Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 69 · 16. apríl 2010 11 VIKUSKIFTI máta. Seyðisfjørður er kendur millum íslendingar fyri at hava fleiri hús, sum hava eina byggidagfesting, sum ger húsini í bygdini ógvuliga søgulig, samanborið við fleiri aðrar íslenskar bygdir. Á Hotel Alduni Tað untist manningini hjá Rás2 at hava sendistudio í tí søgukenda gistingarhúsinum “Hótel Aldan”. Hotelstjórin eitur Klaes Poulsen, og hann er fjónbúgvi, vaksin upp beint uttanfyri fjónska stórbýin, Odense. Próvtøkuverkætlanin hjá Klaes Poulsen var innrætningurin á Hotel Alduni, har hann sera hegnisliga hevur megnað at framala ein stemning, sum minnir um 1920-árini. Alvin stillaði upp útgerðina upp við snarljósferð, og so var búgvið borð hjá undirritaða og Mirjam at byrja beinleiðis sendingina av Seyðisfjørðinum. Umborð á Norrønu høvdu vit bandað fleiri prát, og undirritaði hevði eisini bandað nøkur viðkomandi prát heima í Føroyum, sum gjørdi, at vit kundu borðreiða við einari ógvuligari, fjøltáttaðari sending. Tað stuttligasti var tó, tá allir føroyingarnir á Seyðisfirði, hálvir sum heilir komu oman á Hotel Alduna fyri at fáa ein góðan kaffimunn, og fyri at taka lut í sendingini.   Quality Street í 1975 Tann í Føroyum væl kendi Jónas Hallgrímsson greiddi hugfarsliga frá um hvussu siglingin millum Føroyar og Seyðisfjørðin kom í lag í 1975, tá hann gjørdi eitt ódnartak fyri at sannføra Finnboga Ìsakson, táverandi fíggjarmálaráðharra, og Thomas Arabo, stjóra í Strandferðsluni, at Seyðisfjørður var tann rætta ferjuhavnin. Tó var talan um eitt rættuligt kommers, tá Smyril á fyrsta sinni stevndi inn á Seyðisfjørðin. Tollarar og løgregla komu úr Reykjavík, og alt sum var tollfrítt bleiv forseglað. Aftaná tógvið stríð eydnaðist tað tó at yvirtala íslendska tollvaldið at loyva, at eskjurnar við Quality Street karamelunum kundu latast leysar, og tað eydnaðist so loksins. Umboð fyri lokalu ferðavinnuna staðfestu á Rás2, at Seyðisfjørður hevur nakað at bjóða føroyskum ferðafólkum, bæði tá tað kemur til náttúruupplivingar og mentanarligar upplivingar. Hálvi klaksvíkingurin, Hilda Elisabeth Dánielsdóttir greiddi frá sínum søguríka gistingarhúsi á Egilsstøðum, sum nevnist “Gistihúsið Egilsstøðum”. Tann bygningurin er frá 1903, og í matstovuni sluppu vit at smakka vistfrøðiligt neytakjøt frá nærøkinum. Tað var biti, sum seint verður gloymdur. Tann rákin fylgdi okkum á allari heimferðini. Sms-søguskriving Svein í Heiðunum borðreiddi vegna Smyril Line við seks megnarvinningum. Fyrsta dagin burturlutaðu vit fimm mini-cruise ferðir við Norrønu til Seyðisfjarðar. Næsta dagin burturlutaðu vit ein tann størsta vinningin í søguni hjá Rás2. Vit burturlutaða eitt uppihald í summarhúsi fyri fýra fólk í tvær vikur. Vinnarnir fáa eisini eina góða máltíð umborð á Norrønu, eina góða máltíð á Hotel Alduni, og eitt gávukort til Samkaup-handilin á Seyðisfirði. Tey sum hava vunnið vinningarnar eru ovurfegin, og so hevur ein ikki so nógva grund til at taka sær av nøkrum smáligum glepsum. Nærum 1.200 sms komu inn fyrsta dagin, og var tað met. Næsta dagin, tá stóri vinningurin var burturlutaður lá tað metið longu í knúsi, tí nærum 2.400 sms komu inn tá, og boðar tað frá einum stórum lurtaraskara. Og tá so nógvir lurtarar eru glaðir og fegnir, og samrøður verða gjørdar við 35 ymisk fólk, tá kann tað væl kallast “Service for the public”, um enn ikki tað er tann fundamentala, rætta raðfylgjan – hjá onkrum!! Føroyingar búsettir í Íslandi Eigarin av Hotel Aldan, Klaes Poulsen Tað stuttligasti var tó, tá allir føroyingarnir á Seyðis­ firði, hálvir sum heilir komu oman á Hotel Alduna fyri at fáa ein góðan kaffimunn, og fyri at taka lut í sendingini.