum setti Sputnik
í ellipsuskapaðu ringrásina. Mesta frá-
støða frá jørðini var um leið 947 km
og minsta frástøða 228 km. Ráshallið
við ekvator var 65, og umferðartíðin
einar 96 minuttir. Sputnik var í ringrás,
til hann datt niður 3 mánaðir seinni,
4. januar í 1958. Antennustengurnar,
285 cm langar, høvdu samband við
ein radiosendara, sum sendi nøkur
eyðkend radioljóð aftur á jørðina. Tey
vóru eisini at hoyra í Útvarpi Føroya,
sum byrjaði at senda hetta sama árið.
Umborð vóru tól at mála hitan í farinum.
Hóast ikki stórvegis nýggj vitan fekst
úr hesi verkætlan hjá Sovjetsamveld-
inum, var talan um marksetandi hending
í rúmdargranskingini.
Sputnikhvøkkurin
Korolev og hansara fólk hava verið
greið yvir, at hetta fór at vera stórhend-
ing, men neyvan hava tey grunað,
hvussu víðfevndar fylgjur verkætlan
teirra fór at fáa. Amerikanarar talaðu
eftir hetta um “sputnik-hvøkkin“. Teir
skiltu t.d., at neyðugt varð at styrkja
undirvísingina í náttúruvísindum, skuldu
teir kappast við Sovjet. Ávirkanin av
amerikanska undirvísingarátakinum
breiddi seg víða um vesturheimin og
rakk eisini til Føroya.
Aðalskrivarin Nikita Khrusjtjov skilti
ikki beinanvegin, hvussu stórur sovjett-
iski propagandasigurin var, men tá
ið vitið rann at honum, gav hann
Korolev boð at hava ein nýggjan
Sputnik til reiðar 7 november, tá ið
kollveltingin fylti runt.
Hetta var í roynd og veru ein ómøgulig
uppgáva, men longu 3. november í
1957 høvdu teir skrumblað eitt nýtt
far saman, og Sputnik 2 varð sendur
í ringrás um jørðina. Hetta farið vigaði
munandi meiri og var á flogi í næstan
200 samdøgur. Umborð var hundurin
Laika. Tey fyrstu trý umførini um
jørðina hoyrdist hundurin goyggja,
og hann át eisini, men so var tøgn.
Einar 6 tímar livdi hann, men doyði
so av strongd og ovurhiting, tí køli-
skipanin virkaði ikki, sum hon skuldi.
Fyrsta teknið, at hundurin var strongdur,
var, at pulsurin, sum var farin heilt
upp ígjøgnum, tá ið rakettin fór uppfrá,
fall so seint aftur.
Oddamaðurin fyri sovjettisku rúmdar-
ætlanunum, Sergei Korolev, gjørdist
ikki gamal maður. Tað var stórur smeitur
fyri Sovjet, at hann fór so ungur. Korolev
hevði nakað somu støðu í sovjettiskum
rakettmálum sum Wernher von Braun
hevði í teimum amerikonsku.
USA roynir seg
Eisini í USA varð arbeitt undir trýsti.
Ein roynd at fáa fyrsta fylgiveinin í
ringrás 6. des. í 1957 miseydnaðist.
Vanguard rakettin sprongdist, men
fylgisveinurin helt og fór at senda á
eini baðistrond í Florida. Hann varð
skjótt doyptur ´Kaputnik´.
Amerikanarar fóta sær tó skjótt aftur,
tí longu í januar í 1958 eydnast teimum
at fáa fylgisveinin Explorer 1 í ringrás.
Við hesum fylgisveini fáast tær fyrstu
ábendingarnar um, at tvey belti við
sterkari geisling eru um jørðina. Tey
standast av, at partiklar frá sólini verða
fangaðir í jørðmagnetfeltinum. Beltini
verða nevnd van Allen belti eftir James
van Allen.