fríggjadagur 16. apríl 2010síða 46
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. apríl 2010
46
Sosialurin
Ítróttur
Rólant Waag Dam
Ingi Højsted, Herbert í Lon Jacob
sen, Bergur Midjord og Heini í
Skorini. Eingin teirra er klárur at
spæla sunnudagin. Samstundis er
tað ivasamt, hvussu standurin hjá
bæði Høgna Eysturoy og Símun
Joensen er.
Flestu hesir høvdu ivaleyst byrj
að inni undir vanligum um støð um,
men í ringasta føri má Sigfríður
Clementsen síggja burtur frá øllum
somlum. Tað hevði hann helst sæð
øðrvísi, ikki minst tí, at tey úti á
Argjum hava allar mans tøkar.
Støðan verður heldur ikki betri
av, at B36 í roynd og veru hevði
stórar trupulleikar av AB í fjør.
B36 vann fyrstu uppgerðina í
Gunda dali, men tá teir komu út á
Argir vann AB 31 og triðja og sein
asta dystin, sum varð spældur í
Gundadali, vann AB við tveimum
málum móti ongum.
Toppur móti botni
Tá hetta er sagt, so stendur eisini
tann veruleiki eftir, at B36 er tað
lið ið, sum hevur skorað flest mál í
deild ini higartil – átta mál í trimum
dyst um, samstundis sum eingin
hevur latið færri mál ígjøgnum enn
teir. Hinvegin hevur AB latið tíggju
mál í gjøgnum, og tað er meira enn
trý mál í miðal hvønn dyst.
Málmunurin sæst eisini aftur í
stigum. B36 er oddalið við fullum
stigatali, meðan AB er í botninum
við einum stigi. Vert er tó at hefta
seg við, at hetta eina stigið kom á
heimavølli, meðan hinir báðir dyst
irnir hava verið truplar útivallar
uppgávur móti Víkingi og HB.
rolant@sosialurin.fo
vodafoneupptakt Sigfríður Clementsen og
hansara menn fara eftir fjórða sigrinum á rað, hóast
teir mugu vera minst fýra mans fyri uttan
Fult fyri
fjórðu ferð
Rólant Waag Dam
Tredje gang er lykkens gang,
siga danir. Í Sundalagnum
søgdu onnur, at Marni gjørdi
mun in. Hvussu er og ikki, so
verð ur Marni Djurhuus ikki
við EB/Streymi, sum í kvøld
vitj ar í Sarpugerði.
Kollfirðingurin
er
farin
aft ur til Danmarkar og hevur
ikki møguleika at koma heim,
soleiðis sum loftferðslan skikk
ar sær. Samstundis má Heðin
Askham eisini síggja burtur frá
bæði Dánjal David sen, Brian
Olsen og nýggja mann inum
David Udsen.
Hesir tríggir síðstnevndu
vóru heldur ikki við seinast,
men – við allari virðing fyri
fót bóltinum í Suðuroynni –
Vík ingur á útivølli eigur at vera
mun andi torførari dystur, enn
FC Suðuroy við Margáir.
Píl upp hjá EB/Streymi
Síðani kappingin byrjaði, er
tað bara gingið ein veg hjá EB/
Streymi. Teir byrjaðu við tapi,
hál aðu síðani javnleik og eitt
stig heim, áðrenn fyrsti sigurin
og trý stig løgdust aftrat kont
oini í triðja umfari.
Um tað er eitt tekin um, at
Sundalagsmenn bara skuldu
spæla seg heitar, er ilt at siga,
men enn hava bara í brotum
víst teirra veruliga potentiali,
Hinvegin
hava
Víkingar
víst meira støðufesti, í øllum
før um tá tað kemur til at fáa
stig til hølvdar. Samstundis
hava teir eisini víst, at teir av
gjørt eru til at spæla við. Ikki
minst, tá teir í fysta umfari
lótu Argjamenn skora tríggjar
ferð ir í Sarpugerði.
Síðani hava teir bundið
væl fyri og hava ikki latið mál
ígjøgn um. Tískil er tað eisini
lítið sannlíkt, at EB/Streymur
fer at skora nógv mál í kvøld.
Ikki minst tí, at Jógvan Martin
Olsen kann seta liðið, sum hon
um lystir, tí hann hevur allar
mans tøkar.
rolant@sosialurin.fo
Eingin hjálp frá
Marna í kvøld
vodafoneupptakt Hart raktir
sundalagsmenn skulu vitja Víking, sum
er væl fyri við bæði leikarum og stigum
Rólant Waag Dam
Suðuroyingar siga tað sjálvir. Á
heima vølli fara teir eftir trimum
stig um, hetta eisini hóast teir eru
uppflytarar. Tískil verður tað eing
in løtt uppgáva hjá Bill McLeod
Jacobsen, sum tekur toftamenn til
Suð ur oynna um vikuskiftið.
Hinvegin hevur B68 longu spælt
í móti hinum uppflytaraliðnum, og
hólvaðu B71 av í fyrsta umfari. 50
endaði tann dysturin og tað var ikki
eitt einasta mál ov nógv.
FC Suðuroy hevur ikki rent seg
í nakað stórtap higartil. Faktiskt
hava teir bara tapt ein dyst, tað var
farna vikuskifti, tá EB/Streymur
vann 20 við Margáir. Samstundis
vóru suðuroyingarnir beinleiðis
óhepnir við ikki at vinna dystin í
Gundadali móti HB, meðan teir í
øðrum umfari vóru meira enn hepn
ir við at fáa eitt stig burtur úr.
Í vikuni hava bæði Pól Jóhannus
Justinussen og Ahmed Keita verið
sjúkir, men helst vera hesir báðir
við sunnudagin. Í FC Suðuroy vita
tey ikki heilt hvussu tað verður við
Dan Djurhuus og Súna úr Hørg,
sum eru einastu ivamálini har.
Fullmannaðir fuglfirðingar
ÍF byrjaði dystin við sigri á NSÍ,
fylgdu so upp við javnleiki móti
EB/Streymi, áðrenn teir taptu á
úti vølli móti B68. Nú eru teir so
aftur á heimavølli, har allir mans
eru tøkir. Eitt lítið ivamál er tó, og
tað er hvussu standurin hjá Áka
Peter sen er. Hann hevur ikki vant í
vik uni, men verður vónandi klárur
sunnu dagin.
Í B71 hava tey sama fólki klárt,
sum tey hava havt hinar lands
kapp ingardystirnar. Tað merkir,
at Predrag Markovic og Jóhannis
Jensen framvegis eru skaddir.
rolant@sosialurin.fo
vodafoneupptakt Bæði B71 og FC Suðuroy hava fingið
stig, men hava framvegis fyrsta sigurin til góðar. Hesum
fara liðini bæði eftir, tá tey møta ávíkavist ÍF og B68
Uppflytararnir
leita eftir sigrinum
Ítróttargreinar kappast saman
Leygardagin verður Senta FM kapping í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Hetta eru
føroyameistarakappingar hjá trimum av smærru ítróttargreinunum í Føroyum
borðtennis, judo og badminton. FM kappingarnar verða frá klokkan 14.00 til
kl. 18.00 leygardagin, og Sjónvarpið hjá Kringvarpinum fer at senda finaludagin
beinleiðis. Hugskotið við at hava tríggjar ítróttargreinar saman til FM kapping
er at vaksa um áhugin fyri degnum – bæði millum fólk og fjølmiðlar. Á myndini
síggjast finalistarnir hjá monnum í judo. Frá vinstru: Búgvi Hansen, Petur Sigurð
Johannesen, Áki Davidsen, Hjalmar Johannesen og Jógvan Páll Kristiansen.
Mynd: Sofus Debes Johannesen