Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. apríl 2010 6 Sosialurin Áki Bertholdsen Nú skal eitt søguligt 114 ára gamalt met takast. Hetta verður drívkraftin hjá Livari Nysted, tá ið hann um tríggjar vikur setir seg við árarnar á einum lítlum báti í havnini í New York saman við tveimum skotum og einum íra. Tá ið teir hava loyst frá landi, verður kósin sett ímóti Falmuth í Cornwall í útsynningspartinum í Onglandi. Ætlanin er síðani at at teir fýra menninir skulu rógva allar teir 3000 kilometrarnar tvørtur um Atlantshav. Hetta er ikki fyri sartar sálir. Men tað verður upp aftur meiri skakandi, tá ið Livar fortelur, at teir ætla at gera tað uppá minni enn 55 dagar. Ætlanin er nevniliga at sláa eitt met, sum tveir norskir rógvarar eiga. Men at hetta ikki er hvørs­ mans føri sæst best av, at tað var heilt afturi í 1896 at norsku rógv­ ar arnir róðu teinin upp á 55 dagar. ­ Hetta eru teir fyrstu veruligu havrógvararnir, vit vita um, men tíðin, teir brúktu um ferðina tá, er ongantíð tikin síðani. Talan er sostatt um eitt 114 ára gamalt met, sum Livar og bátsfelagararnir ætla at taka. Hava tit sett tykkum nakað mál fyri, hvussu leingi til ætla at vera um at rógva teinin. ­ Alt undir 55 dagar verður góðtikið sigur Livar og flennur hart. Kortini ásannar hann, at tað, sum hevur størstan týdningin, er ikki at taka metið ­ Sjálvandi fari eg at gera mítt ítarsta fyri at taka tað aggamla metið. Men tað, sum fyrst og fremst hevur týdning, er, at vit klára at rógva allan teinin. Kiksar tað so at taka metið, missi eg ikki svøvnin av tí. Hann sigur, at skal tað eydnast at taka metið, skulu teir vera ómetaliga hepnir við veðrinum, tí teinurin er langur og veðrið í Norðuratlantshavi er svikaligt. Treiskni ber teimum uppi Livar sigur, at tað verður nú um mánaðarskiftið, at hann fer yvir til New York og fyrst í næsta mánaði leggja teir so til brots, alt eftir, hvussu veðrið verður. Hann er púra greiður yvir, at hetta verður eitt ódnartak. Vit rógva tveir í senn við tveimum árum í part og vit rógva í tveir tímar og hava frí í tveir tímar, alt samdøgurið. ­ Hetta krevur ómetaliga nógv og tað ringasta verður at venja seg við so stuttan svøvn ímillum vaktirnar. Kropsliga verður tað eisini hart teir fyrstu dagarnar og bløðrurnar verða uttan iva nógvar. Hinvegin er hann eisini greið­ ur yvir, at tað allar harðasta á túrinum verður at standa ímóti tí sálarliga trýstinum sum lítil hvíld, strævin rógving, bløðrur og sárir lógvar kunnu elva til. Men so hevur Livar eisini annan eginleika, sum neyvan kann yvirmetast á eini slíkari ferð og tað er treiskni. ­ Tá ið pínan fer at gera um seg, er at hava neyðuga treiskni at halda á, sigur Livar, sum ikki ivast í, at hann er nóg harðbalin til at klára trýstið, bæði tað kropsliga og tað sálarliga. ­ Hevur tú ikki sálarligu styrkina at standa ímóti trýstinum, nyttar lítið at vera heimsins sterkasti maður og tí verður treiskni tann eginleikin, sum fer at bera okkum longst, leggur hann afturat. Biðin at koma við Hann hevur verið í slíkum leiki áður, tí í fjør gørdu hann og 13 aðrir menn eina roynd at rógva tvørtur um Suðuratlantshav, úr Kanarisku oyggjunum til Barbados, men tá máttu teir gevast eftir 1000 fjórðingar, tí teir mistu róðrið. Uttan iva hevur Livar verið vælumtóktur bátsfelagi hendan túrin, tí tá ið tveir av manningini á ferðini um Suðuratlantshav fingu hug skotið til hendan túrin, var Livar biðin um at koma við. E i n g a m a l róðrarfelagið hjá hinum báðum, ein íri, verður so fjórði maður við. Livar er kendur kapp róðr ar­ maður við trimum FM heitum í beltinum og hann venur nógv. Í eina tíð upp undir hesa ferðina hevur hann verið fastur fúsur á róðurmaskinuni á Fossafitness og hann sigur, at hann er væl fyri. Men hann hevur eisini nógv at liva upp til, tí allir bátsfelagarnir hjá honum, hava áður sett ymisk heimsmet í rógving. aki@sosialurin.fo TvørTur um ATlAnTshAv í opnum báTi AtlAntshAvið Um tríggjar vikur fer Livar Nysted í Hvannasundi undir eina ferð, sum bara tey allar djarvastu tora. Saman við trimum øðrum skal hann rógva tvørtur um alt Atlantshav í einum opnum báti, ið ikki er frægari enn eitt lítið áttamannafar Livar hevur konu og fýra døtur úr 20 niður í fimm ár. Men hann sigur, at tey stuðla honum í at fara og eru spent upp á ferð ina. Kanska eru tey eisini eitt sindur nervøs, tí hend an ferðin er so nógv longri enn ferðin, hann var á í Suðuratlantshavi í fjør. Hann sigur, at æt lan in er at hava tele fon við fylgis ­ sveina tele fon so at tað ber til at hava sam band heim á allari ferðini. Hendan lítla tele fon­ in verður okkara einasta sam band við um heimin á ferðini, tí inter net sam band fáa vit ikki. Familjan stuðlar