fríggjadagur 16. apríl 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 16. apríl 2010
10
VIKUSKIFTI
Útvarp
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Vit vóru trý fólk frá Rás2, sum fóru
við Norrønu annan páskadag fyri at
skriva søgu. Rás2 hevði ongantíð áður
sent beinleiðis úr Ìslandi. Unga rásin,
sum bert gongur á triðja ári hevur
áður bandað nøkur innsløg úr Ìslandi,
men nú skuldi tann stóra íslendska
verkætlanin flotast. At vit fóru annan
páskadag er kanska akkurát innanfyri
sannleikans gátt. Vit fóru beint eftir
midnátt, tá boðað verður frá tí degi,
har páskaregg verða rullaði í Føroyum.
Páskaregg vóru kortini nóg mikið av
umborð á Norrønu, og tað rullaði eisini
nakað. Skiparin, Sverri Kjærbæk úr Vági
framskundaði fráferðina 13 tímar, sum í
síðsta enda kom væl við hjá okkum, sum
skuldu senda av Seyðisfirði. Dugnaligu
ungfólkini Mirjam Pætursdóttir, Alvin
Ellebye Andersen og undirritaði, sum
nú má ásanna, at ein er komin í tann
aldurin, har ein nú hálar miðalaldurin
upp fóru fyri Rás2. Okkum í fylgi var
Eiler Einarsson, sum er rituvíkingur
av íslendskari ætt. Eiler Einarsson er
royndur campingmaður, og hann dugdi
væl at seta orð á tær framúrskarandi
camping-umstøðurnar í Ìslandi, og tær
minni góðu camping-umstøðurnar,
sum eru í Føroyum. Á túrinum høvdu
vit gott samstarv við Svein í Heiðunum
frá marknaðardeildini hjá Smyril Line,
sum hjálpti okkum at koma í samstarv
við føroyingar á Seyðisfjarðarleiðini,
og við íslendingar, sum eru búsitandi
á Seyðisfjørðinum, og sum høvdu eina
viðkomandi søgu at siga.
Inni ella útikavaði?
Undirritaði, sum hevur verið búsettur
víða í norðurlondum hevur tíðum
roynt at verið innikavaður, orsaka
av stórkava. Komin til Seyðisfjarðar
hevði eg á fyrsta sinni í lívi mínum
tað margháttligu upplivingina at
verða innikavaður, ella kanska heldur
útikavaður umborð á einari stórari
ferju. Vit høvdu ætlanir at taka teinin
frá Seyðisfjørðinum til Egilsstaðir fyri
at fáa ein bitri bita, men vit máttu bíta í
tann súra kavan. Boðað var frá gjøgnum
hátalarakervið umborð á Norrønu,
at vegurin millum Seyðisfjørðin og
Egilsstaðir var stongdur orsaka av
stórkava. Og onkrastaðni er tað væl
logiskt, at yvirtíð halgidagar eisini er
dýr í Ìslandi, og tí var ikki grivið. Dagin
eftir var tó slóðað fyri, at vit kundu
fara til Egilsstaðir. Gravitólini vóru líka
stór sum hernaðarligir stríðsvagnar, og
var tað imponerandi at síggja effektivu
kavaruddingina.
Seyðfirðingar
Fólkini sum eru búsett á Seyðisfirði verða
nevnd seyðfirðingar. Seyðfirðingar
vóru fegnir um, at “færeyskt útvarp” –
í hesum førinum Rás2 sendi sendingar
beinleiðis av Seyðisfirði. Tey 35 árini
Smyril, Norrøna 1 og nýggja Norrøna
hava siglt í rutusigling millum Føroyar
og Seyðisfjørðin høvdu tey ikki áður
upplivað, at “færeyskt útvarp” -
komersielt ella alment hevði sent frá
bygdini, sum er teimum so kær. At
vit sendu útvarp frá heimstaði teirra,
vóru seyðfirðingar ikki so lítið stoltir og
hugtiknir av. Undirritaði hevur koyrt
runt alt Ísland. Hóast ein ikki kann
finna nóg mikið av lýsingarorðum at
lýsa framúrskarandi vøkru náttúru
íslendinga, og blíðskapin einum er fyri
í tí søguríka bróðirlandinum í norðuri,
so er kortini eitt at ilskast um, einamest
hjá teimum sum varða av bygdunum.
Ìslendsku bygdirnar eru ikki eins
vakrar, og søguliga varðveittar, sum
tær føroysku bygdirnar. Hetta kann
ein rita við góðari samvitsku, tí
mangir íslendingar hava sjálvir borið
hetta uppá mál. Í nógvum íslendskum
bygdum eru eingi hús at finna, sum
eru frá tíðarskeiðnum áðrenn seinna
veraldarbardaga. Seyðisfjørður er
eitt ógvuliga jaligt undantak í so
BlíðsKapUr
og met í
seyðIsfIrðI
Í Søguligum HúSi á SeyðiSfirði
Skrivaði ráS2 Søgu