fríggjadagur 16. apríl 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 16. apríl 2010
6
VIKUSKIFTI
heIlsU
síðan
Gleð kroppin við
einum smoothie
Jórun Klein, dietistur
nógv eru vorðin sera glað fyri
smoothie, av tí at hann smakkar
sera væl og er lættur og
skjótur at gera. harumframt
kann tað vera ein lættur
máti at tryggja kroppinum
týdningarmikil føðsluevni.
Smoothie er blendað frukt ella
grønmeti. Ofta er mjólk, jogurt ella
djús koyrt í, ið kann kombinerast
uppá óteljandi mátar. Tú kanst til
dømis gera smoothie bert av frukt
ella við mjólkarvørum. Eisini kanst
tú nýta frukt og havra-, soja-,
ella rísdrykk. Tú kanst eisini gera
smoothie, har tú brúkar fruktdjús
ella urtir. – Tað eru bert hugflogið
og smakkurin, ið seta mørk!
Um tú gert ein smoothie um
morgunin, kanst tú taka restina
við til arbeiðis og nýta hann sum
dessert oman á matpakkan ella
sum eina millummáltíð.
Smoothie ella heil
frukt og grønmeti?
Smoothie er eitt sunt alternativ til
sodavatn. Tó verður ikki tilrátt, at
tú býtir alla ta dagligu fruktina og
grønmetið um við frukt- og grøn-
metissmoothie. Orsøkin til hetta
er, at tær flótandi vørurnar metta
minni, enn tá ið tú tyggir teg
ígjøg num tær heilu fruktirnar og
grøn metið. Hetta økir vandan fyri,
at tú inntekur meiri, enn tú hevur
tørv á. Rátt verður til, at bert 100
gram av teimum 600 grammunum
av frukt og grønmeti um dagin
verða býtt um við ta flótandi
útgáv una. – Og óansæð hvussu
nógv gløs av djús ella smoothie tú
drekkur, telur tað bert fyri eitt í »6
um dagin« roknskapinum.
Rein fruktsaft ella
protein í smoothie'in?
Tá íð tú samansetur matin, er
tað týdningarmikið at fáa bæði
protein, feitt og kolhydratir.
Kolhydratir geva orku til heilan
og musklarnar, og protein er
byggisteinar til vøddarnar og
vevnaðin. Um tú velur tað góða
feittið, fært tú týdningarmiklar
feittsýrur. Keldur til tað góða
feittið eru t.d. fræ, nøtur og
mandlur og kaltpressaðar oljur.
Tað eru fyrst og fremst kol-
hydratir sum t.d. frukt, ið fáa
blóðsukrið til at hækka. Tá tú
kombinerar inntakið av frukt
við góð protein ella feittevni,
stabiliserar tú blóðsukrið, soleiðis
at tað ikki hækkar ógvusliga og
eftirfylgjandi fellur skjótt. Tí kann
tað vera eitt gott hugskot, at tú
brúkar mjólkarvørur, ið innihalda
protein, í tínum smoothie.
Proteinpulvur
Tað er eisini ein møguleiki, at
tú koyrir proteinpulvur í tín
smoothie. Tað finnast nógv sløg
av proteinpulvuri. Valleprotein er
sera væl umtókt, av tí at kroppurin
útnyttar tað væl. Valleprotein
er vunnið úr mjólk. Harumframt
kanst tú fáa proteinpulvur, íð er
vunnið úr soja ella rís.
Aðrir møguleikar enn mjólk
Um tú hevur mjólkarallergi ella
laktosuintoleransu, eru soja-, rís-
ella havradrykkir góð alternativ.
Men teir kunnu tó ikki heilt
síðustillast við mjólk.
Rís- og havradrykkir innihalda
til dømis minni protein. Og sjálvt
um tað er næstan líka nógv
protein í sojadrikkinum sum í
vanligari mjólk, eru tað tó nakrar
ávísar aminosýrur, sum tú ikki
kanst fáa gjøgnum bjølgfruktir
sum soja. Hetta merkir tó ikki, at
tað er eitt vánaligt hugskot at
brúka sojadrikk í smoothie'num,
og tað kann saktans vera ein
partur av einum sunnum og
fjølbroyttum kosti. Men ansa eftir,
at tú fært nokk av kalsium (kálki)
í matinum. Her kanst tú til dømis
velja tey sløgini av soja-, rís- og
havradrykkum, ið hava tilsett kálk.
Ansa eisini eftir, at í nøkrum soja-,
rís- og havradrykkunum er sukur
koyrt í .
BeR-smoothie
til ein smoothie kanst tú til dømis nýta:
2 dl Cheasy vaniljujogurt ella A38
½ banan ella eitt sindur av havragrýni
2 dl frystu ber (til dømis jørðber, hindber og bláber)
nakrar mandlur