fríggjadagur 16. apríl 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. apríl 2010
Sosialurin
F
oreldrini hjá Mikkjal, sum
hann eisini var kallaður,
vóru
Malena
Frederikka
Mikkelsen fødd í Havn í
1847 og Hendrik Jacobsen
(1854-1885), eisini úr Havn.
Tey giftust í 1879 í Havnar
Kirkju.
Beiggi
Mikkjal
var
bøkjarin
Jens
Michelsen
1874-1934). Hann giftist við
Ellen Sususanne Sofie f.
Joensen (1882-1940). Eitt av
teirra børnum var annars
Einar Mikkelsen, kendur fyri
sín el-virki.
Systir Mikk var Jacobina
Maria Sofía f. 1880.
Mikk giftist við Maren
Susanne Mouritsen (1882-
1916). Tey fingu børnini Tinu,
kend sum happadráttarseljari,
og Hendrik (1913-2007), sum
giftist við Amandu Magnus-
sen (1922-2008) úr Saltangará.
Hann var kendur sum skóti.
Minningarorð í Dag
blaðnum: Sterkur
sum ein kempa
7.
august
1968
andaðist
á
Landssjúkrahúsinum
Michael Jacobsen, nevndur
Mikkjal í Dávastovu í Havn,
85 ára gamal.
Mikkjal í Dávastovu var
borin í heim í hini gomlu
Havnini,
í
Dávastovu
í
Gongini. Henda vakra og
hugnaliga
húsarøðin
við
vestaru síðu á Eystaruvág
frá Ísaksstovu og út til
Villustovu er øll farin fyri
fleiri árum síðani.
Dávastova var ikki júst
nakað valahús heldur enn
onnur av teimum smáu hús-
unum í Gongini. Men raskir
og dúgligir vóru teir, sum
haðani komu. Tað sama
kann sigast um kvinnurnar,
sum bornar vóru í heim í
Gongini.
Mikkjal
í
Dávastovu
var valla fermdur, áðrenn
hann fór út at arbeiða.
Hann var lágur av vøkstri,
men tað hann ikki hevði í
vøkstri, tað vann hann sum
bragdligur, fimur og fermur
arbeiðsmaður. Hann arbeiddi
øll síni bestu ungdómár,
ja, heilt til mandómsár, hjá
Thorshavn
Handelsfor-
ening. Jens Olsen, ið var
handilsstjóri, nevndi hann
“Beck Olsen” eftir kenda
danska sterka manninum
Beck Olsen, sum tá var
nógv havdur á máli. So væl
stóð Mikkjal í Dávastovu í
hansara eygum. Harafturat
dugdi hann sjáldsama væl
millum arbeiðsfelagar og var
væl kendur av øllum.
Mikkjal
kom
tíðliga
uppí
felagslívið
í
Havn.
T.d. var hann skjótt ein
av teimum mest aktivu í
sangfelagnum,
har
hann
var tenorur, og hann var í
musikkfelagnum millum teir
fyrstu í hornmusikkinum,
har hann blásti basun. Bæði
hann og Marsanna hjá jarða-
móðurini, tey vóru tá trú-
lovað, vóru limir í Havnar
Ungmannafelag. (Mikkjal var
eisini onkuntíð blaðstjóri á
blaði felagsins Baldursbrá.)
Mikkjal var eisini limur
í Framburðsfelagnum sjálv-
andi, frælslyntur og tjóðskap-
arhugaður, sum hann var.
Mikkjal
og
Marsanna
giftust við teim bestu vónum
at fylgjast á lívsleiðina í sama
trúskapi, sum tey høvdu
fylgst frá ungum árum, tá
ið tey høvdu funnið hvørt
annað. Men lagnan var hørð
og hjartaleys móti hesum
ungu hjúnum. Marsanna
doyði frá honum og tveimum
smáum børnum á teirra
lívsglaðastu stundum.
Hetta var hart, hetta var
tungt, og hetta fór illa við
Mikkjali, sum kom at liva
sum
einkjumaður
mestu
tíðina av síni æviskeið.
Systir hansara, Bina í
Dávastovu, sum altíð var
eitt skilafólk, kom at vera
tann verndarhondin, ið eitt
av lagnuni so illa farið heim
hevði neyðugt. Og hon kom
at vera í heimi hansara so
leingi, hann livdi.
Mikkjal í Dávastovu var
ein arbeiðshugaður maður.
Hann arbeiddi tey flestu av
sínum seinastu árum hjá
Havnar Timburhandil. (Har
hevur hann arbeitt saman
við Birgar Johannesen.) Og tá
ið hann vegna sín høga aldur
gavst á arbeiðsplássinum, var
tað sum hann ikki treivst. Tað
bar tá á, at ein kundi síggja
hann vera farnan aftur til
arbeiðis í Timburhandlinum.
Hann dugdi ikki at ganga fyri
einki.
So seint, sum dagin fyri, at
hann fór á Landssjúkrahúsið,
var hann sína seinastu ferð á
arbeiðsplássi sínum í Havnar
Timburhandli.
Mikkjal
í
Dávastovu
var altíð ein fryntligur og
blíðorðaður maður, ein góður
felagi á arbeiðsplássinum.
Øll bóru Mikkjali alt gott,
og mong munnu fara at
sakna hann umframt tey,
sum stóðu honum næst í
lívinum. Og friður veri við
minni hansara.
Fekk søguligan
fótbóltsskaða
Í HB-bókini hjá Jógvan Arge
er henda frásøgn:
Á aðalfundi í HB 24. apríl
1911 legði formaðurin Gunnar
Winther fyri við eini heilsan
av Hospitalinum frá Mikkjali,
sum árið fyri hevði spælt
hálvbakkur á kampliðnum
hjá HB. Mikk hevði dagin fyri
verið fyri fyrsta beinbroti,
sum fótbóltsmenn í Havn
vistu um.
Tað kom eisini í bløðini,
og Dimmalætting skrivaði, at
hetta mátti koma einaferð, tí
tey flestu, sum høvdu verið
til fótbóltsdyst undraðust
á, at einki skinnabein var
brotnað enn.
Undir venjingini í Hoydøl-
um eini sunnudag seinnapart
vóru Valdemar Rein og Mikk
so grammir eftir bóltinum,
at teir sparkaðu eftir honum
samstundis. Úrslitið varð,
at Mikk breyt beinið um
fótliðin.
Tað hoyrdist um allan
vøllin, tá beinið brotnaði.
Mikk varð fyrst fingin niðan
til grannan Sanatoriið og
haðani borin alla leiðini út á
Hospitalið í Làgabø.
Men læknin Jensen fekk
ikki tikið sær av hesum
óhepna fótbóltsspælara bein-
anvegin, tí hann noyddist
at fara til Kaldbaks. Beinið
varð ikki lagt saman fyrrenn
morgunin eftir, men tað
sakaði ikki. Hildið varð, at
tað fór at taka einar tveir
tríggjar mánaðir, til hann var
fullførur aftur.
Á aðalfundinum bar for-
maðurinValdemar Rein ser-
liga heilsan frá Mikk, at hann
metti óhappið vera hent av
tilvild og legði ongan undir
at hava skyldina.
Við hesum tók spurn-
ingurin um ítróttartrygging
seg
upp,
og
HB-ararnir
royndu at halda spælara sín
skaðaleysan.
Formaðurin
legði fram ein lista, har
limirnir kundu tekna seg
fyri 25 oyru pr. portión til
útreiðslurnar, sum stóðust
av óhappinum og mistari
inntøku hjá Mikk.
Teknaðar vóru 68 porti-
ónir á 25 oyru, ið svaraði til 17
krónur um vikuna. Tróndur
Hansen lovaði at fara til
aðrar limir, sum ikki vóru á
fundi at fáa teir til at spaða
til eisini.
Ættin
Mikk var eisini virkin í ríðing.
Hann reið í hvussu er kapp á
ólavsøku í 1926. Vinnarar vóru
Johs. Samuelsen, Poul Johs.
Hansen og Kjartan Mohr.
Um Marin Susannu kann
sigast, at hon var dóttir Onnu
Martinu, sum var jarðarmóðir
og Sofus Frederik Mouritsen,
sum var við í politistaliðnum
í Havn. Systkin hjá henni
vóru Jacobina, gift við Poul
á Kirkjuveg, Dorthea, giftist
til Eiðis við Petur Kruse,
Julianna Mortensen, gift við
Mortan Blikk, Aksel, giftist
við Sonnu úr Fámjin og
Mourentza gift við Martin
av Tvøroyri.
Mikk í Dávastovu:
Tann fyrsti við fótbóltsskaða í Føroyum
Hóast Rudolf Michael Jacobsen er grivin í gamla kirkjugarði eru framvegis nógv, sum minnast
hann. Kona hansara, Maren Susanne, »bíðaði« nevniliga eftir honum í gott 50 ár
Kirkjugarður
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
MAREN S JACOBSEN
F. MOURITSEN
F. 13.12 1882
D. 29.4. 1916
R. MICHAEL JACOBSEN
Í DÁVASTOVU
F. 1.1. 1883
D. 6.8. 1968
Mikk sum fótbóltsspælari
Marsanna fekk ikki
langt lív lagað
Hesa myndina hevur Petur Alberg tikið úr vindeyganum í Geil í 1902.
Dávastova, haðani Mikk var ættaður, er hús nr. 2 frá høgru
Komandi partur
Komandi tveir
partar verða um
Rubeksenfólkið.
Tann fyrri av teimum
verður serliga um
Nicolinu og Adolf
Rubeksen
28