fríggjadagur 16. apríl 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 16. apríl 2010
8
VIKUSKIFTI
Hvussu er lagið?
Eg eri sum heild í góðum lag, og
serliga tá ið veðrið eg gott.
Hvat ger teg glaða?
Tá tað gongst børnunum væl, – í skúla,
ítrótti og annars. Og so havi eg so fan
tast iska góðan mann og góðar vinir,
og tað gleðist eg í heilum um.
Hvat ger teg illa?
Eg øsi meg ikki so øgiliga ofta. Men vánalig
tænasta í handlum og fyritøkum og óvinar
lig fólk ávirka sinnalagið skeiva vegin.
Hvussu fekst tú starv í sjónvarpinum?
Eg byrjaði í sjónvarpinum umleið 1991 at
um seta og teksta teknifilmar til før oyskt.
Tað var fríyrkisarbeiði. Síðani varð eg biðin at
vera hjálparfólk til Barna løt una, sum Birita
Weihe og Annika Marr Poulsen skipaðu fyri.
Og soleiðis vant tað spaku liga upp á seg, og
í dag eri eg í føstum starvi á 15 16 ári.
Um tú ikki var sjónvarpsvertur,
hvat hevði tú so verið?
Bóndi. Mær dámar so væl at fáast við seyð
og rokast úti. Men eg kundi nú eisini hugsað
mær at lisið løgfrøði ella medisin, men tað er
nú á gamalsaldri, at eg havi funnið út av tí.
Hvat er títt yndisgóðgæti?
Tað eru hesar ljósagulu skúmdelfinirnar.
Men eg keypi tær bara av og á. Og so er
tað Haribo'sa Skipper Mix, sum er ein
blandingur av salt og salmiakklakressi.
Hvat heldur tú vera løgið?
Haldi tað er løgið, at lønirnar standa í stað,
meðan matvøru og oljuprísirnir hækka
og hækka. Hetta gongur slettis ikki.
Hvussu skal ein urtagarður
vera, um tú slapp at ráða?
Helst asfalteraður. Men ein lítil krókur skal vera
við blómum, og hann skal laðast upp, soleiðis
at eg kann standa og lúka – also í borðhædd.
Hvørjar gardinur
ert tú til?
Rulligardinur
ella als ongar
gardinur.
Hvat brúkar tú hvønn dag?
Tað er so nógv. Til dømis bonkurin í køkinum,
har eg fái mær døgurða slang (15 minuttir),
og so eri eg klár aftur til restina av degnum.
Hvat ert tú glaðast fyri við tær sjálvari?
At eg ikki líkist mær sjálvari, tá eg var
25 ár, og so at eg havi tað gott við
meg sjálva og míni nærmastu.
Hvat er romantiskt?
Tá Bjarnheðin og eg fara ein stimitúr við
bátinum. Eitt nú tá vit sigla til til døm
is Selatraðar ella Nólsoyar og gera góðan
døgurða umborð.Tað er parlag og romantikkur.
Hvør er besta bók, tú hevur lisið?
Tað eru nógvar, men eg vil nevna tvær.
»Lagnan« eftir Richard B. Thomsen,
og »August« eftir Knut Hamsun.
Hvør er tín lívrættur?
Ræst kjøt og súpan, – eingin ivi um tað.
Hvat hevði tú gjørt, um tú
var ósjónlig ein dag?
Verið fluga á redaktiónfundinum
á Sosialinum. :)
Er tú bangin fyri at gerast gomul?
Nei, als ikki, men eg vóni bara, at eg havi
góða heilsu og eri nøkulunda klár í topp
inum. Øll vilja vera ung, eingin vil vera gamal.
Men alternativið er verri. Eg vóni bara, at
efti rlønin er so mikið góð, at hon røkkur
til, so at eg fái ein rími ligan aldur dóm.
Hevði tú hugsað
tær at búð nakra
aðrastaðni enn
í Føroyum?
Ja, í Dubai... har
er skatta pro
sentið null, null.
Hvat hevur lívið lært teg?
At eg skal liva lívið, meðan eg kann.
sigrun brend
Eg kundi hugsað mær
at verið bóndi
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Fakta SIgrIð
Navn: Sigrún Halldórsdóttir Brend
Aldur: 49
Bústaður: Hoyvíksvegur 17
Starv: Tíðindafólk í sjónvarpinum
Familja: Livi saman við Bjarnheðini
í Hoyvík, havi 4 synir: Hallur (21),
Hugin (20), Ári (16) og Gilli (8).
mynd: ÁLVuR HARALDSEN