fríggjadagur 16. apríl 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 16. apríl 2010
5
VIKUSKIFTI
matinum
Fakta innihaldsyvirlit
Soleiðis lesur tú
innihaldsyvirlit
Um vit taka vanilju Ísblómuna frá
Fóm sum dømi, inniheldur hon mest
sukur, tí tað stendur fremst í »Tilfar-
listanum«, næstmest mjólkarturrevni og
triðmest plantufiti. Hesin háttur at seta
innihaldsyvirlit upp er altjóða viðurkendur.
Sunfresh djús
Inniheldur mest vatn og
sukur. Á triðja plássi kemur
5% av fruktdjus. Inniheldur
níggju ymisk E-nummur.
Bolognese frá Toro
Inniheldur E621
Glyngøre rogn guf
Inniheldur 14 ymisk evni. Av
innihaldinum er 44% rogn,
restin er vatn, olja, sinoppur
og ymisk E-nummar
Wienarpylsur frá Coop
Innihalda 56% grísakjøt,
20% vatn og 14%
neytakjøt.
Oliven
frá Coop
230 gram, men
einast 106 gram
eru oliven.
Aceto balsamico di modena
Balsamicoedikkur, ið verður nýttur
sum salatdressingur er ikki tann
ektaði balsamicoedikkur, ið er dýrur
og verður leingi lagraður á eikfati.
Hesin dressingurin er edikkur og
drúvumos, ið er litað brúnt.
Fun light saft
(hindber/orange)
Inniheldur 15 ymisk evni. Mest vatn,
síðani 4,6% apelsinsaft og 0,1%
hindbersaft. Reklamerað
verður við, at saftin
nú ikki inniheldur
nøkur kunstig litevni
(Fun saftin hevur
fingið sera nógva
ábreiðslur fyri tey
nógvu kemisku
evnini) - litirnir eita
nú betacaroten og
anthocyaniner.
Risifrutti
Inniheldur mest mjølk
og vatn. 8,5% rís
og 8% sukur.
Guacamole dip frá
Santa Maria
Guacamole er upprunaliga ein sós
gjørd av avokado. Henda sósin
inniheldur 1,5% avokado og 23
onnur evni. Inniheldur E621.
Brún sós
frá Toro
Inniheldur E621
Taco spice mix
frá Santa Maria
Inniheldur mest drúvusukur,
síðan 17,5% salt.
Livurpostei frá Krás
Reklamerar við, at tað er
framleitt í Føroyum, men
svínalivurin og fleskið er úr
Danmark. Inniheldur E621
Vit hava valt nakrar tilvildarligar
vørur úr føroyskum handlum og
hugt eftir, hvat tær innihalda.