Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 69 · 16. apríl 2010 9 VIKUSKIFTI Verð tann broyting, tú ynskir at síggja í verðini. Mahatma Ghandi 10 tIng um Sir Elton John Hann telist millum størstu tónleikarar í Heiminum, og Hóast pápin vildi Hava Hann at blíva bankamann, valdi Hann tónleikin sum yrkisleið Hon vIl Heldur Kenna FólK lIve, enn á neTInum. men neTradIo er HaraFTurímóTI Tað HeIlT STóra á neSI í Hvalba, Har nIta næs, lærarI, býr. miðlarnir og Eg lagt tIl rættIs: eyðun Klakstein lagt tIl rættIs: rigmor dam reginald Kenneth dwight varð føddur 25. mars í 1947. Hann vaks upp í býnum Pinner í middelsex. elton John byrjaði at spæla klaver sum trý ára gamal, og tað var frá byrjan greit, at drongurin hevði evnini til tað. Sum sjey ára gamal fór hann undir veruliga frálæru í klaverspæli. Tá hann var 17 ára gamal fór hann veruliga í gongd við yrkisleiðina sum tónleikari. Pápi hansara, sum var flogskipari hjá royal air Force, royndi at fáa hann at velja eina meira vanliga yrkisleiðis sum bankamaður. elton John hevur selt meira enn 250 milliónir fløgur, og tað ger hann til ein tann mest seljandi tónleikaran í heiminum nakrantíð. í 1997 skrivaði hann sang til dianu prinsessu, sum doyði. Sangurin Candle in the Wind hevur selt meira enn 37 milliónir eintøk og er mest seljandi sangur nakrantíð. elton John hevur vunnið fimm Grammy virðislønir, ein oscar og eina Golden Globe virðisløn fyri sín tónleik. Hann hevur staðið seg væl á virda amerikanska hitlistanum billboard Hot 100, og bert The beatles og madonna hava klárað seg betur enn elton John. Í 1998 gjørdist hann riddari í bretlandi og kann reypa sær av at eita sir elton John, um hann leggur í. elton John hevur átt meirilutan í fótbóltsfelagnum Watford, og hann hevur verið formaður í felagnum. Hóast hann ikki longu er meirilutaeigari, er hann framvegis partur av felagnum. elton John heldur saman við kanadiska David Furnish. teir hava livað í skrásettum parlagi síðani 2005. 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Mítt blað Haldi Sosialin av gomlum vana. Keypi Vikuskiftisdimmu. Lesi Informatión, Politiken, Kristeligt Dagblad og onnur donsk vikubløð, tá ið eg havi tíð. Mín heIMasíða Startsíðan er v.fo. Eri fleiri ferðir um dagin inni á portalinum, suðurrás, skúlin.fo, snar.fo, kringvarpinum, løgting.fo og øðrum heimasíðum. Valkyrjurnar.org er eisini fín! Mín tónleIKUr m.a. miðaldartónleikur og fólkatónleikur. Mítt sosIala netVerK Besta sosiala netverkið eru sambond, sum tú kanst seta eitt andlit á, fólk tú kennir av kjøti og blóði. Elektronisku miðlarnir eru hentir og stuttligir, men kunnu ikki kappast við veruligt sosialt netverk face to face.. Mín dVd Sera nógvar. Serliga søgulig drama við kærleikans ótolandi sniðgøtum og lívsins lættleika goymdum ella vavdum í ... Mítt MagasIn Lesi og keypi altíð Kvinnu, vænti altíð meira innihald í blaðnum enn har er, gleðist tó um, at føroyska málið verður brúkt um øll hasi "kvinnutingini". Blaði ofta ógjøgnum mess og Samvirke. Lesi Skúlablaðið, sum er eitt gott og áhugavert mánaðarblað, sum øll foreldur eisini áttu at fingið og skrivað í. Mín sjónVarpsrás Hyggi dagliga eftir tíðindum á donskum, enskum og føroyskum rásum. Mín bóK Lesi í løtuni bókina Alberto, eftir mariu Helleberg. Hetta er ein søgulig skaldsøga um lívið hjá Bertel Thorvaldsen. Ein sera væl skrivað og hjartarørandi bók! Mítt útVarp Vit hava netútvarp. Føroyska tilfarið er næstan bara tíðindini hjá KvF. Eg lurti nógv eftir kjaksendingum á t.d. P1. Mín telefon Lm Ericsson, ein av teimum gomlu svørtu... hVat VIlt tú IKKI brúKa MIðlartíð Uppá? Roksisendingar, endurtøkur, endursendingar, lýsingar og kjaksendinar um ávíst evnið, har tey luttakandi tó kortini ikki vita serliga nógv um ávísa evnið.... hVat fýlIst tú á í MIðlUnUM? At farið verður so lætt um týdningarmikil evni. At tíðindafólk gevast at spyrja á hálvari leið ella ikki spyrja inn til kjarnuna. Føroysk tíðindafólk virka ofta líkaglað við úrslitið, bara sendingin kemur í luftina. hVat VIlt tú haVa MeIra aV í MIðlUnUM? At farið verður meira í dýpdina við tíðindum og kjaksendingum. Tá høvuðstíðindini eru at danska sjónleikarakvinnan, sum spældi ein av lívvaktunum í sjónvapsrøðini "Livvagterne", hevur føroyska ommu og at hon gongur í bundnum skóleystum. Tá tími eg also ikki at lesa forsíðu høvuðstíðindini tann dagin. spældi klaver sum 3 ára gamal