Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. apríl 2010 12 Sosialurin Ein ætlan, sum hevur 25 ár á baki, er innkomuvegurin til Havnina, sum sanniliga er ein týdningarmikil vega­ teinur, tí ferðsluteljingar og ­kanningar vísa, at ikki færri enn 11.000 bilar koyra inn í Havnina hvønn einasta dag. Her er trýstið sera stórt, samstundis sum bíðað hevur verið leingi eftir einari loysn, ið ikki bara loysir akutta tørvin nú, men eisini inn í framtíðina. Landsverk hevur arbeitt við sínum egna uppskotið til vegaloysn. Men Tórshavnar kommuna hevur síni ynskir og krøv til innkomuvegin, har neyðug atlit verða tikin til býarskipan, býarvøkstur, ferðslutrygd o.s.fr. Men tíverri hevur Tórshavnar kommuna sum byggimyndugleiki verið hildin uttan fyri arbeiðið hjá Landsverk, hóast tað sjálvsagt er hjá kommununi, at størsta vitanin um hesi viðurskifti liggur. Okkara býráð og okkara fakkunnleiki hava bjóða seg fram og hava biðið um dialog, men verða tíverri ikki eftirspurd. Størsti trupulleikin Øll kunnu vera samd um, at málið viðvíkjandi ferðsluni ígjøgnum Leirvík, síðani Norðoyatunnilin kom, ikki er handfarið serliga heppið. Men hetta er ikki einasta mál av hesum slagnum, tí støðan við innkomuvegnum til Havnina er júst tann sama – men bara verri! Munurin er tann, at longu í dag er minst fýra ferðir so nógv ferðsla eftir Hvítanesvegnum, sum ígjøgnum Leirvík. Ikki skal nógv høvuðrokning til at fata, at innkomuvegurin til høvuðsstaðin sanniliga eisini er eitt stórt og átroðkandi mál. Hóast landið og Lands­ verk hava sovið oman á hesum máli í áravís, er tað at fegnast um, at Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, ikki bara torir at taka málið fram, men at hon eisini torir at vísa á, at raðfestingar á vega­ og ferðsluøkinum eisini fevna um nýggja innkomuvegin til Havnina, so ferðslan higar kann leiðast út um bygt øki, eins og gjørt verður aðrastaðni. Serliga er at fegnast um, at landsstýriskvinnan ásannar, at hesin vegur er størsti ferðslutrupulleiki í Føroyum, tí alt ov ofta hevur landið heldur valt at hugt hinvegin, tá talan hevur verið um mál, ið viðvíkja høvuðsstaðnum. Men veruleikin er, at vit ikki kunnu bíða leingi aftrat. Fingið eyguni upp Javnan verður ætlanin um Skálafjarðartunnilin blandað upp í málið um innkomuvegin til Havnina, og tí kunnu skjótt henda misskiljingar. Veruleikin er, at ætlanin um innkomuvegin er nógv eldri enn ætlanin um Skálafjarðartunnilin, sum tí ikki er annað enn ein ferðsluæðr aftrat hendavegin. Nýggjur innkomuvegur er bráðneyðugur, óansæð hvat hendir við Skálafjarðar­ tunlinum! At seta innkomuvegin til Havnar upp ímóti øðrum ætlanum kring landið, gevur onga meining, tí her tosa vit altso um nógv tann størsta ferðslutrupulleikan av øllum. Sjálvandi skulu smærri trupulleikar eisini loysast, men tað ber ikki til at blíva við at bíða við einari loysn, bara tí talan er um ein trupulleika í Havn. Hann verður ikki minni við árunum og krevur eina loysn nú! Tað er upp á tíðina, at hetta mál verður tikið í álvara og at nakað verður gjørt við tað. Tí fegnast vit um, at endiliga sær út til, at landsstýri og løgting hava fingið eyguni upp fyri, hvussu týdningarmikið tað er at loysa málið, tí tað krevur veruliga eina uppraðfesting, ið ikki kann bíða longur. Havnin er eisini ein partur av Føroyum, sjálvt um tað ikki tykist vera hugsanin hjá øllum. Hetta mál hevur ligið nóg leingi í skuffunum, so nú krevst handling! Hetta er greitt størsti ferðslutrupulleikin, landið hevur at taka sær av, so vit síggja fram til, at innkomuvegurin til Havnina umsíður verður raðfestur so frammarlaga, at málið endaliga verður loyst nú. Her kann ikki bíðast longur! Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Størsta trupulleikan fyrst, takk! Síðstu tíðina hevur nógv fokus verið á føroyska vegakervinum, og fleiri boð eru uppá, hvussu komandi útbyggingar og dagføringar skulu raðfestast. Tíverri tykjast fleiri hava ta áskoðan, at bara talan er um ein nóg fjarskotnan veg, so hevur hann størri týdning og skund enn ein vegur, sum onkursvegna hevur samband við høvuðsstaðin Men fundurin varð út­ settur, og nú kemur sam­ gonguleiðarin og løgmaður út við tíðindaskrivi og leggur seg beinleiðis út í arbeiðið hjá parlamentinum. Áðrenn rættarnevndin hevur so mikið sum havt fyrsta fundin um málið. Um Sambandsflokkurin ikki hevur meint áralanga arbeiðið í stjórnarskipanar­ nevndini í álvara, so kundi flokkurin havt gjørt slætt borð, áðrenn uppskotið varð lagt fram. Um Sam­ bandsflokkurin er ímóti §1, sum staðfestir, at “Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð og alt vald í landinum er hjá Føroya Fólki“, so hevur flokkurin havt ríkiligt høvi til at siga tað bart út. Tað ger løgmaður ikki í tíðindaskrivinum, har hann hinvegin slær fast, at hann nú fer til Danmarkar at spyrja, hvørt danski forsætismálaráðharrin heldur, at uppskotið til nýggja sjórnarskipanarlóg fyri Føroyar er í stríð við heimastýrislógina og yvir­ tøkulógina. Løgmaður, sum ber elligamla heitið hjá formanni fyri føroyskt lógsmíðandi ting, vil spyrja danska stjórnarleiðaran, um hesin heldur, at vit í Føroyum skulu hava eina grundlóg, sum staðfestir okkara rættindi sum land og tjóð. Í uppskotinum til Stjórn­ arskipan Føroya er tað Føroya fólk, sum skal spyrjast. Tað er fólkið, ið skal sleppa at gera av, hvørt vit skulu hava eina stjórnarskipanarlóg sum staðfestir, at evsti myndugleikin at ráða okkum, liggur hjá tí fólki, sum í hesum landi býr – eisini tá og so leingi vit nú einaferð samstarva við onnur lond. Men Kaj Leo Holm Johannesen vil heldur spyrja Lars Løkke Rasmussen um føroyska lóggávutingið kann samtykkja slíka lóg. Áðrenn løgmaður sjálvur er førur fyri at taka støðu. Og áðrenn Føroya fólk sleppur at taka støðu. Johannesen kundi í sama viðfangi spurt Løkke Rasmussen um hann ikki kann sleppa at skifta heiti og kalla seg amtsforvalter, ið er munandi meira sameiniligt við hugburð hansara. Jamen, Lars dog - hvad synes du? Bjørt Samuelsen løgtingskvinna Summarmáladag skuldi nýggja uppskotið til løgtingslóg um Stjórnarskipan Føroya, sum umboð fyri allar flokkar hava lagt fram, fyri fyrstu ferð viðgerast í víðkaðari rættarnevnd Kjak