Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 45

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

45 Fríggjadagur 16. apríl 2010 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Síðani limafundin hjá hond bólts­ feløgunum fyri einum mánaði síðani hevur ein arbeiðs bólkur gjøgnumgingið hondbólts kapp­ ing ina í breiðastu merking. Og á nýggjum limafundi í Hond bólts­ sambandinum í morgin klokkan 10 skulu feløgini taka endaliga støðu til, hvussu tað heila skal skipast. Fyrst og fremst var tað ynskið um at víðka bæði Sunset­ og Atlantic Airways­kappingina, sum setti gongd á hetta arbeiðið. Feløgini góvu á fyrsta fundinum til kennar, at tey fegin vilja víðkað tær báðar bestu deildirnar. Tað vil siga, at einki lið flytur niður úr Sunset­kappingini, men at bæði Kyndil og Sóljan kunnu flyta upp, so hon kann gerast átta lið. Og somuleiðis flytur einki lið niður úr Atlantic Airways­kappingini, men Team Klaksvík flytur upp, so hon telur sjey lið næsta kappingarár. Sosialurin hevur sæð okkurt av tilfarinum, arbeiðsbólkurin hevur sent feløgunum, og á limafundinum í morgin fer bólkurin at mæla fel­ øgunum til at endurskoða broyt ing­ arnar innan fimm ár, men í fyrsta lagi um tvey ár. Hetta, so tað ymsa skal sleppa at standa sínar roynd, áðrenn tað verður broytt aftur. Best við seks liðum Hóast tað hevur ligið í kortunum, at liðini í teimum báðum bestu mans­ og kvinnudeildini verða ávikavist sjey og átta lið næsta kappingarár, mælir arbeiðsbólkurin til, at tær báðar bestu deildirnar koyra eftir sama leisti. Sum skilst, heldur arbeiðs bólk­ urin, at best hóskandi tal á liðum í teimum báðum deildunum er seks lið, men at so leingi sum bara sjey ella átta feløg kunnu bjóða av, eiga sjeynda og áttanda felagið at fáa part í bestu deildunum. Men so skjótt sum tað innan fyri næstu fimm árini eru nóg nógv feløg – og her verður nevnt talið níggju – ið kunnu gera seg galdandi í bestu deildunum, eigur at verða farið aftur til seks lið, tí tá ber til at hava eina áhugaverda, góða og sterka kapping í 1. deild. Sum nakað nýtt, mælir Arbeiðs­ bólkurin til, at 1. deild kemur at eita Menningardeildin. Hetta er ásannandi tann veruleika, at næst­ besta deildin meira er ein menn­ ingardeild hjá Sunset­ og Atlantic Airways­feløgunum, so leingi sum liðsamansetningin fevnir um næst­ bestu manningarnar hján hesum feløgum. Lagt verður upp til, at Menn­ ingar deildin onkursvegna verður ein spegilsmynd av bestu deildunum, so somu feløg eru umboðað í báðum, tí á tann hátt heldur arbeiðsbólkurin, at øll feløgini fáa somu møguleikar at menna sínar spælarar, ið ikki eru við í bestu deildunum. hilmarjan@sosialurin.fo Hondbóltur Á limafundi í Hondbóltssambandinum í morgin skulu feløgini taka støðu til tilmæli og uppskot frá arbeiðsbólkinum, sum hevur endurskoðað hondbóltin í ein mánað Hondbólturin verður broyttur Millum tingini, arbeiðs bólk­ urin eftirlýsir, er ein reglugerð fyri steypakappingar. Sum er, eru hvørki reglugerðir fyri Coca­Cola kappingarnar ella nakrar av hinum steypa­ kappingunum, og tí mælir arbeiðsbólkurin til, at slíkar reglur verða gjørdar sum skjótast. Eisini mælir bólkurin til, at landsliðsarbeiðið við bæði A­ og U­landsliðum verð­ ur skipað fyri í minsta lagi næstu fimm árini, har atlit skulu takast at bæði tí ítr­ óttar liga og tí fíggjarliga. Eitt annað hugskot, sum verður lagt fram, er ein HSF­ álmanakki á HSF­heima síð­ uni, har tað skal bera til at síggja, hvørji vikuskifti eru sett av til landsliðsarbeiði, nær kappingin byrjar, nær steypa kappingar liggja, nær altjóða dystir eru, nær dóm­ ara­ og venjaraskeið eru, um framt annað, sum hevur týdn ing fyri hondbóltin. hilmarjan@sosialurin.fo Ongar steypa- reglur Á limafundi í Hondbóltssambandinum tann 20. mars var ein arbeiðsbólkur settur at endurskoða verandi kappingarleist hjá hondbóltinum og koma við møguligum uppskotum til framtíðarleist. Arbeiðsbólkin manna Ingi Olsen, formaður, Jógvan Martin Mørk, Jústines Justinussen, Hallur Danielsen, Agnas Tausen og Anna Rein, skrivari. Bólkurin hevur havt fleiri fundir, sent feløgunum hoyringsskriv, havt Dómarafelagið við á fundi, umframt at bæði uppskot og tilmæli hava úti hjá feløgunum, so tey kunnu koma við sínum endaligu viðmerking. Nú er hetta arbeiði komið so mikið langt, at arbeiðsbólkurin á limafundi í Hondbóltssambandinum í morgin fer at koma við tilmæli um nýggjan kappingarleist, sum feløgini so skulu taka støðu til. Fakta Arbeiðsbólkurin á sínum fyrsta fundi. Frá vinstru: Anna Rein, skrivari, Jústines Justinussen, Hallur Danielsen, Ingi Olsen, formaður, og Jógvan Martin Mørk. Á myndini vantar Agnas Tausen Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir bólKurIn