Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 16. apríl 2010 Sosialurin Vilmund Jacobsen Nú skal bera ella bresta í samráðingunum um makrel­ in. Hetta er ikki nakað, sum føroyingar vilja, men nakað sum kann gerast ein avleiðing av, at ES og Noreg ikki vilja hoyra um, at Føroyar fáa ein størri part av samlaðu makrelkvotuni. Jacob Vestergaard, lands stýrismaður í fiski­ vinnumálum, ætlar ikki at lata tað á sær sita, at Føroyar framhaldandi bert skulu fáa sløk 5% av kvotuni upp á 570.000 tons. Hesi 5% svara til umleið 27.000 tons í okkara part. – Ein breiður politiskur meiriluti í Føroyum, bæði í samgongu og andstøðu, held ur, at Føroyar hava eitt rættvíst krav upp á ein størri part av kvotuni, nú so nógvur makrelur seinnu árini hevur verið í okkara sjógvi í summarhálvuni. Við hesum sigur lands­ stýr ismaðurin tó ikki, at politisk semja er í Føroyum um, hvussu hetta mál skal loysast úr lagdi. Áseta kvotu sjálvi – Eftir at vit hava verið til nøkur samráðingarumfør, duga vit ikki at síggja, at ES og Noreg vilja geva nakað frá sær, og tað kunnu vit sum strandaland og partur av hesum samstarvi ikki liva við. Landsstýrismaðurin er tí rættiliga sannførdur um, at fæst ikki semja um eina nýggja avtalu á fundinum, sum verður í Reykjavík – ein avtala, sum gevur Føroyum í minsta lagið 15% av samlaðu kvotuni, fara Føroyar ikki at undirskriva avtalu við ES og Noreg, men fara at áseta sær sína egnu makrelkvotu fyri 2010. Tey 15% av 570.000, ið Føroyar hava sett fram sum krav um, svara til umleið 85.000 tons av makreli. – Verður eingin avtala undirskrivað á fundinum í Reykjavík, merkir tað tó ikki, at samráðingarnar millum londini um eina nýggja avtalu ikki fara at halda fram. Vit eru samdir um at samráðast, og vit eru eisini samdir um at samáðast við tí fyri eyga at finna loysnir. Men við tað, at vit vilja hava meiri makrel í okkara part, er tað ógvuliga trupult at samráðast, leggur Jacob Vestergaard dent á. Avtalan um makrelin verð ur gjørd á hvørjum ári, og tað merkir, at tá árið er úti, gongur avtalan eisini út, og samráðast skal av nýggjum. Soleiðis er eingin avtala í løtuni galdandi millum tey trý strandalondini um makrelbýti. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at føroysku samráð ing­ arfólkini einki hava merkt til, at ES og Noreg eru sinnað at lata Føroyum meiri makrel. – Tí eru vit komin har til, at vit eru noydd at áseta okkum egna kvotu, um so er, at vit ikki kunnu semjast, leggur Jacob Vestergaard aftrat. Hevur skund Landsstýrismaðurin leggur dent á, at nú fundirnir, sum frammanundan hava ver ið millum londini, ikki hava ført til nøktandi úrslit fyri Føroyar, hevur tað skund at fáa ásett føroysku makrelkvotuna. – Tað er eingin loyna, at verða Føroyar ikki við í avtaluni, sleppa pelagisku skipini í Føroyum heldur ikki at fiska makrel hjá øðrum enn okkum sjálvum. Makrelurin kemur í føroyskan sjógv í mai/ juni, og tí er umráðandi, at spurningurin um makrelin verður loystur nú, so skipini sleppa at fiska, meðan fisk­ urin er í okkara sjógvi. Jacob Vestergaard sigur seg sjálvandi harmast um, at ES og Noreg ikki vilja skilja rættvísu krøvini hjá Føroyum um ein størri prosentpart av samlaðu kvotuni, men tá so er, noyðast vit at taka málið í egnar hendur. Hann ásannar eisini, at makrelurin er meiri verdur, tá hann seinni kemur í norskan sjógv, har hann stendur tættur á grunnum sjógvi. Tá er fiskurin bestur, og tá er hann eisini bíligastur at veiða. – Men hetta hjálpir okkum so lítið, tá ES og Noregi vilja tilræna sær ein so stóran part av samlaðu kvotuni, meðan vit sita eftir við minni enn 5%, leggur hann aftrat. Sama sum Ísland Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at við tað, at makrelur ikki hevur líka stórt virði, tá hann er í føroyskum sjógvi tíðliga um summarið, verður eisini neyðugt hjá Føroyum at áseta okkara kvotu har­ eftir. – Vit hava tí sagt, at fæst eingin avtala í vikuni, sum kemur, fara vit at áseta okkum somu makrelkvotu, sum Ísland ásetir sær, og tað er 130.000 tons fyri árið 2010. Ísland er framvegis ikki partur av stranda landa­ avtaluni millum ES, Noreg og Føroyar, men hevur havt eygleiðarastøðu í hesum samstarvi. Seinnu árini eru viður­ skiftini við makrelinum broytt, bæði í føroyskum og íslendskum sjógvi, soleiðis at nógvur makrelur leitar hig ar í summarhálvuni. Í fjør veiddu íslendingar til­ samans 130.000 tons av makreli í íslendskum sjógvi, tó at teir ikki vóru partur av avtaluni, meðan Føroyar, sum eru partur av avtaluni, bert sluppu at veiða eina lutfalsliga lítla nøgd. – Hesum kunnu vit slett ikki liva við, nú vit seinnu árini hava sæð, at nógvur makrelur er í okkara sjógvi frá mai mánaða og til langt út á heystið, sigur ein av­ gjørdur landsstýrismaður, Jacob Vestergaard. vilmund@sosialurin.fo Røkka ella støkka SAMRÁÐINGAR Alt bendir nú á, at Føroyar fara at áseta sær sína egnu makrelkvotu fyri árið 2010. Hvørki ES ella Noreg vilja skilja krøv føroyinga um ein størri part av samlaðu kvotuni, og tí er heldur ikki væntandi, at semja fæst millum strandalondini um býtið á fundinum, sum verður í Reykjavík í næstu viku ... ein breiður politiskur meiriluti í Føroyum heldur, at vit hava eitt rættvíst krav upp á ein størri part av samlaðu makrelkvotuni, men semja er neyvan um, hvussu vit kunnu náa hesum rættindum... Jacob Vestergaard MAKRELSTRÍÐ - Eg harmist sjálvandi um, at ES og Noreg ikki vilja skilja rættvísu krøvini hjá Føroyum, men tá so er, noyðast vit at taka málið í egnar hendur og áseta okkara egnu kvotu, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum