Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 69 · 16. apríl 2010 12 VIKUSKIFTI Fødd: 16. april 1940 á Amalienborg Dópur: 14. mai 1940 í Holmens Kirke Ferming: 1. apríl 1955 á Fredensborg Slot Vígd: 10. juni 1967 Børn: Fríðrikkur André Henrik Christian, føddur 26. mai 1968, og Joachim Holger Waldemar Christian, føddur 7. juni 1969 Foreldur: Fríðrikkur 9. og Ingrid drotning Navn: Margrethe Alexandrine Torhildur Ingrid DrotNiNgaVitjaN Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Fornfrøði í Koltri. Tíðindafundur í Dímum. Bringubreiðir politikarar, sum lata seg heiðra av danska kongshúsinum. Ja, upplivingarnar verða mangar, men siðbundnar, tá Margretha drotning og Heindrikkur prinsur vitja í Føroyum um summar. Sostatt eru ongi útlit fyri, at føroyingar sleppa at bjóða hennara hátign til royala konsert á Tórsvølli hjá Sir Elton John, ið man vera tónleikavitjan kongum verdug. Men úti í Tinganesi hava tey leingi havt úr at gera við at fyrireika drotningavitjanina, sum verður í døgunum 26. juni – 1. juli. Petur Petersen, serligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, sigur við Sosialin, at skráin er um at koma undir land, men enn eru nakrir snøklar eftir. Kemur víða um Umframt, at drotningin fer at brúka kongsskipið Dannebrog sum pall, tá hon fer at heingja heiðursmerki á bringurnar á toppunum í føroyska samfelagnum, kemur hon víða um í næstan øllum landinum. Úr Norðoyggjum og suður til Stóru Dímun. Farið verður eisini vestur um til Mykinesar og Vágar, til Norðstreym, í Eysturoynna, út í Koltur og til Havnar. Eisini er ætlanin at sigla eitt sindur runt millum oyggjarnar, eitt nú suður um Hestoynna. Har skipið leggur at, verður vitjað á stovnum, hjá kommunum og í fyritøkum. Roknað verður við, at hennara hátign leggur leiðina framvið nýggja skúlan við Løkir í runavík. Eisini fer hon helst at vitja skúlan við Løgmannabrey og Fiskivinnuskúlan í Vestmanna. Skinka og fornfrøði Millum meiri forkunnugu vitjanirnar nevnir Petur Petersen Koltur, har tey í løtuni seta gamla býlingin í Á summarferð síni til føroyar vitjar margreta drotning úti í stóru dímun, har tey turka danskar skinkur frÁ danish Crown Á sama hÁtt sum skerpikjøt. men konsert við sir elton john stendur ikki Á skrÁnni »DanIsh Crow VItjar á stórU Zacharias Zachariassen, borgarstjóri í Fugloy, handar teimum kongaligu ein málning í 2005 MynD: Jens KRistian Vang MynD: polfoto MynD: polfoto MynD: polfoto